Netvarp

R7 - Savn

Bønarkalendari fyri oktobur

  1. oktober2021
    Bønaráheitanir–Viðvíkjandi harðskapi, neyðtøku og húsaófriði1.Faðir, ávirkanin av koronastongslinum hevur ført til øktan yvirgang, bæði kropsliga, sálarliga, fíggjarliga og kynsliga í Japan, serliga móti kvinnum. Ger hesar kvinnur førar fyri at sleppa burtur úr hesum ágangi, fáa hjálp og finna Teg sum teirra ljós í myrkrinum. (Sálmur 31:5)(en. 31:4)
    2. Faðir, uml.6 av 10 upprunakvinnunum í Kanada siga frá, at tær hava verið fyri kropsligum ella kynsligumágangi. Vit biðja Teg, Gud, um at broyta tann mentanarliga hugburðin, siðirnar og lógirnar í landinum,so tað kann hjálpa hesum kvinnum til at liva uttan ótta fyri harðskapi. (Esaias 41:10)
    3. Góði Harri, broyt hjørtu og sinni á monnum í India, sum ikki virða kvinnur og fara illa við teimum. Ger, at kvinnur í India verða virdar, vardar og kunnu fáa útbúgving og finna sannan frið í Jesusi Kristusi.(Sálmur 27:1 –Rómbrævið 12:2)
    4. Alvaldandi Harri, vit prísa Tær fyri, at lógir í Finnlandi eru broyttar, so at tey, sum eru offur fyri harðskapi, hava betri atgongd til støð, har tey finna skjól. (Orðtøkini30:5b)
    5. Miskunnsami Gud, verj skúlagentur á Fílabeinsstrondini frá at verða neyðtiknar av sínum lærarum. Vit biðja eisini, at tann siðvenjan at umskera gentur má verða sett úr gildi, og at offrini fáa hóskandi heilsuhjálp. (Sálmur 5:12)(en.5:11)
    6. Gud, Faðir okkara, halt Tína hond yvir kvinnur í Danmark, sum hava mist sítt sjálvsvirði, og ikki hava styrki til at flýggja undan harðskapi í heiminum. Veit teimum nýggja vón. (Sálmur 68:20)(en. 68:19).
    7. Faðir, vit biðja fyri familjum í Korea, hvørs familjubonderu slitnað orsakað av harðskapi, og har børnini rýma, og næsta ættarlið endurtekur sama atburðin. Knýt hesi familjubond saman aftur. (Sálmur 47:3)
    8. Uml. 67% av ungdómi í Portugal halda, at tað er í lagi við harðskapi á ástarfundum. Gævi at tey læra,hvat veruligur kærleiki er, og læra at virða hvørt annað. (1.Jóhs.bræv 4:10-11)
    9. Strongd, fátækradømi, stongsil og arbeiðsloysi hava gjørt sítt til at økja um neyðtøkur og harðskap móti kvinnum í Uruguay. Harri, hjálp fólkinum at finna ein sunnan mátaat lætta um strongdina og velja at samarbeiða fyri at loysa teirra trupulleikar. (Filippibrævið 2:2)
    10. Gud, verj gentur í Zimbabwe frá at verða misbrúktar og neyðtiknar av sínum skyldfólkum. Ger, at familjan ikki letur sum einki, tá slíkt kemur fyri –í vón um at ”verja familjunavnið”. Lat tey í staðin kenna sína skyldu at verja, elska og virða hesi børn. (Orðtøkini18:5)
    11. Harri, vit biðja fyri teimum í Rumenia, hvørs vónloysi fær tey at gera seg inn á onnur. Gev teimum náði atvenda við og angra og grøð tey. Ger, at Tín kærleiki, sum kann umbroyta tey, má floyma inn í hjørtu teirra, so at tey kunnu læra at elska onnur. (Titusbrævið 2:11-12)
    12. Harri, vit biðja fyri kvinnum í Paraguay, sum líða undir alskyns harðskapi. Ger Tíni børn før fyri athjálpa teimum at flýggja undan harðskapinum og at tær verða settar fríar við Tínum Soni. (Jóhs.ev. 8:36)
    13. Vit biðja, Harri, fyri monnum og kvinnum í Pólandi, sum eru fallin til alkohol. Veit teimumsálarbót, so at tey ikki fara illa við sínum maka ella forsøma børn síni. (Orðtøkini20:1)
    14. Vit biðja, Harri, fyri kvinnum og børnum í Fraklandi, har harðskapur við hús er øktur nógv undir korona stongslinum. ”Tit menn, elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær:” (Kolossebrævið 3:19)
