Netvarp

R7 - Savn

Januar-februar 2022 TWR bønarkalendari


JANUAR/FEBRUAR 2022-NORÐURAMERIKA, LATÍN AMERIKA OG KARIBIA

JANUAR – Bønaráheitanir

  1. Gud, ger tær ungu kvinnurnar í LatínAmerika førar fyri at skilja og halda fast við sín sanna samleika í Tær. Mátti hesin sannleiki fingið tær mótsigandi røddir, sum tær koma at hoyra,at tagnaserliga í teimum ungu tannárunum. (Sálmur 139:13-14)

2. Harri, av tí at fíggjarlig óvissa framvegis valdar í Venesuela, gev kvinnum vísdóm frá Tær og gev teimum skil fyri at fáa føði og tað neyðturviliga til sínar familjur. (Matteus 6:31-33)

3. Himmalski Faðir, mátti familjurnar í Meksiko, sum hava verið tvingaðar til at halda seg heima við hús í koronu tíðini, leitað sær hjálp hjáTær. Samein tær familjurnar aftur, har harðskapur er farin fram heima við hús. (Jeremias 33:6)

4.Skøkjuvinna fer fram í stórum í altjóða økjunumvið markinií Latín Amerika. Máttu fátækar kvinnur har fingið møguleika til at fáa skúlagongd og gott arbeiði, so at tær ikki skulu hava fyri neyðini at venda sær til skøkjuvinnu fyri at uppihalda familjum sínum. (Rómbrævið 8:32)

5. Faðir í Himli, verj gentur í Kolombia frá at verða misnýttar, har familjurnar eru fangaðar av rúsevnis smuglarum. Máttu tær og teirra familjur hoyrt um Jesus. (Sálmur 91:1-16)6. Vit takka tær, Gud, fyri at lata dyr upp fyri toyminum í Paraguay at endurtaka sína kristnu tænastu í Húsinum hjá Góða Hirðanum (House of the Good Shephard) í kvinnuliga fongslinum. Opinbera Tín kærleika og heilagleika fyri hesum kvinnum. (Sálmur68:6-7; ensk 5-6)

7. Faðir í Himli, gev kvinnum í Panama mikið skynsemi, so at tær ikki verða lumpaðarog góðtaka arbeiðistilboð, sum bjóða góða løn, men sum í veruleikanum skipa fyri skøkjuvinnu (prostitutión) og sex menniskjahandli. (Efesus 5:6-10)

8. Harri,troysta tær kristnu trúgvandi kvinnurnar í Uruguay, sum hava mistonkran avsínumkæru av heimsfarsóttini. Máttu tær í sínum syrgiligu umstøðum leita til Tín fyri at fáa nýggja styrki. (Jóhannes ev. 16:22)

9. Faðir í Himli, máttu tilflytarakvinnur í Spania og Latín Amerikalært málið ogmentanina, har tær nú búgva, so at tær kunnu møta avbjóðingum í sínum nýggja lívi. (Filippibrævið 4:13)

10. Harri, vit biðja, at Tú setur ein verndargarð rundan um familjurnar við støkum foreldrumí Latín Amerika. Veit einligum forsyrgjarum alt, sum teimum tørvar til at umfevna sína familju við kærleika, ansingog umsorgan. (Sálmur 23)

11. Góði Gud, vit biðja Teg um at taka Tær av kvinnum, sum eru arbeiðisleysar orsakað av koronu farsóttini.(Filippibrævið 4:19)

12. Himmalski Faðir, vit biðja, at tey fólkini, sum gera kristna tænastu millum kvinnur, sum eru rúsevnis misnýtararí Bonaire, fáa vegleiðing og vísdómí tænastuni. Máttu hesir tænarar Tínir avdúka rótina til trupulleikarnar hjá kvinnunum, so at tær av sonnum kundu verið loystar úrbondum. (2. Timoteusbræv3:16-17)

