Netvarp

R7 - Savn

FEÐGAR VIÐ BÓKUM

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar 
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 12.01.2022

FEÐGAR VIÐ BÓKUM

– tvær lívssøgur!

Hóast Kringvarpið hevði áhugaverda gjøgnumgongd av mentunarliga avrikinum í 2021, við serligum atliti til bókaútgávur, so undrar tað ein, at einki varð nevnt um tær tvær bøkurnar, sum komu út dag um dag, nevniliga bókin um Skotska trúboðaran, sum búsettist í Føroyum og búleikaðist her alt sítt lív, William Gibson Sloan, og síðani bókin um son hansara Andrew William Sloan, sum virkaði sum trúboði í Føroyum í meira enn 50 ár. Men hetta var nokk ósketnið!

Í desember komu tvær bøkur dag um dag. Onnur bókin hevur heitið “WILLIAM GIBSON SLOAN – veking í Føroyum,” og hin eitur “ANDREW SLOAN – lív og læra.” Ikki var tað tí, at tað var avtalað, at faðir og sonur skula koma út samstundis, men hetta var eitt óætlað samanfall. Men stuttligt var tað, at feðgarnir William Gibson Sloan og Andrew William Sloan koma út í hvør sínari bók dag um dag.   

Tað er trúboðin og fyrrverandi lærari, John í Skemmuni úr Porkeri, sum hevur skrivað og lagt bókina um Andrew Sloan til rættis. Hann hevur lagt nógvar tímar, dagar og ár í hetta drúgva og stóra arbeiði, við tí úrsliti, at Føroya fólk á fyrsta sinni hevur atgongd til eina bók við lívssøguni um  merkismannin, trúboðaran, prædikumannin, evangelistin, bíbliulæraran og ikki minst sálarhirðan Andrew William Sloan.

Andrew var føddur 9. februar 1896 og fekk millumnavnið William eftir pápanum. Tað var væl valt, tá hugsað verður um, at Andrew valdi at ganga í fotasporum faðirs síns, tá vit hugsað um hansara lívsverk – hann valdi trúboðaragerningin eins og pápin!

SAMFELAGSÁRIN

Bókaframløga í Finsen
Andrew andaðist 15. september í 1973. Hann var tá 77 ára gamal. Tá hevði hann ótroyttiliga virka í orðsins tænastu í meira enn fimti ár. Hvat ein slíkur maður og ein slík tænasta hevur havt at týða fyri føroysku tjóðina, bæði andaliga og tímiliga, kann ikki málast á einum excel-arki ella annan hátt. Eitt er heilt vist, at orð Guds, sum verður prædika í samkomum, missiónshúsum og kirkjum viku eftir viku og ár eftir ár, hevur eitt stabiliserandi og grøðandi árin á fólki og samfelagið, sum sæst aftur í trivnaðinum og lívsgóðskuni hjá tjóðini.

Tað var hendan tænastan, sum feðgarnir, William Gibson Sloan og sonur hansara Andrew, og mangir aðrir við teimum, bæði innan kirkjuna og frísamkomurnar, hava halgað sítt lív til; og vit eiga at vera  teimum takksom og vísa minni teirra allan heiður – tað hevur John í Skemmuni gjørt við bókini um Andrew William Sloan!

BÓKAFRAMLØGUR

Rithøvundurin John í Skemmuni valdi at hava tvær bókaframløgur. Fyrra framløgan var fríggjakvøldið 10. desember í Auluni í Finsen, Tórshavn, og seinna var í Ósaskúlanum í Klaksvík  leygarkvøldið 18. desember. Hóast mann saknaði persónar, ein hevði roknað við at møtt til eitt slíkt høvi, so var tað fitt av fólki, sum vitjaði og sum eisini nýttu høvi at ogna sær bókina; og  tí jólini nærkaðust, vóru tað tey, sum fóru til hús við fleiri enn einari bók.