    15. Góði Gud, grøð hjørtuni á kvinnum í Norður Kaukasus, sum hava verið fyri harðskapi, og hjørtuni á russiskum kvinnum, sum hava mist álitið á kærleiksfullum familjubondum. (Sálmur 72:12)
    16. Faðir, broyt hugburðin og siðvenjuna hjá teimum í tí etiopisku mentanini, sum fremja og lata harðskap um seg ganga móti kvinnum. Uml. 19% av kvinnum í Etiopia siga seg hava verið fyri kropsligum harðskapi av einum maka. Grøð tær, Faðir. Mongum av teimum tørvar læknahjálp fyri sínar løstir. (Sálmur 30:3)(en. 30:2)
    17. Harri, ver hjá teimum í Svøríki, sum eru avbyrgd og fáa avmarkaða fíggjarliga hjálp. Varða tey frá strongd, sum kann føra til harðskap innan familjusambond. (Sálmur 94:19)
    18. Harri, í Grønlandi verða ógvuslig brotsverk framd orsakað av brennivíni og øðrum rúsevni og stórum arbeiðsloysi hjáungum fólki. Harri, send eina andaliga veking, so fólkið har vil venda særtil Tín. (Ezekiel 11:19-20)
    19. Alvaldandi Gud, vit takka Tær fyri, at løgreglan í Indonesia reagerar skjótt, tá tey frætta um harðskap. ”Harri, Tú hoyrir tað, sum hini eyðmjúku ynskja …” (Sálmur 10:17-18)
    20. Himmalski Faðir, vit biðja, at tey, sum fremja harðskap heima við hús í Spania, mugu standa til svars fyri tað. Ger, at tey vilja venda við og angra og broyta sítt lív. (Sálmur 11:5)
    21. Faðir, vit biðja fyri teimum í Kambodja, sum ikki tora at melda neyðtøku orsakað av skomm og ótta fyri, at onkur fer at hevna seg inn á familju teirra. Ger, at tey fáa mót og dirvi, hjálp og verju, sum teimum tørvar. (Sálmur 91:1-2)
    22. Góði Gud, hvønn mánað verða uml. 10 –15 gentur í Liberia neyðtiknar av pápanum ella av teimum, sum skulu ansa eftir teimum. Vit biðja fyri, at løgreglan vil reisa ákæru ímóti teimum og handtaka gerningsmenninar. (Sálmur 103:6)
    23. Alvaldandi Gud, harðskapur í Suðurafrika er øktur í stórum. Góði Gud, verj offrini í sínum heimum, har harðskapur verður framdur og flestu neyðtøkurnar fara fram. (Esaias 32:18)
    24. Miskunnsami Gud, veit frið og sameining í familjum í Norður Kýprus, har familjubondini eru slitin, har kvinnur líða undir kropsligum og sálarligum harðskapi. Ger, at Kvinnur við vón sendingarnar kunnu veita teimum vón og grøðing. (Rómbrævið 15:13)
    25. Harri, hjálp børnum í Tansania, og lívga hjørtuni og sinnini á teimum, sum hava verið neyðtikin og illa viðfarin í sínum heimum. (Sálmur 17: 8-9)
    26. Faðir í himli, harðskapur heima við hús í Ukraina verður ofta duldur. Bara ein brotpartur av offrunum boða frá, og mong halda, at tað er ein privat søk. Veit offrunum frælsi, grøðing og rættvísa viðferð. (Markus 4:22)
    27. Hjálp kvinnum á Filipsoyggjunum, sum líða undir at hava verið neyðtiknar og undir harðskapi av sínumnæstringum, at boða frá og fáa verju, grøðing og rættvísa viðferð. Ger, at gerningsmenninir gevast við sínum illgerðum og læra at virða kvinnur. (Esaias 1:16)
    28. Harri, takk fyri lond, har løgreglan er reiðilig. Gev kvinnum, sum eru raktar av harðskapií hesum londum, sjálvsvirði og styrki til at leita sær hjálp. (Sálmur 46:3)
    29. Harri, verj kvinnur frá yvirgangi, tær, sum búgva í vandamiklum grannaløgum, ella í bráðfeingis tilhaldum orsakað av landsumfatandi vanlukkum ella kríggi, ella tí tær eru flýddar. (Esaias 41:10)
    30. Góði Gud, skúlar eru ætlaðir at vera trygg støð fyri at kunna læra og mennast. Gev foreldrum, lærarum og fyrisitingini vísdóm til ikki at góðtaka happing ella nakran harðskap í skúlum. (Sálmur 32:7)
    31. Harri, soleiðis sum tú elskar okkum. Hjálp okkum at elska tey, sum hata og særa okkum. Hjálp okkum at finna styrki í Tær, tí Tú stríðistfyri okkum. (Lukas 6:27-28)