13. Faðir í Himli, vit biðja fyri kvinnum, sum eru offur fyri harðskapi í heimi sínumí Dominikanska lýðveldinum. Nógvar eruvorðnarbukaðarog summar enntá myrdar av sínum makum. (Esaias 41:10)

14. Almáttugi Gud, veit stjórnarleiðarum í Bonaire vísdóm at handfara avbjóðingarnar, sum møta teimum, við tað at teir býta sína tíð ímillum heim,familju og arbeiði.(Jákupsbræv 1:5)

15. Harri, mátti Tú lært Peggy Banks, hvussu Tú sær, at heimsumfatandi tænastan hjá TWR Kvinnur við vónfæst at vaksa. Veit henni vísdóm og skynsemi, tá hon gevur okkara heimsumfatandi leiðslutoymi boðskapog vegleiðing. (Orðtøkini 4:11)

16. Góði Gud, styrk hjúnafelagar í Latín Amerikaí sínum samfelagivið Teg og sínámillum. Veit teimum náði í sínum hjúnabandi, so at tey kunnu standa samanímóti øllum, sum roynir at oyðileggja teirra einleika. (2. Korintbræv 8:7)

17. Harri,vit ganga í forbøn fyri rættvísi viðvíkjandidrepandi kvinnuhatri í londum í Latín Amerika, og vit søkja virðing fyri kvinnurættindum. (Esaias 1:17)

18.Takk, Harri,at í Uruguay, kann Kvinnur við vónsendingin verða varpað út tvær ferðir um vikuna í radio og gjøgnum internetið. (Sálmur 100:4-5)

19. Faðir í Himli, vit biðja,at kvinnur í Bolivia skulu fáa atgongd til útbúgving og til at fáa góðar arbeiðismøguleikar. Drag tær nær til Tín og styrk tær í at hava umsorgan fyri familjuni. (Josva 1:8)

20. Heilagi Gud, vit lyfta upp toymið hjá kvinnuligukristniboðtænastuni í Kanada, tá tær boða frá neyðini hjá kvinnum um allan heimin fyri einstaklingum og kirkjum og samkomum ymsastaðni í landi sínum. (Ápostlasøgan 1:8)

21. Av tí at 47 % av arbeiðandi kvinnunum í Brasil sambært fráboðanum hava upplivað sexuellan ágang á arbeiðisplássunum, so biðja vit, Harri, at arbeiðisfyritøkur skapa tryggar umstøður fyri sínar kvinnuligu arbeiðisfelagar og revsa tey, sum gera seg inn á tær. (Sálmur 9:9)

22. Harri, fyri hvørja sending, sum vit taka upp í Latín Amerika, máttu vit sagt sum ápostulin Paulus og biðið um,”at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so at eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,” (Efesusbrævið 6:19). Máttu hesi orð broytt lívið hjá kvinnum.

23. Harri, vit biðja fyri kvinnum, sum hava verið offur fyri menniskjahandli, men nú fáa umsorgan frákristnum felagsskapum. Veit teimum grøðing,við tað at tær stríðast við eftirfylgjandi skelkandi (post-traumatiska) strongd av skemdargerðunum, sum tær hava útstaðið. (Jeremias 17:14)

24. Harri, tala til hjørtuni á Tínum útvaldu kvinnum um at stíga fram og leiða TWR Kvinnur við vónkristniboðtænastuna í nógvum londum í Latín Amerikaog Karibia. (Matteus 7:7-8)

25. Vit biðja Teg, Faðir í Himli, at veitaalla neyðuga útgerð til at fullføra hvørja verkætlan hjá TWR Kvinnur við vónkristniboðtænastuni í Paraguay.(2. Korintbræv 9:8)

26. Himmalski Faðir, vit biðja,at fleiri lurtararhjáKuña Paraguai, Kvinnur við vónsendingini á Guarani máli í Paraguay fáa dirvi til at siga frá, hvussu sendingarnar hjálpa teimum í teirradagliga lívi. (1. Korintbræv 15:58)

