Netvarp

R7 - Savn

Ingálvur av Reyni á talgildu stroymingtænastunum

Nú Kringvarp Føroya í hesum døgum sendir tvær dokumentar sendingar um Ingálv av Reyni, kann leggjast afturat at útgávan “Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar”, ið kom út ´2017, nú eisini er tøk á talgildu stroymingtænastunum s.s. spotify, apple music v.fl.

Úr rúgvuni av upptøkum har Ingálvur syngur, blivu 30 sangir valdir út og givir út á dupultfløgu í 2017. Á fløguni syngur Ingálvur einsamallur, men eisini saman við m.o. Sunnvá Háberg, dupultkvartettini og sangkórinum í Ebenezer.

Tá Evangeliska Røddin byrjaði virksemi í 1966, við stuttum útvarpssendingum frá støðini “Trans world radio” í Monte Carlo, var rødd Ingálvs ein av teimum ið javnan var at hoyra í útvarpslurtunum runt knøttin.

Okkara vón og bøn er at sangurin um Jesus við hesum nær enn longur út.