Bønaráheitanir apríl 2022
Bønaráheitanir apríl 2022.
Harri, grøð bæði kensluliga og likamliga tær mongu russisku kvinnurnar, sum hava teknað seg til Instagram síðuna hjá TWR Kvinur við vón, og sum hava biðið um forbøn, tí tær ikki kunnu fáa børn. (Sálmur 119:76)
2. Góði Faðir, send fólk til einkjur í Albania til at ugga tær og stuðla teimum andaliga. Grøð sinni teirra og hjálp teimum til at gerast fíggjarliga sjálvstøðugar. (Sálmur 68:6)(en. 68:5)
3. Góði Gud, endurnýggja tey trúgvandi í Danmark. Lat eygu teirra upp, so tey síggja, at teimum tørvar at lesa Títt Orð og biðja til Tín hvønn dag. Ger mammur og ommur varar við teirra andaliga týdning við at tær tala Títt lív inn í hjørtuni á sínum børnum og barnabørnum. (Orðt. 7:1-3)
4. Harri, kvinnur, sum koma ígjøgnum flóttafólka-og asylskipanina í Italia, hava verið ígjøgnum nógvar royndir og nógva líðing. Hjálp myndugleikunum at síggja og nøkta teirra tørv til likamliga og sálarliga heilsutænastu og løgfrøðiliga hjálp. (Sálmur 56:9)(en. 56:8)
5.Nógvar gentur í Svøríki brúka nógva tíð á alnótini av berum einsemi. Vit biðja Teg, Faðir, verj tær bæði til anda, sál og likam. Lat tær ikki gerast offur fyri tvingsli ella harðskapi. (Orðt. 4:23)
6. Gud,gev Kvinnur við vón toyminum í Serbia evni og hugflog til at vita, hvussu tey skulu ávirka lívið hjá kvinnum. Brúka Kvinnur við vónsendingar og bønarkalendarar til at draga kvinnur til inniligari samband við Teg gjøgnum bøn og við at lesa Títt Orð. (Efesusbrævið 4:15)
7. Vek upp trúgvandi kristnar kvinnur í Norra, Harri. Ger, at tær slaka í skundinum í tí tímiliga og raðfesta hægri sína tíð við Teg í bøn og við Títt Orð. (Matt.ev. 6:33)
8. Faðir, vit biðja um grøðing fyri teimum gentum og dreingjum í Grønlandi, sum hava verið úti fyri kynsligum misbrúki og blóðskomm. Virka eisini í lívinum hjá pápum og mammum, so at tey virða, elska og hava umsorgan fyri sínum børnum. (Efesusbrævið 6:4)
9. Takkið Gudi fyri ta vaksandi ávirkan, sum lokalar kristnar útvarpssendingar hava á franska samfelagið. Síðani 1981 eru útvarpsstøðirnar spjaddar um alla tjóðina við positivum og gudiligum innihaldi. (Efesusbrævið 3:20-21)
10. Harri, vit biðja, at hoyrispælið Fjaldir skattir (Hidden Treasures)* má verða væl móttikið á ráðstevnuni móti menniskjahandli, sum skal verða í mai mánað í Týsklandi. Ger, at sosialarbeiðarar og felagsskapir góðtaka og nýta hetta góða amboð. (Matt.ev. 13:44)
11. Góði Faðir, gev nýggju stjórnini í Niðurlondum dirvi og vísdóm, serliga teimum, sum eru trúgvandi. Ger, at tey vilja lata seg vegleiða av Tínum Orði, tá ið tey skulu taka týðandi avgerðir viðvíkjandi almennum heilsuviðurskiftum, bústaðarviðurskiftum og etikki í læknaviðurskiftum.(Sálmur 72)
12.Góði Gud, lat hjørtuni upp á roma (sigoynara) kvinnum í Bulgaria fyri Tínari frelsu og fyri at søkja sær vísdóm frá Tær til at uppala síni børn. Hjálp teimum at megna bæði sosialar og útbúgvingarligar forðingar. (Lukas 18:27)
13. Vit takka Tær, Gud, fyri innsavningina í mai mánað í finskum og svenskum kirkjum til at stuðla Kvinnur við vón sendingum, sum verða fíggjaðar av okkara samstarvsfelaga í Finnlandi. (Lukas 6:38)Faðir, Tú ert tann, ið heldur okkum uppi. Veit kvinnum í Kroatia góðar starvsmøguleikar, so tær kunnu forsyrgja sínari familju. Styrk Tú trúgv og dirvi teirra, sum tær hyggja upp til Tín. (Filippibrævið 4:19)
15.Harri, vit takka Tær fyri TWR Kvinnur við vóntoymið í Portugal. Góði Harri, samein hjørtuni í hesum toyminum, leiðbein tær í, hvussu tær kunnu útvega fígging og fleiri limir til toymið, sum tørvur er á til at boða Títt Orð fyri kvinnum í Portugal. (Filippibrævið 2:2)
16. Harri, vit biðja, at útlendskar kvinnur, sum búgva í Føroyum, verða væl móttiknar í samfelagnum. Vit biðja, at hesar familjur koma til trúgv á Kristus. (2. Mós. 23:9)
