Bíbliuskeið: “Alt evangeliið fyri alt lívið.”
“Alt evangeliið fyri alt lívið” – bíbliuskeið við Tim Savage 24. og 25.
novembur
Sum kristin hava vit nógv at gleðast um. Takkað verið Kristusi, so eru
syndirnar, sum hoyra fortíð okkara til, fyrigivnar og framtíð okkara, hon er
tryggjað. Men hvat við løtuni nú? Seta vit okkum bara at bína, meðan vit sum fragast halda út ígjøgnum lívsins avbjóðingar og vónbrot, inntil vit ein dag stíga inn í himmalska hvíld? Sambært Paulusi ápostli er svarið eitt rungandi, “Nei!”
Tað undurfulla er, at Kristus fyllur lív okkara við øllum ríkidøminum úr lívi
sínum. Hetta er ein stórur sannleiki, men eisini ein, sum kristin alt ov ofta
hvørki virðismeta ella uppliva.
Kom á lívsumbroytandi bíbliuskeið í Hebron í Leirvík, 24. og 25. novembur,
har vit saman við Tim Savage gjølla fara at hyggja eftir, hvat Paulus sigur um kristna lívið. Hvat merkir tað, at vera í Kristusi og hvønn týdning hevur tað fyri tilveru okkara í Føroyum í dag?
Tað er Filadelfia í Gøtu, sum skipar fyri bíbliuskeiðinum í samstarvi við The
Gospel Coalition Norden. Skeiðið verður á enskum. Luttøka er ókeypis, men
neyðugt er at melda seg til.
Tim Savage (ThM, Dallas Theological Seminary; PhD, University of
Cambridge) er pastorur, rithøvundur, talari og virkandi altjóða samskipari í
The Gospel Coalition. Hann hevur tænt í samkomum í Texas, Stórabretlandi
og Arizona. Tim og kona hansara, Lesli, búgva í Onglandi og hava tey tveir
synir, Matthew og Jonathan, umframt tvær verdøtur, Ginu og Euniku. Tim
hevur skrivi fleiri bøkur, so sum Power through Weakness: Paul’s
Understanding of the Christian Ministry (Cambridge University Press) og
Discovering the Good Life: The Surprising Riches Available in Christ
(Crossway).
Tilmelding: https://docs.google.com/forms/d/
1sRpE3c8LWx9Vdi3CMuCKIvbjNaP3Sf6kmIn2QF-w51k/
Spurningar kunnu vendast til Arna Zachariassen á 741755 ella
arnizach@gmail.com.