Netvarp

R7 - Savn

Dupultfløga við Miðnáttarsangbólkinum

Bólkurin, sum var væl dámdur í sjeytiárunum, verður við á serligum tunnilstiltaki á Toftum nú leygardagin 19. desember 2020.

Hesi myndaðu Miðnáttarsanghbólkin í sjeytiárunum:
Aftast, v.f.: Jóannes S. Hansen, Leivur á Torkilsheyggi og Ólavur Tausen. Miðraðið, v.f.: Anna á Torkilsheyggi, Karin Lamhauge, Elin á Torkilsheyggi, Charles Jacobsen, sáli, og Eydna Torkilshøj.
Fremst, v.f.: Hallgrím Miðberg, Sæunn Hansen,Annika Gunrim og Símun Pætur á, Torkilsheyggi.

Nú undan jólum er dupultfløga komin í handlarnar við gomlum, kendum sangum og tónleiki. Talan er um tann, frá sjeytiárunum, legendariska og væl kenda og populera sangbólkin í Eysturoynni – Miðnáttarsangbólkurin.

Tað var í 1973, at Miðnáttarsangbólkurin hoyrdist á fyrsta sinni á almennum støði. Hetta var í sambandi við miðnáttarsamkomurnar, sum hvørt vikuskifti vóru í Berøa í Saltangará, har ungdómur úr allari oynni savnaðist at hoyra Guds Orð og lívsglaðan sang, saman við einum góðum drekkamunni.

Tað var ikki bert møti-ungdómur, ið møtti upp til hesar miðnáttarsamkomur, men eisini ungdómurin, sum kom úr dansi- og discohølunum í oynni vitjaði dúgliga – og teimum dámdu væl, eisini at hoyra andaliga sangin.

Tað var undir hesum umstøðum, at Miðnáttarsangbólkurin fekk luft undir veingirnar og gjørdist kendur, fyrst í Eysturoynni, men tað var skjótt, at boð vóru eftir honum um alt landið, og sjeytiárini var tíggjuáraskeiðið, har Miðnáttarsangbólkurin fylti nógv í tónleikalandslagnum í Føroyum.

Fyri mongum árum síðan, ávíkavist 1973 og 1977, komu tvey kassettubond í handlarnar við bólkinum. Men tey seinastu árini hava vit ikki hoyrt og sæð nógv til sangbólkin, og mong ár eru eisini liðin síðan seinastu tónleikaútgávuna – men, sum nú reisist úr gamla tónleikasavninum!

Tað er felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim, sum hevur tikið stig til at savna gomlu upptøkurnar við Miðnáttarsangbólkinum. Hann hevur fingið gott fólk afturat sær, sum bæði hevur hegni og nýggjastu útgerðina til at klæða gamlan tónleik í nýggjar búnar.

Country and Western
Á dupultfløguni eru ikki færri enn 32 innspælingar, har flestu eru country and western sangir, sum eru týddir m.a. av Flóvini Tyril, Hallgrím Miðberg og Jóannes S. Hansen. Fløgan kemur í dag 18. desember 2020.

Í fløguhúsanum er kápumynd av upprunabólkinum, og eisini hefti við nógvum forvitnisligum, søguligum myndum og teksti, sum sigur frá søguni hjá Miðnáttarsangbólkinum. Tað er Flóvin Tyril, sum hevur skrivað tekstin. Jóannes S. Hansen hevur tikið myndirnar, og Pól Andrias Larsen hevur sniðgivið fløguhúsan.

Tað er lív í Miðnáttarsangbólkinum enn, tí leygardagin frá kl.14 til 20, verður drive-in tunnilstiltak á havnaøkinum á Toftum, har m.o. Miðnáttarsangbólkurin fer at syngja.

Kelda: Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar