Netvarp

R7 - Savn

Eingin Samfelagsstevna í Ebenezer í ár

Samkoman í Ebenezer skrivar:

Kæru náðisystkin.
Við hesum vilja vit boða frá, at ongin samfelagsstevna verður í Ebenezer í ár.
Orsøkin er korona-farsóttin, sum herjar um allan heim, og tey tilmæli, sum føroysku heilsumyndugleikarnir hava boðað frá fyri at tálma farsóttini.
Ætlandi verður netvarpað úr Ebenezer í vikuskiftinum.
Kunnað verður meir gjølla um hetta á heimasíðuna www.ebenezer.fo
Um Harrin vil og vit liva gleða vit okkum at síggja tykkum til samfelagsstevnu komandi ár.

Vegna samkomuna í Ebenezer
Eli J. Christiansen og Oddmar Færø