27. Faðir í Himli, máttuTWR kvinnur við vónleiðarar í Bonaire sýnt dirvi, vón, gávumildni og vinsemi móti øðrum. (Kolossebrævið 3:12)

28. Harri, útvega størv til kvinnur í Kolombia,har kvinnuligu íbúgvararnir eru skrásettir at hava dupult so nógv arbeiðisloysi sum mannligu íbúgvararnir, ein støða, sum er versnað av heimsfarsóttini. (Jeremias 29:11)

29. Vit takka Tær, Jesus, fyri kvinnurnar í Uruguay, sum lurta eftir Kvinnur við vónsendingum og hava sett seg í samband við okkum fyri at læra meir um Gud og Jesus Kristus. (Rómbrævið 10:17)

30. Góði Gud, vit biðja um,atkvinnur, sum eru í politikki í Dominikanska lýðveldinum,viljasøkjaTeg um vísdóm og vegleiðing til at fremja sínar ymisku leiklutir. (Orðtøkini 2:6)

31. Vit takka Tær, Harri, fyri trúfesti hjá hvørjumeinstøkumav okkara fyribiðjarum, sum biðja saman við okkum í dagligari bøn gjøgnum TWR Kvinnur við vónbønarkalendaran. (Rómbrævið 12:12)

FEBRUAR–Bønaráheitanir

1. Harri, vit prísa navni Tínum, fyri at Kvinnur við vón sendingin á sponskum kann hátíðarhalda 21 ára senditíð og røkkur út tvørtur um alt Amerika gjøgnum radio, internetiðog sosialar miðlar. (Esaias 55:11)

2. Harri, vitgráta samanvið avvarðandi hjá kvinnum, sum eru horvnar í Meksiko orsakað av harðskapi. Troysta og styrk Tú tey avvarðandi í teirraneyð og óvissu. (Sálmur 23:4)

3. Góði Gud, vit biðja fyri ungum kvinnum oggentum í Kolombia, sum ikki hava skilt, at tær hava virði og samleika hjá Tær. Máttu tær lært hetta og tikið tað til sín, so tær gerast kvinnur eftir Tínum egna hjarta og Tínari ætlan.(1. Mósebók 1:27)

4. Gud, vit biðja, at kvinnurnar í Peru skulu fáa upplæring í og skilja týdningin av fyribyrgjandi heilsurøkt. (1. Korintbræv 6:19-20)

5. Harri, vit biðja fyri monnum, kvinnum, børnum og teimum aldrandi, sum eru ísera stórum fátækradømi í Dominikanska Lýðveldinum, so at tey doyggja í neyð uttan umsorgan frá sínum familjum ella almannaveitingum. (5. Mósebók 15:7-8)

6. Gud,vit biðja Teg um at útveganýggjar felagsskapirí kristnu tænastunum í Kanada og møguleikar at taka sær av andaliga, likamliga og sálarliga tørvinum hjá kvinnum har. (Galatiabrævið6:9)

7. Vit takka Tær, Gud, fyri at toymið í Paraguay er byrjað at gera kristniboðtænastu við virkistilboðum í ”Heiminum við nýggjum møguleikum” (”New Opportunity Home”), har teir dømdu seku fangarnir kunnu njótaeitt sindur av frælsi í sínum umhvørvi. (Esaias 61:1)

8. Góði Gud, veit einligum mammum á Kuba nógvan vísdóm og skynsemi, tá tær syrgja fyri sínum familjum í sínum heimlandi við álvarsligum fíggjarkreppum og trupulleikum. (Sálmur 119:66)

9.Harri og Gud, soleiðis sum fólkasamansetinginá Bonaire gerst meir og meir fjølbroytt, hjálp fólkinumatkunnagóðtaka hvør annan og vísa virðing sínámillum,tá tey arbeiða saman. Máttu tey sæð Teg sum sína fyrimynd. (Matteus 7:12)

10. Kæri Faðir, vit biðja,at gentur í tilflytarafamiljum finna javnvág í sínum stríði og strevi av at liva í tveimum mentanum samstundis. Máttu tær funnu frið í Kristusi. (Filippibrævið 4:6-7)

11. Harri, vit biðja,at fleiri kristilig skýli fyri harðskapsraktog misnýttheima við hús verða sett á stovn í Brasil. Máttu tey verið trygg støð, har kvinnur og familjur kunnu komaat kennaJesus. (Sálmur 46:2; ensk 46:1)

12. Faðir í Himli, umleið 1.5 milliónir av ungum fólki ganga ikki í skúla í Latín Amerika. Góði Faðir ávirka hjørtuni á teimum, sum hava myndugleika, so at skúlagongd kemur í fremstu røð.(Orðtøkini18:15)

13. Harri, vit takka Tær fyri,at nógvar kvinnur í Uruguay koma saman at biðja hvørt kvøld og lurta eftir útvarpssendingunum við bønaráheitanum, sum hvønn dag eru at hoyra í radio ella kunnu lesast á internetinum. (Jeremias 29:12)

14. Góði Harri Jesus, tak Tær avbørnum, sum eru vorðinforeldraleys orsakað av, at mamma teirra er myrd ella, at foreldrini hava gjørt sjálvmorð. (Sálmur 10:14)

15. Almáttugi Harri, máttiTú latið dyrnar upp fyri, atfongslaðarkvinnur í Dominikanska Lýðveldinum kunnukoma athoyraevangeliið. Máttu tær funnið frælsi og endurnýggjan í Tær, hóast tær eru likamliga innistongdar. (Jóhannes 8:36)

16. Faðir í Himli, miskunna kvinnunum í Kolombia, tí talið av kvinnudrápum er høgt og er versnað,av tí at tað eru bert fáar fyribyrgingar, sum gera mun, ogaveinarifløktariogtorgreiðarilógarskipan ífjarløgdum økjum í landinum. (Esaias 49:13)

17. Harri, legg teimum trúgvandi vælviljaog samkensluá hjarta, so at tey vilja fara út í kristna tænastu fyri koronusjúklingar í Latín Amerika. (1. Jóhannesarbræv 3:17)

18. Faðir í Himli. Vit biðja,at ungar kvinnur í bygdaøkjumúti um landið í Paraguay skulu fáa atgongd til skipaða venjingog skúlagongd. (Orðtøkini 4:13)

19. Himmalski Faðir, veit teimum, sum taka lut í TWR Kvinnur við vón í Dominikanska Lýðveldinum, Tína styrki og skapandi evni, tá tey tæna, skrivaog taka lut í hesari trúboðan. (Esaias 40:31)

20. Harri, vit biðja, at harðskapur í familjum og serliga móti børnum, kvinnum og eldri fólki skal verða steðgað í londum í LatínAmerika. (2. Sámeulsbók 22:3-4)

21. Himmalski Faðir, okkara innlendis ráðí USAarbeiðir við atrøkkaút til næsta ættarlið, gev okkara toymi vísdóm til at síggja, hvussu samskifti kann fáast í lag við limir har, sum eru ídnirfyri at fremja eina sak,og fáateir atsamstarvavið trúboðanartænastuna hjá TWRKvinnur við vón.(Sálmur 145:4)

22. Harri, veit kristniboðleiðarum í Bonaire megi og úthaldni til at umsitaeitt savnav tilbiðjanar-og lovsongum átí málinum,sum tey tosað har, tað er papiamento.(Hebrearabrævið 12:1)

23. Faðir í Himli, vit biðja, at tær ungu kvinnurnar í Argentina mugu fara at halda seg nær til Jesus, og at Tú má brúka trúgvandi kristin at koma í samband við hesar ungu kvinnur og boða evangeliið fyri teimum. (Kolossebrævið 2:6)

