Netvarp

R7 - Savn

Virksemi

Høvuðsvirksemið hjá Evangelisku Røddini (EvR) er regluligar útvarpssendingar á R7-sendistøðini, sum hoyrist um allar Føroyar.

Sent verður á R7:

”Kelduvaðið”Sunnukvøldkl. 20.00  –  Endursent hóskvøld kl. 21.00
”Á Torginum”Týskvøldkl. 21.00  –  Endursent sunnudag kl. 12.30

EvR fæst eisini við at geva út fløgur við góðum andaligum sangi og tónleiki. í dag verða sett stór krøv til dygdina, bæði tónlistarliga og tekniskt; hesi krøv royna vit at nøkta.
EvR netvarpar eisini ymisk tiltøk beinleiðis, so sum evangeliskar stevnur, fundir og annað ið hevur almennan áhuga.
Sjálvboðin taka sær av øllum virksemi í Evangelisku Røddini, og alt verður gjørt við orðum Paulusar í Áp.20.27 í huga: “at kunngera alt ráð Guds”.