Netvarp

R7 - Savn

Einki netvarp úr Ebenezer

Síðan Korona-farsóttin tók seg upp á grækarismessu 2020, hevur Evangeliska Røddin netvarpað regluliga úr Ebenezer.
Eitt tíðarskeið vóru eingi møti. Tá varð netvarpað sunnumorgun, sunnudagsskúli og eisini mikukvøld.
Seinastu tíðina hevur talan sunnumorgun verið netvarpað.
Eisini sangløtur og onnur tiltøk eru netvarpað. Tilsamans einar 130 sendingar.
Hagtølini vísa, at tey eru mong sum fylgja við á netvarpinum, men tað er kortini torført at meta um, hvørja áskoðan hyggjararnir hava til skipanina við netvarpi. Tað hevði verið gott at frætt um hetta.

Kunning frá Ebenezer:
Netvarpað verður ikki sunnumorgnar
Fyribils verður ikki netvarpað úr Ebenezer sunnumorgnar.
Tað hevði glett okkum at frætt frá tykkum, sum hava fylgt talunum á netinum, hvørja áskoðan tit hava til netvarpingina.
Skrivið til Ebenezer@ebenezer.fo