17. Góði Faðir, styrk kvinnurnar í Rumenia, sum bera mat og aðrar neyðsynjarvørur til korona raktar familjur, og styrk tær í at vísa kærleika og geva andaliga vegleiðing. Hjálp teimum at veita troyst til teirra, sum syrgja síni kæru, sum tey hava mist. (Jóhs.ev. 11:25)
18.Sum ein avleiðing av heimsfarsóttini líða mong í Spania av avbyrging, einsemi og óloystari sorg. Vit biðja, at tey koma at kenna Teg. Tú sum eina gevur sannan frið og alla troyst. (Jóhs.ev. 14:27 og Seinna Tessalonikubræv 2:16-17)
19.Harri, vit biðja fyri fólkinum í Sveis, at tey gerast forvitin eftir at kenna ta kristnu trúnna og verða opin fyri at grunda á kjarnusannleikarnar í trúnni og koma at tráa eftir at kenna Frelsaran.(Esaias 26:9)
20. Faðir, vit biðja fyri alfonsum og øðrum, sum hava ein leiklut í, at kvinnur verða seldar til skøkjuhandil sum ein vøra. Sannfør hjørtu teirra til at venda sær burtur frá hesum óndskapi til Tín og fáa eitt nýtt lív. (Esaias 1:16)
21. Harri, gev teimum, sum vitja kvinnur í fonglsum í Albania, vísdóm og náði frá Tær til at boðaevangeliið. Takk fyri kristnar felagsskapir sum ”Shkbsh”, sum hjálpa fongslaðum kvinnum at finna vón í Jesusi. (Hebr.brævið 13:3)
22. Lat hjørtuni upp á norskum kvinnum til at trúgva á Teg og koma at kenna Tín kærleika og Tína góðsku, Harri. Grøð tær fyri kenslu av skomm, skuld og at vera vrakaðar, og gev teimum náði til at taka ímóti tínum kærleika, Tíni umsorgan og miskunn. (Rómbrævið 8:1)
23. Faðir, vit biðja Teg um at varðveitahjørtu og sinni á næmingum í Fraklandi. Vit biðja, at allir næmingar finna sítt virði og sín samleika í Tínum sannleika. (Sálmur 100:3)
24. Vit biðja um grøðing fyri kvinnur í Italia, sum uppliva sálarligan harðskap. Slít fíggindans leinkjur, Faðir, og hjálp hesum kvinnum at finna skjól í Tínum Orði og eisini at fáa hóskandi viðgerð, sum teimum tørvar. (Jóhs.ev. 8;32)
25. Harri, takk fyri, at kristnir skúlar í Niðurlondum hava fingið fíggjarligan stuðul frá tí almenna í yvir 100 ár. Lat skúlarnar framvegis vera støð, har Tínir bíbilsku sannleikar verða lærdir og móttiknir (Titusbrævið 2:1)
26. Harri, vit bera fram fyri Teg teir umleið 55.000 íbúgvarnar í Føroyum. Gev teimum eina kenslu av felaggskapi og einleika, hóast spjadd yvir 17 oyggjar. (Kolossebrævið 3:14)
27. Harri, vit biðja, at russiskar kvinnur mugu verða drignar til at lurta eftir Kvinnur við vónsendingum og koma at kenna ein elskandi Faðir, sum leingist eftir at grøða teirra sundurbrotna hjarta. (Sálmur 34:19)(en. 34:18)
Gud, vit takka tær fyri, at ung trúgvandi í Sveis vilja liva sítt lív í trúnni á Teg. Vit biðja, at tey framhaldandi vaksa í einum djúpari, inniligari samfelag við Teg. (Fyrra Pætursbræv 2:2)
29. Faðir, vit biðja, at fólkini í Bosnia-Hersegovina mugu sameinast í Tær og koma saman í friði. Harri, gev landsins leiðarum vísdóm frá Tær til at taka rættar avgerðir fyri landið. (Rómbrævið 12:18)
30. Gud, Tú sært, hvussu ung fólk hava lyndi til at vraka alt, sum hevur við gudstrúgv at gera. Harri, vit biðja fyri ungdóminum í Kekkia, at tey finna Jesus Kristus sum Harra og Frelsara, og eitt nýtt ættarlið av trúgvandi má vaksa upp har. (Præd. 12:1)
