Hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu í KvF
Posted On 16. april 2025

Um páskirnar verður hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu sent í útvarpinum í Kringvarpi Føroya. Hoyrispælið, var framleitt í 2016 av Evangelisku Røddini og lýsir á ein livandi hátt tær hendingar sum vit lesa um í evangeliunum, m.a. seinastu kvøldmáltíðina, Jesus á krossinum og tá Jesus reis úr grøvini. Hoyrspælið er í trimum pørtum sum vera sendir skírisdag, langa fríggjadag og páskadag kl. 10.05 og endursent verður sama dag aftaná tíðindini kl. 18.
Skrivað handritið hevur Absalon Absalonsen.
Lagt til rættis hava Bárður Norðberg, Martin Johannessen, Elisabeth Mortensen og Eli Smith.