Netvarp

R7 - Savn

Kvinnur við vón – Bønarkalendari sep.2021

Bønaráheitanir–Viðvíkjandi Menniskjahandli

1.
Harri, verj tey arbeiðsleysu í Ukraina, og gev teimum vísdóm, so tey ikki lata seg lumpaav fólki, sum bjóða teimum lokkandi starvsmøguleikar uttanlands, men hava ilt í huga. (Jákups bræv 1:5)

2.
Altvaldandi Gud, Tú kanst gera tað ómøguliga. Ger, at familjur í India kunnu fáa eina inntøku, og broyt teirra hjørtu, so at tey ikki vilja selja døtur sínar til sex-handilin.Gev hesum gentum høvi og førleika til at kunna lesa og læra handaligt arbeiði. (Markus ev. 10:27)

3.
Harri, vit biðja fyri fleiri møguleikum til at býta út MP3 spælarar við hoyrispølunumFjaldir skattir (Hidden Treasures)í Týsklandi. Ger, at kvinnur, sum eru bundnar av skøkjulevnaði, finna heimasíðuna www.hishiddentreasures.comog kunnu koma í samband við fólk, sum kunnu hjálpa teimum at finna skjól hjá Jesusi. (Sálmur 37:40)

4.
Gud, vit biðja fyri kvinnum í Suðurafrika, sum eru noyddar til skøkjulevnað, men kunnu ikki tosa við nakran um, hvat tær hava verið úti fyri, tí tað fer at skaða tær. Lat eygu okkara upp fyri kvinnum í hesi støðu og vísokkum, hvussu vit kunnu hjálpa teimum. (Sálmur 39:3)(en. 39:2)

5.
Faðir, skøkjuhandil er ein opin loynidómur í norður Kýprus. Broyt hjørtuni á teimum, sum geralógir, so teir veruliga gera nakað við hetta avbjóðandi og viðbrekna evni. (Orðt. 21:1)

6.
Himmalski Faðir, børn á Filipsoyggjunum verða oftani seld til skøkjulevnað. Góði Faðir, fría hesi børnini frá hesum trældómi, grøð tey og veit teimum eitt trygt skjól, mat, uppaling, skúlagongd og eina vón í Tær. (Sálmur 82:4)

7.
Gud, vit biðja fyri kvinnum í Tansania, sum liva í harðskapi. Tær fáa ofta hug at leitasær arbeiði og søkja størv í Miðeystri, har summar hava verið illa viðfarnar, neyðtiknar ella dripnar. (Jeremia 22:3)

8.
Undir alheims farsóttini er skøkjuhandil øktur í Svøríki, tí har var eingin stongsil, og kvinnur koma úr øðrum londum til at arbeiða í prostitusjón (skøkjulevnaði). Faðir, vit biðja fyri, at fleiri løgreglufólk mugu fáast til vega til at berjast ímóti hesi støðuni, fyri betri samarbeiði millum lond, og fyri kvinnum, sum eru bjargaðar burtur úr hesum, at tær mugu fáa ta hjálp, teimum tørvar til at koma fyri seg. (Sálmur 18:18)(en. 18:17)

9.
Faðir í himli, veit leysgivnum fangum í Pólandi skjól og arbeiði. Hjálp teimum at halda seg frá ólógligum arbeiði, sum verður teimum boðið, men sum kann føra til, at tey aftur koma í fongsil. (Sálmur 17:7-8)

10.
Góði Faðir, lek sinnini og hjørtuni á kvinnum og gentum í Kambodja, hvørs familjur hava selt tær orsakað av fátækradømi. Gev, at tær fáa hjálp frá kristnum fólki og finna frelsu og vón hjá Tær. (Jer. 17:14)

11.
Gud, broyt hjartalagog hugburð hjá fólki í Liberia, sum selja børn av bygd til býirnar. Ger, at henda ógerð heldur uppat. Veit hesum børnum skjól, mat, útbúgving og umsorgan. (Sálmur 127:3) 2

12.
Alvaldandi Harri, vit rópa til Tín fyri teimum í Portugal, sum eru offur fyri tvingsilsarbeiði. Vit biðja fyri, at tey kunnu fáa eitt sámuligt lív og góðar arbeiðsumstøður. (Sálmur 40:18)(en. 40:17)