24. Í Uruguay er nógvur harðskapur heima við hús og kynsmisnýtsla av gentum og ungum kvinnum. Harri, vit biðja, at Kvinnur við vónsendingarnar framhaldandi mugu styrkja kvinnur í Kristi Jesusi.(5. Mósebók 31:6)

25. Kæri Faðir, hjálp toymunum, sum virka ístaðbundnu kristniboðtænastuni hjá TWR og í almenna samstarvsfelaganumí Paraguay, at víðka um økið, sum útvarpssendingarnar skulu røkka út til við íbindingum í teirra samansjóðaða sendinet.(Ápostlasøgan 13:49)

26. Harri, vit biðja, at lágløntar kvinnur í Brasilkunnu fáa fatur á neyðugum reinførisevnumsum partar av grundleggjandi heilsurøkt. (Sálmur 68:11; ensk 68:10)

27.Almáttugi Gud, vit biðja at myndugleikarnir seta sær fyri at gjøgnumføra javnstøðureglurog stríða ímóti kynsharðskapi í Latín Amerikanska økinum og Karibia. (1. Timoteusbræv 2:1-4)

28. Harri, máttu kvinnur í Spania og Latín Amerikaverið greiðar yvir, at tær eru virðismiklar báðifyri Teg og fyri almenna samfelagið. Styrk teirra sinni, likam og kenslur; máttu tær givið seg heilt yvir til Tín. (Efesusbrævið 1:3-5)

SØGA UM VÓN – Gud sær teg!
Marina* var 33 ára gomul, tá hon var á samfelagsstevnu, har Susie Pek, okkara økis samskipari fyri TWR Kvinnur við vóní Brasil, var høvuðstalari. Tá ið stevnan var liðug, sendi Marina ein teldupost til Susie og segði henni sína søgu.Sum tannáringur hevði Marina stórar trupulleikar av at finna sín samleika. Hon hevði liðið so nógv sum barn av at verða misnýtt ofta, og heldur., at tað var orsøkin til, at honkendi seg varvirdaí ungdómsárunum. Marina gekk hesa leiðina í nógv ár, til Jesus fann hana. Tá hon kom til Kristus, fór hon at angra allar sínar syndir. Hon bað um fyrigeving og fann eitt nýtt lív –øðrvísi og innihaldsfult. Marina giftist og fekk tvey børn. Hóast hon hevði fingið eina góða familju og var farin at ganga eina aðra leið í hjúnalagi í 10 ár, fór hon aftur at stríðast við sín samleika. Í sál og sinni sínum píndist hon og stríddist við ivaspurningar, hon hevði tað ringt og bar tað fyri seg sjálva. Hon skammaðist at tosa við nakran og óttaðist fyri at verða misskilt, av tí at hon ikki visti, hvat fólk fóru at halda um hennara truplu støðu. Pínangjørdist so nívandi, at hon var farin at hugsa um at gera sjálvmorð. Tað var í hesi tíðini, at hon kom á samfelagsfundir.”Longu í tínum fyrsta fyrilestri”, skrivaði hon til Susie, ”nam Gud við hjarta mítt á ein slíkan hátt, at eg kendi tað sum, at eg hevði reist meg úr øskuni…Hvørt orð frá tær fekk hjarta mítt at skelva, og eg græt. Eg var so sundurbrotin teir dagarnar, at eg fekk ikki tosað við nakran. Men tað er, sum tú segði: Gud sær meg! Eg eri ikki ósædd. Hansara kærleiki til mín er so stórur, at Hann fekk teg at fara, haðani tú vart stødd fleiri túsund kilometrar frá býnum, har eg búgvi, til at tala til mítt hjarta, og eg hugsi, til hjartaðhjá øðrum kvinnum eisini. Takk fyri, at tú ert eitt so undurfult umboð fyri Gud her á jørðini. Eg vóni, at eg einaferð fái høvi til at taka um hálsin á tær og takka tær … Gud vælsigni teg!”Uttan mun til, hvussu okkara støða er, sær Gud okkum altíð og kemur til okkum.

