Netvarp

R7 - Savn

HALLUR MORTENSEN, 4 ár í Japan

Fyri fýra árum síðan skrivaði Kristiliga Tíðindatænastan um trúboðarahjúnini Shino og Hallur Mortensen, sum tá vóru ávegis at virka í Japan.

Hallur hevur vitjað familjuna í Føroyum í november. Konan var ikki við, men hann hevði sín yngsta son teirra við, sum familjan í Føroyum var sera fegin um at síggja á fyrsta sinni síðan hann var nýføddur. Ein fittur, sjarmerandi og lívligur tvey ára gamal hálvur Japanesari. Hann eitur Rio. Í dag eiga Shino og Hallur tvær gentur og tveir dreingir, har elsta barnið er 11-12 ára gamalt.

Hallur steðgaði á í Kristnastovu ávegis til Japan, har Kristiliga Tíðindatænastan fekk orðið á hann. Tey virka framvegis í býnum Atsugi, har tey hava búleikast og virkað síðan tey byrjaðu í tænastuni fyri 4 árum síðan. Shino, kona Hallur, er barnvaksin í Atsugi. Tá ið tey komu fyri fýra árum síðan, byrjaðu tey tænastuna í eini samkomu, sum júst var byrjað, og hesi seinastu fýra árini hava tey sæð samkomuna mennast, og sunnudagsskúlin er vaksin.

EVANGELISERING
Til tess at náa lokalfólkið við evangeliinum, so virkar kona Hallur millum barnafamiljur, samstundis sum hon eisini tekur ábyrgd í sunnudagsskúlanum og øðrum barnaarbeiði. Tað er vanligt í Japan, at mamman fer av arbeiðsmarknaðinum tey fyrstu tvey ella trý árini hjá barninum, og tað letur upp rúmar møguleikar fyri arbeiði millum smábarnafamiljur.

Afturat barna- og familjuarbeiðinum í samkomuni, so virkar Hallur eisini millum lesandi á Universitetinum í býnum. Samkoman bjóðar undirvising í enskum, og tað eru fleiri, sum koma til undirvísingina, og tá er gott høvið at greiða frá evangeliinum. Tá fólk melda seg til undirvísing í enskum, fáa tey at vita, at talan er um eina kristna samkomu/kirkju, og at tað tí eisini verður kunnað um kristindómin, men tað hava tey einki í móti. Hallur sigur, at undirvísing í enskum er ein góður vegur at ganga til tess at náa út við evangeliinum, tá tað eru avmarkaðir møguleikar at hava útifundir ella at ganga í húsini. Tey bjóða eisini til kafé, har góður møguleiki er at halda fram evangeliið. Eisini verður skipað fyri bíbliubólkum ígjøgnum vikuna, har fólk, sum annars ikki koma í samkomuna, eru boðin at vera við.

JAPANSKA MÁLIÐ
Hallur brúkar framvegis nógva tíð at nema sær førleika í Japanskum. Í dag kann hann føra ein samtalu, men sum hann sjálvur sigur, megnar hann ikki enn at halda eina fría prædiku á japanskum, hóast hann hevur roynt hetta við fult niðurskrivaðum handriti. Hallur sigur, at hann hevur sett sær sum mál, at hann um tvey ella trý ár kann tala og undirvísa á japanskum uttan málsligar forðingar. Japanskur bíbliuskúli er ikki langt frá har tey búgva, og Hallur sigur, at dyrnar standa opnar fyri honum at undirvísa á bíbliuskúlanum, tá ið málið ikki longur er ein forðing.

Japanskt er eitt torført mál at læra, sigur Hallur. Hann sigur, at Amerikanska Diplomattænastan hevur ein mállista yvir tey torførastu tungumálini í heiminum, og har standa Japanskt og Arabiskt sum tey torførastu. Japanskt er eitt teknmál, og tað eru heili 3000 tekn, ið skula terpast, sigur Hallur.

OPERATION MOBILISATION (OM)
Arbeiðið hjá Halli og Shino er knýtt til OM (Operation Mobilisation). OM hevur virkað í Japan seinastu 10 árini. Umleið 70 fólk eru knýtt til OM-Japan, har Hallur og konan eru ein partur. Tey luttaka á árligu OM-stevnuni, sum verður hildin í Japan, har OM-arbeiðarar í Japan møtast til bøn, bíbliuundirvísing og samfelag. Hesar stevnur eru vanliga tveir til tríggjar dagar. Hallur sigur, at tey sum familja gleða seg altið til hesar samfelagsstevnur.

Hallur hevur møtt føroyingum í Japan, m.a. Elsu Husgaard úr Gøtu, sum fór til Japan fyri mongum árum síðani, og sum nú er gift japanara.

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Halli, Shino og børnunum alt gott, og at Hallur skjótt fer at megna Japanska málið til fulnar.

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: pjd, Kristnastova, Keypmh. 23.11.2021