13.
Harri, vit biðja fyri teimum í Suðurkorea, sum útnytta tey minni mentu, at Tú mást sannføra tey um at angra sína synd og venda við, og gevast við at sláa tey og lata tey arbeiða sum trælir uttan at fáa nakað afturfyri. (3.Mós. 25:17)

14.
Harri, vit biðja fyri kvinnum í Paraguay, sum eru lumpaðar til prostitusjón(skøkjulevnað)í Evropa. Góði Gud, før tær heimaftur, so tær kunnu sameinast við sínar familjur –og við Teg. (5.Mós. 30:2-4)

15.
Harri. Vit takka Tær fyri, at løgreglan í Finnlandi hevur fingið meira styrki til at rannsaka og eyðmerkja menniskjahandil. Vit takka Tær fyri, at lógin er broytt til tað betra fyri offrini. (Sálmur 143:9)

16.
Harri, lat Títt fyridømi um fyrigeving, tá Tú segði um teir, sum píndu Teg: ”…Fyrigev teimum, teir vita ikki, hvat teir gera.” (Lukas 23:34) –lat tað hjálpa okkum, tá vit møta teimum, sum ikki virða lívið hjá kvinnum og brúka tær á ólógligan hátt.

17.
Harri, frels og grøð rumenskar kvinnur, sum hava verið seldar uttanlands. Ger, at kristin samfeløg og felagsskapir, sum stríðast ímóti menniskjahandli, vilja berjast fyri tær á ein munagóðan hátt. (Sálmur 40:14)(en. 40;13)

18.
Gud, veit russarum, sum vóru trælir undir krígnum í Norður Kaukasus, bæði sálarliga og andaliga grøðing. Gev teimum, sum royna at hjálpa teimum, sum yvirlivdu, vísdóm frá Tær. (Sálmur 22:25)(en.22:24)

19.
Miskunnsami Gud, vit biðja fyri teimum, sum hava yvirlivað mennsikjahandil í Etiopia, at tey mugu fáa atgongd til sálarliga hjálp og endurmenning og aftur verða móttikin í samfelagnum. Hjálp politikkarum í Etiopia at broyta lógirnar hesum viðvíkjandi til tað betra. (Fyrra Timoteusarbræv 1:8-11)

20.
Alvaldandi Gud, vit biðja fyri kvinnum í Danmark, sum eru endaðar í skøkjulevnaði –nakrar eru úr teimum pørtunum í Nigeria, har mong kristin eru –at tær vilja leita til tín. Gev teimum styrki til at flýggja undan skøkjulevnaði. (Sálmur 27:1)

21.
Gud, gev teimum sjey hjálparfelagsskapunum í Indonesia, sum eru til reiðar at stríðast ímóti menniskjahandli, vísdóm frá Tær. Hjálp teimum, so at altjóða ST sáttmálin viðvíkjandi arbeiðarumaðrastaðni frá verður fylgdur –fyri at verja tey arbeiðsfólkini. (Orðt. 2:7-8)

22.
Harri, hóast Uruguay hevur lógir ímóti menniskjahandli, so er tað torført at hava tamarhaldá trupulleikunum. Harri, fría kvinnur og gentur, sum fáa lyfti um gott starv í Evropa, men enda í trælahaldi í staðin. (Esaias 61:1)

23.
Trúfasti Faðir, ver við børnunum á Fílabeinsstrondini, sum verða tvingað at arbeið á kaffi-og kakaomarkini har. Vit biðja fyri fátækum familjum, at tær vilja verja børnini heldur enn at selja tey. (Matt.ev. 19:14) 3

24.
Í Spania gevur menniskjahandil eina inntøku, sum er meir enn 5 milliónir evrur um dagin. Vit biðja, at tey, sum standa aftanfyri, verða saksøkt, at tey venda sær til Tín, burtur frá syndum sínum, og verða umbroytt. (Esaias 1:17)

25.
Heilagi Gud, í 97% av málum, sum eru meldað til løgregluna í Kanada um menniskjahandil, eru offrini kvinnur og gentur. Helvtin av teimum eru í aldrinum 18 til 24 ár. Brúka Ríkis strategiina til at stríðast móti menniskjahandli (National Strategy to Combat Human Trafficking)frá 2019 til at verja tey veiku, fría offrini og steðga gerningsmonnunum. (Seinna Pætursbræv 2:9-10a)

