Korona netvarp
Av Korona-smittuvandanum og eftir tilmæli frá løgmanni og heilsumyndugleikunum, læstu øll Gudshús í landinum dyrnar Grækarismessudag 12. mars 2020. Sunnudagin 15. mars netvarpaði Evangeliska Røddin møti úr Ebenezer kl. 11.00; somuleiðis Sunnudagsskúlan kl. 12.00. Eisini møtini mikukvøld kl. 20.00 vórðu netvarpað.
Hetta hevur hildið á í nærum tríggjar mánaðir. Nú eru tilmælini um smittuvandan linkað nógv, og sunnudagin 7. juni var seinasta netvarpsmøti úr Ebenezer á hesum sinni.
Mikukvøldið 10. juni kl. 20.00 verður aftur vanligt bøna- og uppbyggingarmøti í Ebenezer.
Har tey avvarandi hava biðið um tað, hevur Evangeliska Røddin eisini netvarpað jarðarferðir; úr Kedron í Sørvági, úr Samkomuni í Marknagili og úr Ebenezer.
Sostatt kann sigast, at videoútgerðin, sum EvR ognaði sær fyri mongum árum síðan, hevur verið rættiliga hent. Vit halda eisini, at góðskan, mynd og ljóð, hevur verið á høgum støði. Fleiri heilsanir eru komnar, eisini úr fjarskotnum londum, har tey takka fyri, og siga, at “tað er sum at sita á fremsta bonki í Ebenezer”.
Ein fyrimunur við netvarpi er eisini, at tilber at fylgja við møtunum aftaná, tá ið tað passar einum sjálvum best, við at trýsta á Netvarp knøttin her á heimasíðuni.
Nógv hava verið inni á netmøtum hesar tríggjar mánaðirnar.