Kelduvaðið sunnukvøldið
Sunnukvøldið 05. september kl. 21.00 á radio.fo – FM102 og FM107,1.
Tala: Absalon Absalonsen.
Evni: Rómbrævið kap. 1 ør 16. Upptøka í Ebenezer.
Orðið fyri dagin: “Tíðin kemur ongantíð aftur”.
Elin Neshamar lesur.
Stuttur vitnisburður frá Lenu Neshamar.
SANGIR í sendingini:
“Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má,”
Orð: Brynleif Hansen – lag: Øssur Berghamar – (nr. 131).
“Um eg átti alt, bert ikki Jesus, átti eg tó onga sanna ogn.”
Orð: Anna Ölander – týtt: Victor Danielsen – (nr. 614).
“Gud hevur elskað heimin so og gav sín eina Son,”
Orð. Lelia N. Morris – týtt: Victor Danielsen – (nr. 54).
“Hann kendi meg.” Oddbjørg Poulsen syngur.
“Hví standa við dyrnar? Hví fara avstað við byrðini, hjarta títt ber?”
Orð: Fanny Crosby – týtt: Victor Danielsen.
Ingálvur av Reyni og Sunnuva Háberg syngja. (nr. 1159)
Vertur: Jóhan við Neyst.
Kelduvaðið verður endursent hóskvøld kl. 21.00 á radio.fo