*Hidden Treasureser tøkt á mongum tungumálum: Albanskum, bulgarskum, kekkiskum, enskum, hindu, ungarskum, rumenskum og russiskum. -Ein koreansk umseting verður skjótt liðug og eisini ein sponsk og ein brasiliansk-portugisisk. -Sjálvt um sendingin er tøk á heimasíðuni www.hishiddentreasures.com, brúka okkara samstarvsfelagar á gøtuni fyri tað mesta MP3 spælarar.Mars–apríl 2022 –Eitt orð um vóneftir Lisu Hall, altjóða bønarsamskiparaAt standa stinnur í Gudi undir avbjóðandi umstøðum.Hvør eri eg? Hvaðani eri eg komin? Hvat er meiningin við mínum lívi? Eg haldi, at vit øll onkuntíð í lívinum hava sett okkum hesar spurningar. Tað liggur hvørjum menniskja so nær at vilja hava týdning, at hoyra til onkunstaðni og at hava eitt endamál og hava virði. Tey góðu tíðindini eru, at vit hava ikki fyri neyðini at hugsa um svarið. Gud hevur givið okkum svar í Bíbliuni, ogtað snýr segum, hvat Hann sigur um seg sjálvan og um okkum, Hansara børn.Í eini undranarverdarifrásøgn (2. Mós. 2.11ff) bønar Móses Gud um at læra ísraelsfólk Hansara vegir, so at tey kunnu kennaGud og fylgja Honum. Gud vísir seg tá fyri Mósesi og sigur: ”HARRIN, HARRIN, miskunnsamur og náðigur Gud, seinurtil vreiði, ríkur íkærleikaogtrúfesti, ogvísir kærleikatil túsundtals fólk, fyrigevuróndskap, lógbrot og synd. Tó letur Hann ikki hin seka verða óstraffaðan, Hann revsar børnini og barnabørnini fyri syndir fedranna í triðja og fjórða ættarlið.” (2. Mós. 34:6-7). Seinni leggur hann afturat, at Hann straffar ”tey, sum hata Meg; men vísir kærleika í túsund ættarlið teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.” (5. Mós. 5:9-10)Gud sigur seg vera ein miskunnsaman Gud, náðigur og kærleiksfullur; men tað er greitt, at Hann er eisini ein rættvísur Gud og tolir ikki avgudadyrkan. Hann er ein sáttmála Gud, sum ynskir eitt serstakt oginniligt samband við okkum!Henda útsøgnin frá Gudi um Hansara lyndi er ein stór uppmuntring fyri okkum. Okkara undursami Gud sigur eisini, at Hann broytist ikki (Esaias 40:8). Hann sleppir okkum ikki og fer ongantíð frá okkum. (5. Mós. 31:8) At vita hetta gevur okkum styrki, ugga, støðufesti og vissu fyri, at Gud, sum skapti okkum er óbroytiligur, álítandi og rættvísur. Vit kunnu rokna við Honum.Okkum tørvar at fáa okkara veruleika í rættlag. Ikki góðtaka alt, sum onnur hava sagt um Gud. Far til kelduna og finn útav, hvat Hann sigur um seg sjálvan. Tað, sum vit trúgva, hevureina grundleggjandi ávirkan á okkara lív. Okkara trúgv ávirkar okkara kenslur, sumso koma at ráða yvir okkara gerðum, sumfara at stýra okkum á okkara lívskós. Hava vit eina sanna fatan av Gudi?
4Hava vit eisini eina sanna fatan av okkum sjálvum. Um vit vilja vera vís í, at tað, sum vit trúgva, er satt, kunnu vit fara til Orð Hansara, sum hevur skapt okkum. Tá vit koma til trúgv á Jesus Kristus, verða vit grivin við Honum í deyða Hansara og reist upp til eitt nýtt lív í Kristusi. Vit hava fingið fyrigevingog fingið eitt nýtt lív. Gud ynskir at grøða allar partar í lívi okkara, men at liva tað lívið, sum Hann ætlar okkum, byrjar við, at vit trúgva sannleikanum. Í Efesusbrævinum síggja vit, at Gud hevur gjørt okkum til síni børn,ættleittokkum (Efesus 1:5),endurloystokkum (Efesus 1:7), útvaltokkum (Efesus 1:4), oginnsiglaokkum við Heilaga Andanum, sum Hann hevði lovað (Efesus 1:13). Vit eru frelst av náði Hansara við trúgv og skapt til góð verk (Efesus 2:8-10). Okkara virði kemur ikki av tí, sum vit gera, ella hvat vit halda?Tað er eina og aleina grundað á ”hvørs” vit eru –Guds dýrabaru elskaðu børn!Hvussu standa vit stinn í Gudi undir avbjóðandi umstøðum? Vit byggja okkara lív á hesa kjarnutrúgv –at skilja hvør Gud er, og hvørji Hann sigur, at vit eru. Um vit trúgva tí, sum Hann sigur og liva við Hansara sannleika sum okkara grundarlag, tá ið lívsins stormar herja, tá verða vit at enda standandi (Matt.ev. 7:24-27). Hvussu kundi lív okkaraverið broytt, um vit sóu Gud og okkum sjálviKVINNUR VIÐ VÓN twrwomenofhope.org”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)Fíggjarstuðul: EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145til at flyta pening tilskilað til TWR. –Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. –TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org