Onkur var boðin at hava eitt innlegg um Andrew Sloan undir framløgunum. Tá varð m.a. ført fram: “Andrew hevði eina ávísa tign yvir sær, bæði tá hann var á prædikustólinum og tá tú møtti honum í Havnagøtum.” Onkur hevur skemtiliga tikið til: “Tá Andrew kom gangandi eftir Niels Finsensgøtu, “ruddaði” hann gøtuna fyri sigarettir, tí eingin vildi møta Andrew við eini sigaret í hondini!”  Eisini varð nevnt, at “tá ið Andrew talaði um kontraversiel evnir, sum ymiskar áskoðanir eru um, tók hann  mangan soleiðis  til: “Tað eru aðrir góðir menn, sum hava eina aðra áskoðan um hetta evni.”

At bókin hevur undirheitið LÍV OG LÆRA sigur okkum hvussu bókin er skipað. Bókin er í tveimum pørtum. Fyrri parturin, sum telur 292 síður, er lívssøga Andrew Sloans, meðan seinni parturin, sum telur gott 200 síður, eru 9 bíbliufyrilestrar, sum Andrew Sloan hevði í Ebenezer í 1960. Við hesum fyrilestrum fáa vit eina góða meting av hvat bíbliulærarin Andrew Sloan stóð fyri, tá hann ótroyttiliga oysti av sínum bíbliukunnleika. Øll eru nokk ikki samd við Andrew Sloan í øllum, sum hann ber fram, men Andrew sjálvur innsá við størsta eyðmjúkleika, at “tað eru aðrir góðir menn, sum hava eina aðra hugsan um evni!”  

John í Skemmuni sigur m.a. í formælinum: “Hetta arbeiði gjørdist drúgvari, enn eg upprunaliga hevði mett, tí tað er so nógv skrivligt eftir Andrew – bæði dagbøkur og annað tilfar, sum eg havi fingið atgongd til frá abbabørnum hansara. Tøkk skulu tey hava fyri vælvild teirra!”

Poul Færø sigur m.a. í innganginum: “Eg kom einaferð í eina svára og ovurhonds tunga trongd, sum var meir enn eg var mentur at bera, so at eg misti móti. Einastu ráðini vóru at luta hesa trongd við kæra bróður mín Andrew. Svarið, sum Andrew gav mær ta ferðina, hevur síðan tá mangan komið mær persónliga væl við í teimum mongu trongstøðum, mær hava verið fyri á lívsleiðini saman við Harranum!”

John Færø hevur eitt innlegg á aftastu kápu, har hann m.a. sigur soleiðis um bókina: “Við hesi bókaútgávu gongur John nýggjar leiðir í tænastu síni fyri Harran, og sigast má, at hann leggur væl frá landi. Talan er veruliga um eina áhugaverda, spennandi og rannsakandi bók!”

John í Skemmuni sigur við Kristiligu Tíðindatænastuna, at tað var nógv keldutilfar, ið skuldi lesast og granskast, men tað, sum hugtók hann einamest var at lesa í dagbókunum hjá Andrew og fáa dokumenterað hvussu inniliga hesin maðurin livdi við Harranum og hvussu eyðmjúkur hann var. John sigur eisini, at hann er nøgdur við móttøkuna, sum bókin hevur fingið. Um onkur liggur inni við onkrari søgu ella onkrum persónligum minni um Andrew Sloan, sum ikki er komið við í bókina, er ein vælkomin at senda hetta víðari til rithøvundan.

Bókin er 540 síður og hevur harða kápu. Í bókini er eitt ótal av myndum, sum mangan tala meir enn teksturin. Bókin er sera væl egna sum gáva. Tað er forlagið hjá rithøvundanum  GÓÐ TÍÐINDI, sum gevur bókina út. Bókin er prenta við einum upplagi upp á 1500. Bókin liggur til sølu í bókabúðunum.  

Pjd, Glyvrar 12 jan. 2022 / MAPPA: Tíðindagreinar / DOKTITLE: ANDREW SLOAN, bók

MEDIA: Facebook pjd > facebook Berøa 30.01.22 – jn.fo 31.01.22 – oyggjatidindi.fo 01.02.22 – lesarin.02.02.22 – norðlýsið.fo > suðuroyarport.fo 04.02.22