26.
Í Fraklandi eru uml. 20.000 kvinnur úr Eystur Evropa, Vestur Afrika og Asia, sum eru tvingaðar í skøkjulevnað. Harri, vegleið kristnar felagsskapir í Fraklandi, sum royna at hjálpa offrunum. (Matt.ev. 25:35-36)

27.
Gud, ger at lógarmyndugleikin í India skilur sínar lógir um sex-handil, at tey handhevja lógina og revsa tey seku og ikki taka við mutri. (2.Mós. 23:8)

28.
Harri, vís okkum, hvussu vit kunnu sleppa inn á netverkið hjá menniskjahandlarum fyri at bjarga kvinnum og hjálpa teimum til eitt nýtt lív í einum samfelag, har tær verða virdar og kunnu finna eitt stavnhald. (1.Jóh.bræv 1:7)

29.
Harri, troysta familjur, sum syrgja og líða, tí tey hava mist eina dóttur ella ein son, sum vóru fangað í sex-handli ella til tvingsilsarbeiði. (Slm. 62:2-3)(en.62:1-2)

30.
Vek upp tíni børn, Harri, til at vera við til at finna loysnir viðvíkjandi menniskjahandli,at tey fáa kunnleika um, hvussu tey kunnueyðmerkja tey seku og gera vart við seg á røttum stað, tá teyhava illgruna um ólógligt virksemi. (Ezekiel 34:11-12)

”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)

KVINNUR VIÐ VÓN

twrwomenofhope.org

Fíggjarstuðul: EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145 til at flyta pening tilskilað til TWR. –Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR.–
TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org

Leita eftir vón í dag
“Trúgv er full visssa um tað, sum vónað verður”(Hebr. 11:1a)
”Bert í myrkrinum kanst tú síggja stjørnurnar.”-MLK (yngri)

Fyri fleiri árum síðani var eg til eina stevnu saman við leiðarum, sum tóku sær av kynsliga misbrúktum offrum í India. Tær vóru komnar saman til eina stevnu, sum skuldi vera í 4 dagar, fyri at læra, hvussu tær kundu taka sær av og veita grøðing í Jesusi til teirra, sum høvdu yvirlivað ógvusliga kynsmisnýtslu og trauma.

Sum eg byrjaði mín fyrsta fyrilestur, legði eg merki til eina lítla unga kvinnu, sum sat við krossaðum ørmum aftast í rúminum.Andlitsbráið á henni segði: ”Tú hevur einki at læra meg. Eg kenni teg heldur ikki.” Eg kendi á mær ta spentu støðuna í rúminum, og eftir at eg hevði tosað í nakrar fáar minuttir, steðgaði eg og spurdi tær, sum vóru til staðar, hvat tær føldu. Tøgn var í fleiri minuttir, so byrjaðu allar at nevna orð sum pína, sorg, máttloysi, vreiði, svongd, miss og vónloysi. Tað knústi mítt hjarta, men eg skilti, at hesir leiðarar høvdu tørv á meira enn at læra at geva øðrum vón. Teimum tørvaði vón til sín sjálvs!

Eg byrjaði at biðja saman við teimum, og tað gav teimum høvi til at fortelja hvørji aðrari og Gudi um pínuna, sum tær kendu. Hetta gjørdist til fleiri tímar við tárum, tøgn og hjartaskerandi bønum. Tað, sum kom fram, var, at hesir leiðarar sjálvir høvdu verið offur, sum nú høvdu funnið vónarinnar ljós í Jesusi mitt í myrkrinum í teirra egna hjarta.

Sjálvt tá tey myrkastu skýggini fjala himmalin, vita vit, at ein sól skínur og ein máni lýsir omanfyri. Gud er ongantíð langt burtur í okkara myrkastu løtum. Tann ungi leiðarin aftast í hølinum hevði eina sera dapra søgu, og hon hevði ongantíð hugsað um, hvat vón hevur at týða í myrkrinum.

Hennara søga var um eina smágentu, sum sá sín egna pápa seta eld á mammu hennara og drepa hana. Tá ið pápin giftist uppaftur, sendi stjúkmamman hana út á gøturnar. Hon kendi til at vera kynsliga misnýtt á gøtunum í India, inntil hon sum 18 ára gomul varð bjargað av tí felagsskapinum, sum hon nú arbeiðir fyri. Síðani hon varð bjargað, var hon ógvuliga avgjørd í at fáa fleiri og fleiri børn burtur frá gøtunum í India.Hon ivaðist ongantíð í, at tað var ein Gud, sum elskaði hana. Men tað kom henni ikki til hugs, at hon á nakran hátt kundi fáa fyrigeving og frið í hjartað. Kortini, so greip Gud inn, tá hon minst væntaði tað –á eini stevnu, sum ein útlendingur stóð fyri.

