Netvarp

R7 - Savn

Elsba og William Gibson Sloan 140 ár

Poul Jóhan Djurhuus skrivar:

Tað eru júst í dag, mánadagin 11. oktober 2021, 140 ár síðani havnagentan Elsba í Geil og skotski trúboðarin William Gibson Sloan gingu í hjúnaband saman.

William Gibson Sloan kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865 at kunngera evangeliið. Tað gingu 15 ár, áðrenn hann sá tey fyrstu játta trúgv og fylgja Harranum í dópinum. Elsba í Geil var ein teirra. Hon varð doypt 02. desember 1880. Tey giftust í Skotlandi 11. oktober 1881.

Tey fyrstu árini búðu tey í íbúðini á loftinum í Sloans-sali, men har var ov lítið pláss. Í 1891 yvirtóku tey eini sethús, ikki langt frá salinum, har tey fluttu inn. Húsini eru í dag kend sum Sloans Hús og standa enn sum eitt hugnaligt minnisprýði frá teirri gomlu tíðini við Tinghúsvegnum, næsti granni við Heinesens Hús. Tað er samkoman í Ebenezer, sum umsitir húsini og nýtir tey m.a. til ymisk mentanartiltøk innan samkomuna. Tórshavnar kommuna eigur húsini.

Elsba royndist Sloan ein hollur stuðul í evangeliska arbeiðinum. Tey fingu 6 børn. Ein teirra var hin navnframi Andrew Sloan, sum gekk í fótasporum faðir síns, tá ið hann valdi eina lívsleið sum prædikari orðsins. Hann var, eins og faðir sín, til stóra signing fyri samkomulívið í Føroyum.

William Gibson Sloan, vanliga róptur Gamli Sloan, andaðist 04. sept. 1914 og Elsba andaðist 04. juni 1930. Tey liggja grivin í Gamla kirkjugarði í Havn, har gravsteinurin yvir tey stendur sum eitt prýðiligt minni.

Enn einaferð – má Gud signa minni eftir
Elsbu og William Gibson Sloan!

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Glyvrar 11.10.2021