Netvarp

R7 - Savn

Kenya kvøld í Lívdini

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

KENYA KVØLD Í LÍVDINI – hundraðtals børn úr ruskdunganum

Væl av fólki var savnað í samkomusalinum LÍVDINI í Hoyvík mánakvøldið kl.19:00, tá hjúnini Jóna og Billy Hansen skipaðu fyri KENYA-KVØLDI, har fleiri framløgur vóru, sum við myndum, videoklippum og frágreiðingum varpaðu ljós á Missiónsarbeiðið, sum altjóða felagsskapurin NLAI ger millum heimleys børn og ung í Kenyanska býnum Nakuru, sum ikki liggur langt frá høvuðsstaðnum Nairobi. 

NLAI stendur fyri New Life Africa International. Tað vóru donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen, sum fleiri ferðir hava vitjað í Føroyum, ið vóru við til at byrja altjóða Missiónsarbeiði í Kenya, sum í dag hevur 26 ár á baki. Susanne og Leif Madsen vóru komin til Føroyar til tess at vera við á Kenya-kvøldinum í Lívdini.

Áhoyrarnir sótu væl í meira enn tveir tímar, meðan teir hoyrdu søgurnar um heimleys børn og mammur við børnum, sum dagliga halda til á plássum, har burturkast frá húsarhaldi verður savnað. Tað var hugaligt og lívsjáttandi at hoyra, hvussu felagsskapurin NLAI hevur hjálpt hundraðtals børnum og ungum í Nakuru burtur úr fátækradøminum við at geva teimum møguleika at koma í skúla og enntá at fáa gjøgnumført hægri akademiskan lestur. Fyrsta endamáli hjá Felagsskapinum er at geva hesum evangeliið.

Felagsskapurin rekur í dag barnaheim og skúlar, har heimleys børn og ung fáa eitt støði at byggja víðari á í lívinum. Eisini rekur felagsskapurin seymiskúlar, har fátækar mammur kunnu nema sær eina 4-ára útbúgving innan seyming, sum ger tær førar fyri at byrja egið virkið.

Tað var Jenis av Rana, sum endaði kvøldið, har hann m.a. varpaði ljós á altjóða menningarhjálpina, sum Føroya Landsstýri stendur fyri, og var tað ein fegin mentamálráðharri, sum sannaði, at menningarhjálpin úr Føroyum hevur verið tiltakandi seinastu árini. 

Mynd: Børn á barnaheiminum hjá New Life Africa International (NLAI) Hesi børnini verða stuðla úr Føroyum.