Netvarp

R7 - Savn

Hygg inneftir!

Judy og Óli Jacobsen eru heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur.

Hesa tíðina vitja tey ymsar samkomur, so sum avmarkaða tíðin loyvir, og eisini verða tey við og koma at luttaka á legum í Zarepta.

Tey hava í mong ár virkað sum trúboðarar og eru í dag partur av leiðsluni fyri trúboðanarfelagsskapin NTM.

Mikukvøldið 1. september kl. 20 talar Óli á uppbyggingarmøtinum í Betesda.

Við støði í Hebrearabrævinum 12:1-3 hevur hann ein boðskap í fýra pørtum um at *hyggja aftureftir, *hyggja inneftir, *hyggja frameftir og *hyggja uppeftir.

Mikukvøldið 1. september kl. 20 er evnið at *hyggja inneftir.

Kelda vp.fo