Vit mugu ikki missa vónina. Bara Gud veit, hvat okkum tørvar fyri at finna varandi vón hvønn dag. Hvønn dag hava vit høvi til at veita eitt lívgandi orð, eitt trygt stað ella eina hjálpandi hond til onkran, sum tørvarat finna vón, tá tey siga okkum frá síni pínu. Hvønn dag kunnu vit seta okkum fyri í hjartanum at líta á Harran og trúgva, at Gud virkar í hesi verð fyri at veita vón í Jesusi til kvinnur kring allan heimin og tvørtur um ættarlið. Men Gud ynskir at brúka teg og meg til at bera hesi boðini til onnur við okkara trúgv, orðum og gerðum.

Latið okkum gera av í dag at hava trúgv og vón. Ikki vera bangin fyri myrkrinum í okkara egna lívi ella lívinum hjá øðrum, tí vit trúgva, at Jesu ljós livir í okkum, tað ljósið, sum veitir æviga vón.

”Tit eru ljós heimsins; staður, sum stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið –nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í himli.

”(Matteus 5:14-16)

Í Honum gleðist hjarta okkara!
Peggy Banks

September 2021:

Søgur um vón –Grøðing frá Gudi

Tað er næstan ov pínufult at hugsa um. Hevði tú kunnað komið yvir tað, um tú vart neyðtikin aftur og aftur í fleiri ár, og hevði tú so at enda kunnað fyrigivið tínum illgerðarmonnum? Set teg inn í støðuna hjá Aya, sum leið undir at vera áhaldandi misbrúkt kynsliga, frá tí hon var 11 til hon var 13.

Fleiri ár seinni lurtaði henda konan, sum er av Fílabeinsstrondini, eftir eini sending hjá Kvinnur við vónum kynsliga misnýtslu og grøðing og kom so í samband við toymið hjá teimum fyri at luta tann ræðuleikan, sum henni hevði verið fyri..

”Tað hevði fullkomiliga oyðilagt meg … tað førdi til hatur, vreiði, andstygd,” segði Aya. ”Eg hevði ivaspurningar um Gud, og hví Hann ikki vardi meg frá at verða neyðtikin.

”Sendingarnar hjálptu Ayu til at broyta hennara lív og lívsáskoðan. Tað gekk upp fyri henni, at Gud hevði vart hana frá at gerast við barn. Aya tók eisini ta torføru, men týdningarmiklu avgerðina at fyrigeva illgerðarmonnunum. Tað gjørdist henni eisini greitt, at ”at tað at fyrigeva teimum, sum hava forbrotið seg ímóti mær, fer at seta meg fria,”

”Eg má lýða Gud, sum hevur fyrigivið mær, so at eg eisini fyrigevi teimum, sum hava gjørt mær ilt,” segði hon.

Gud veitti endurreisn í lívinum hjá Ayu. Nú er hon ein eydnusom gift kona og eigur fýra børn.

Ein annar lurtari hjá Kvinnur við vónsendingum í Tansania greiddi frá, hvussu sendingarnar høvdu broytt tað, sum einaferð hevði verið eitt hjúnaband við harðskapi.

Hon greiddi soleiðis frá: ”Her er tað siður, at menn mugu buka konur sínar fyri at prógva kærleikan teirra millum.Hon segði, at maður hennara plagdi at buka hana fyri alt –líkamikið hvat. Alyah byrjaði at lurta eftir Kvinnur við vónsendingum og byrjaði at biðja viðvíkjandi hjúnabandinum, og hvussu hon bleiv bukað.

Nú kundi hon siga frá: ”Maður mín er hildin uppat at buka meg. Hann virðir meg meira, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt.” Alyah lovar og takkar Gudi fyri ta broyting, Hann hevur skapt í teirra hjúnalagi.

*Dulnevni fyri at verja teirra privatlív

Eftir Maribeth Stevens, sjálvboðin innan Kvinnur við vón