*Hennara navn varð broytt av privatum ávum
KVINNUR VIÐ VÓN
twrwomenofhope.org

”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)

UPPLÝSINGAR UM ØKINILATÍN AMERIKA& KARIBIALatín Amerikaer eitt øki, sum breiðir seg meir enn 7.000 fjórðingar (miles) frá Meksiko til Argentina, og sum fevnir um margfaldar mentanir og siðvenjur. Við fjøllum og tropiskum landsløgum er tað eitt landaøkivið ymiskum stórslignum vøkrum landsløgum. Fólkið har er kent fyri at vera hjartlaligtog blíttmóti vinum eins og fremmandum, og hetta gestablídni ber í sær dans og eitt ótal av vælsmakkandi mati. Ávirkanin frá Spania og Portugal kann ikki metast ov høgt.Samsvarandi upplýsingum frá netinum Study.com, vórutey flestu av hesum londunumlongu gjørd tilhjálondhjá hesum risaveldunum tíðliga í 1800-talinum, og ávirkanin frá teimum hevur fest seg djúpt í mentanini og sæstaftur í átrúnaði, máli og eisini mati. Meðan spanskt er ráðandi málið í flestu londunum í Latín Amerikavið frábrigdum við málførum hjá einstøku londunum við orðavali og úttalu, so er portugisiskt høvuðs-málið í ovurstóra landinum Brasil. Núverandi fólkatalið í Latín Amerikaog Karibia er 661.376.607.Hetta vakra og margfalda økiðhevur enn nógvar avbjóðingar fyri kvinnurnar har. Hóast kvinnur sleppa skjótt inn á arbeiðismarknaðin,kenna tær til ávísar lønarójavnar og at verða happaðarí mun til arbeiðsmenninar, sum tær samstarva við. Nógvar kvinnur hava tikið universitets-og hægri útbúgvingar, men summar fáa enn lítla ella onga skúlagongd. Sjálvt um lógir eru móti harðskapi heima við hús og kynsmisnýtslu, eru framvegis nógvar líðandikvinnur í Latín Amerikaog Karibia av slíkum óndskapi. Sovorðnir tilburðir vóru methøgir í tali, meðan stongsil var fyri at steðga koronusmittu, av at vera avbyrgdar heima komugentur ogkvinnur í størri vanda fyri harðskapi. Kvinnunum har tørvar vón. Kvinnunum har tørvar Frelsaran. Tí royna vit gjøgnum TWR Kvinnur við vónat bera teimum vón við radio-sendingum á fimm ymiskum málum, sum røkka út til 24 lond. Bønarkalendarar á portugisiskum fara til Brasilog Afrika, meðan bønarkalendarar, sum eru umsettir til spanskt koma til Sameindu Tjóðirnar (USA) eins og til lond í Latín Amerika, Evropa og Afrika. Vit ávirka lívið hjá kvinnum við fongsulstrúboðanini í Buen Pastor fongslinum í Paraguay og við kvinnustevnum, okkara nýliga útgivnu andaktsbók og eisini við einari portugisiskari teknmáls rás, sum ber boðskapin til deyvasamfelagið. Uppvaksandi ættarliðið verður nátt við boðskapinum, við tað at tey mongu toymini hjá okkum, íroknað eitt nýtt toymi í Dominikanska Lýðveldinum, røkka út gjøgnum sosialar miðlar. Tað er okkara ynski og bøn, at fleiri kvinnur leggjast aftrat okkum til at bera vón til kvinnur í Latín Amerikaog Karibiatvørtur um ættarlið.–Susie Pek, økis samskipari fyri Latín Amerikaog Karibia.
8TWR Kvinnur við vón toymi virkanú sambært myndum frá TWRí hesum londum í Latín Amerika og Karibia:Í Brasil:5 kvinnur og 1 maður; í Uruguay: 3 kvinnur; í Dominikanska Lýðveldinum: 1 kvinna, sum samvirkar; í Bonaire: 5 kvinnur; í Paraguay: 6 samvirkandi kvinnur.

”Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest, og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.” Orðtøkini 24:3-4Sameinandi hjørtu okkara í BØNÚtbúgvandi, lívgandi og útgerandi kvinnur til at biðja, lurta, læra, vaksa og geva.Gott nýggjár, kæru vinir! Mær hevur altíð dámt at fara inn í eitt nýtt ár.So nógvir møguleikar,so nógvir nýggir tankar og sjónarhorn at fáaog finna. Sum tykkum kunnugt, so nýti eg nakrar fáar vikur søkjandi Gud fyri ”ársins orð” at brúka til TWR Kvinnur við vón.Gud er altíð trúfastur at vísa mær á eitt skriftbrot og geva mær eitt orð, sum kann umfata alla kjarnuna í boðskapinum fyri árið. Í ár er orðið ”bygg”!Tað er so nógv at byggja á hjá TWR Kvinnur við vón. Vit hava havt meir enn 24 undurfull árfylt við Guds náði og miskunn, meðan vit hava borið kvinnum runt um í heiminum og tvørtur um ættarliðvón í Jesusi. Vísdómurin er óendaligur!Men vísdómurin, sum er okkara trygga fótafesti, kemur frá Jesusi og Hansara Orði, haðani vit leita eftir stýring og leiðslu hvørt ár. Vit tráa eftir at læra meir um Hansara vilja við okkum –kvinnumá øllumlívsleiðumrunt um í heiminum –og fyri tilfeingi og sendiskráir, sum vit gera í ár. Tað er alt samalt sera hugtakandi!Í ár verður okkara bønarkalendari eitt sindur øðrvísi settur saman. Vit fara at varpa ljós á tey øki, har TWR Kvinnur við vóngeratænastu, og berafram bønaráheitanir, søgur og vitnisburðar frá okkara egnu leiðarum í hvør sínum øki. Vit vóna, at tað fer at geva tykkum eina greiðari mynd av,hvat Gud ger í hvørjum øki í heiminum fyri at geva andaligan vøkstur í lívinum hjá kvinnum.Í januar og februar fara TWR Kvinnur við vónfyribiðjarar at biðja fyri amerikanarum. Vit biðja um,at tit, táiðtit lesa hetta, skulu fáa eina størri mynd av Guds náði og verkætlanum í Norðuramerika, Latín Amerika, og Karibisku oyggjunum. Mátti hvør av okkum, tá ið vit saman taka lut í bøn, áhaldandi søkt Gud um leiðslu, táiðHann byggir upp boðanartænastuna, og tá ið vit byggja upp hvør annan at liva lívið, soleiðisat tað av sonnum endurspeglar Guds ásjón (1. Tessalonikubræv 5:11). Í Honum gleðist hjarta okkaraDr. Peggy BanksAltjóða leiðari, TWR Kvinnur við vóntwrwomenofhope.org/social // twrwomenofhope@twr.org // 800-456-7897 320.

Fíggjarstuðul:-
Sí heimasíðuna hjá Evangelisku Røddini Evr.fo
EvR hevur stovnað konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 714 5, har tað ber til at flyta pening tilskilað til TWR. Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. TWR PO Box 12,82002 Bratislava 22 –Slovakia ––
twre@twr.org

Umbering
Av ymiskum orsøkum er bønarkalendarin fyri januar seinkaður.Við biðja um umbering fyri hesa seinkingina, og vóna, at kortini kann verða biðið fyri øllum bønarevnunum í januar2022.