    ”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn”
    (Eeva Vӓhӓsarja)

    Eitt orð um vón

    eftir Miia da Silva, TWR Kvinnur við vónsamskipari fyri Evropa og CAMENA

    Menniskjahandil er eitt andstyggiligt brotsverk, sum fer fram allastaðni rundan um okkum. Mett verður sambært ST, at 30% av offrunum eru børn, sum koma at líða undir tvingsilsarbeiði og kynsligum og øðrum misbrúki…

    Tað finst einki einfalt svar uppá, hvussu vit kunnu stríðast ímóti og vinna á menniskjahandli og kynsligum misbrúki av kvinnum. Tað, sum er greitt, er, at vit mugu taka upp til viðgerðar ta oyðilegging, sum tað førir við sær fyri hvørja einstaka kvinnu, sum er komin í hesa fellu, og at vit mugu náa út til hesar kvinnur og hjálpa teimum at finna innari grøðing og frælsi.

    At náa kvinnum, hvørs ”arbeiði er á gøtuni” er ikki nøkur løtt uppgáva, tí tær eru undir so strongum eftirliti og kunnu ikki flyta seg frítt. Ymisk sløg av felagsskapum mugu arbeiða saman fyri at handfara hesa fløktu avbjóðingina .TWR Kvinnur við vón hevur sum miðlatænasta ment eitt hoyrispæl, nevnt Fjaldir skattir (Hidden Treassures) –(nevnt fyrr í bønarkalendarum), tað sigur frá veruligum søgum frá veruligum kvinnum, sum eru fangaðar í felluni skøkjulevnaður. Hetta miðlatólið verður so brúkt av felagsskapum, sum virka ”á gøtuni” til at bera ein boðskap um vón í Kristusi, tá tey koma í samband við seldar kvinnur á ein varnan hátt, og ein hátt, sum tær kenna seg aftur í, við at nýta MP3 spælarar.

    Fjaldir skattir er fyri at boða kvinnum í skøkjulevnaði vón og grøðing í Jesusi við at nýta miðlar til at siga frá viðkomandi veruligum lívssøgum, sum elva til umvending, sum so førir til umbroyting.

    At verða sloppin burtur úr skøkjulevnaði er eitt stórt og avbjóðandi stig. Okkara samstarvsfelagar á hesum økinum byggja upp samband við hesar kvinnur og luta hetta hoyrispælið Fjaldir skattir við tær.Ein kvinna greiðir frá: ”Søgurnar eru sera rørandi og siga kvinnunum nakað. Í summum av søgunum síggi eg meg sjálva, og í summum øðrum søgum síggi eg lívið hjá mínum vinfólkum, sum ”arbeiða á gøtuni”. T.d. sosialarbeiðarin í søguni -hennara kærleiki og umsorgan eru líka so undurfull sum tann hjá teim kristnu sosialarbeiðarum, eg havi hitt.”

    Men hvat hendir, eftir at tað hevur eydnast eini kvinnu at sleppa burtur úr hesum fongsli, sum hetta tvingsilsarbeiði er? Tá byrjar ein long leið, sum er merkt av skomm og trauma. Lítið skal til, sum kann forða grøðingartilgongdini, og ov ofta fella kvinnur aftur til lívið ”á gøtuni”.

    Tá vit taka henda trupulleikan upp, spyrja vit okkum sjálvi: Hvussu kunnu vit stuðla okkara samstarvsfeløgum, sum hjálpa kvinnum at uppbyggja eitt nýtt lív í frælsi? Og so birtist hugskotið at gera eina røð av hoyrispølum afturat. Sum ein miðlatænasta ynskja vit at fylgjast við okkara samstarvsfeløgum og framleiða tað næsta stigið av sendingum, sum skal stuðla grøðingartilgongdini hjá hesum kvinnum og hjálpa teimum á ”vónarferðini”. Meðan felagsskapir ”á gøtuni” kunnu vera førir fyri at arbeiða persónliga við teimum, sum eru sloppin burtur úr skøkjulevnaðinum, so vóna vit at menna eitt miðlaamboð, sum kann stuðla undir tí andaliga vøkstrinum og uppbyggja teirra nýggja samleika í Kristusi.

    Vilt tú biðja fyri TWR Kvinnur við vón, nú vit royna at menna sendingina Ein ferð í vón (Journey of Hope)fyri at hjálpa kvinnum at mennast í einum djúpari samfelagi við Jesus og at finna grøðing og vón í Honum?

    Hidden Treasureser tøkt á mongum tungumálum: Albanskum, bulgarskum, kekkiskum, enskum, hindu, ungarskum, rumenskum og russiskum. Ein koreansk umseting verður skjótt liðug, ein sponsk og ein brasiliansk portugisisk er á veg. Sjálvt um sendingin er tøk á heimasíðuni www.hishiddentreasures.com, brúka okkara samstarvsfelagar á gøtuni fyri tað mesta MP3 spælarar.

    *Miðasia, Miðeystur og Norðurafrika KVINNUR VIÐ VÓN twrwomenofhope.org

    Fíggjarstuðul:
    EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145 til at flyta pening tilskilað til TWR. –Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR.–TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org