Netvarp

R7 - Savn

“Frelsari mín” í hvørt hús í Føroyum

Á kyndilsmessu í ár vóru 60 ár liðin, síðan Victor Danielsen andaðist. Og í hesum sambandi verður nú ein lítil bók, sum ber heitið “Frelsari mín”, borin í hvørt hús í Føroyum.

Í hesi bók eru 25 smá andalig stykki, sum Victor Danielsen skrivaði í blaðið „14. September“ teir seinastu mánaðirnar hann livdi. Tað var blaðstjórin, Ólavur Michelsen, sum heitti á Victor um at skriva.

Tann fyrsta greinin varð prentað 30. apríl 1960 og tann seinasta 21. januar 1961 – bert 12 dagar, áðrenn Victor andaðist.

Greinirnar vórðu í 1964 givnar út í bók, og varð hon endurprentað í 1984.

Tá ið bókin kom út í 1964, skrivaði “14. September” m.a. hesi orð:

“Hóast Victor í hesum seinastu mánaðunum av æviskeiði sínum var nívdur av sjúku og likamligari pínu, so var hann fúsur til at nýta hetta høvið til at bera tann gleðiboðskap, ið hann hevði vígt lív sítt til, út til landsmenn sínar, nú hann ikki longur orkaði at ferðast til teirra. – Lívsverk Victor Danielsens verður mett ymiskt, alt eftir, hvørja støðu ein hevur tikið til kristniboðan hansara, men øll kunnu verða samd um, at tað eru mikil avreksverk í menningarsøgu okkara, ið hann hevur avrikað. Henda bókin er lítil, men yndisligur varði yvir hetta andans stórmenni.”

Victor Danielsen var føddur í Søldarfirði 28. mars í 1894 og andaðist 2. februar 1961 í Fuglafirði, har hann búði frá 1928.

Hann tók læraraprógv í Havn í 1914 og byrjaði at arbeiða sum lærari á Skálafjørðinum, men hann hevði bert arbeitt sum lærari nakrar fáar mánaðir, tá ið hann gavst 21 ára gamal fyri heilt at halga seg Harranum. Alt lívið ferðaðist hann um oyggjarnar við gleðiboðskapinum, og samstundis avrikaði hann eitt ógvuliga stórt bókmentaligt arbeiði.

Hann skrivaði og týddi umleið 900 sálmar og sangir, skrivaði 2 skaldsøgur og umsetti einar 20 bøkur og smárit til føroyskt. Nevnast kann skaldsøga hansara, ”Aðru ferð”, sum er givin út fleiri ferðir í nógvum túsund eintøkum. Krúnan á lívsverki hansara var stórverkið, at umseta Bíbliuna til føroyskt mál.

Victor var giftur við Henrikku f. Olsen úr Søldarfirði, og tey áttu 9 børn. Tríggjar av døtrum teirra eru framvegis á lívi, Karolina Øregard, Harriet Isaksen og Victoria Jacobsen, og tær gleðast nú í aldurdóminum um, at henda lítla bókin við seinasta boðskapinum frá pápanum, sum í dag, 28. mars, hevði fylt 127 ár, verður borin í hvørt heim í Føroyum 60 ár eftir deyða hansara.

Tað er Traktatgrunnurin í Havn, sum gevur út.

Kelda: vp.fo