Netvarp

R7 - Savn

Victor Danielsen (1894-1961)



Fyrilestur eftir Z. Zachariassen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 28. september 2008 í sambandi við at minnisvarði Victor Danielsens varð avdúkaður.


Æraða samkoma!
Eftir áheitan frá mentanarnevndini og standmyndanevndini í Fuglafjarðar býráð, sum eg takki hjartaliga, er tað mær ein heiður á hesum merkisdegi, at halda ein stuttan fyrilestar um merkismannin, mentamannin og trúboðaran, Victor Danielsen, sála, hvørs minnisvarði í dag er vorðin avdúkaður. Hetta, sum eg skal siga, verður eyðvitað bert ein lítil og ófullfíggjað mynd ella lýsing av hesum stórmenni.

Fyrrverandi mentamálaráðharri, Jógvan á Lakjuni, tekur soleiðis til um abba sín, Victor:

“Ein av teimum monnum, ið altíð fara at verða goymdir í søguni her á landi, er Victor Danielsen. Hann var ein av teimum, ið gav alt lívið fyri hugsjónir sínar, tær hugsjónir, hann sum blaðungur fekk. – Og úrslitið sæst eftir hann. Hóast hann alt lívið var nívdur av likamligum veikleika, og hóast mótstøðu, so var hann ein ótroyttiligur arbeiðsmaður í Harrans víngarði. Hann fór undir og helt á at stríðast fyri tað, sum hann hevði sæð at vera tað størsta her í lívinum: at tæna Jesusi Kristi, sum bjargaði honum frá ævigum dómi.”

Lat meg byrja við at siga, at eg hevði tann framíhjárætt í barna- og ungdómsárum mínum, at kenna og hoyra Victor Danielsen. Hann vitjaði stundum inn á gólvið í barnaheimi mínum í Gøtu. Tað var við stórari virðing, tú eygleiddi henda mann og lurtaði eftir hvørjum orði, hann segði. Ikki minst, tá ið hann haltandi fór upp á talarapallin og helt sínar magnfullu røður.

Seinastu ferð, eg tosaði við Victor, var meðan eg var heima í summarfrí í 1960 frá skúlanum, har eg las í Onglandi, og vit høvdu brævaskifti til tríggjar mánaðir, áðrenn hann doyði – á kyndilsmessu í 1961.

Barnaárini
Victor Danielsen var føddur 28. mars 1894 í Søldarfirði. Foreldur hansara vóru Dánjal Jacob Danielsen, sýslumaður og Anna Malena Weihe. Hann var yngstur av 7 systkjum. Mamma hansara doyði, tá ið hann bert var eina viku gamal.

Í móður stað kom fastir hansara Lina, sum kom í húsið, meðan hann var heilt lítil. Hon elskaði henda lítla drongin, ið henni varð litin í hendur. Victor sigur sjálvur soleiðis frá í eini talu:

“Eg minnist, tann gamla pápasystir mín, sum var mær í móður stað – eg gjørdist móðurloysingur, tá ið eg varð føddur – hon segði fyri mær, at einaferð, tá ið eg var ógvuliga lítil – tá var ikki so lætt at koma til lækna sum nú – eg varð so ógvuliga sjúkur; og ikki sá betur út, enn at tað mátti vera lungnabruni. Hon visti hvørki út ella inn ta einu náttina. Tað sá út, sum eg skuldi doyggja; og hon rópti til Gud. Hon var einslig: og tað einasta, sum hennara hjarta hekk við fram um alt á jørðini, var hetta lítla barnið, sum hon hevði fingið at taka sær av.

Hon rópti til Gud. Og hon helt fast uppá allar sínar dagar, at hon merkti, at ein eingil kom inn í stovuna og stakk nakað í munnin á mær.

Alt hetta, kæru vinir, hevur bitið seg fast í mítt hjarta…”, segði Victor.

Victor var spardur!
Hesin smádrongur skuldi seinni ikki bert hava veldiga ávirkan á samtíð sína, men eisini seta so djúp spor eftir seg, at tey aldri fara at kámast burtur her heima á landi. Navn hansara stendur rist inn í tjóðskaparsøgu- eins og kirkju- og samkomusøgu Føroya fólks.

Victor vaks so upp og var heldur veikur likamliga, men hann var vitugur og ógvuliga næmur. Hann sigur frá, at einaferð, tá ið hann 8 ára gamal, var og vitjað fastur sína Onnu á Strondum, sum var gift við Bartal Gjærdum, hevði Bartal fragd av at biðja Victor bera fram eitt heilt kvæði uttanat, sum hevði samfull 80 ørindi. Tað stóð ikki á! Hann hevði sjálvur lisið sær tað til longu so ungur.

Í barnaheimi hansara var ein donsk myndabíblia, sum hann hugtikin mangar ferðir sat og blaðaði í. Eisini mintist hann, at pápin – tó at hann einki mál hevði – altíð sang ein ella annan danskan sálm. Hesi barnaminni sukku niður í sálina á hesum unga smádrongi, sum seinni skuldi geva fólki sínum føroyingum Bíbliuna á móðurmálinum og læra tey at syngja lovsangir Harrans á teirra egna tungumáli.

Á læraraskúla í Havn
Victor var, sum nevnt heldur veikur, men hevði góðan hug til bókina, og Lina, fastir hansara, ávirkaði hann nógv til, at hann í 1911 fór til Havnar á læraraskúla. Hon helt, at tað var tað, ið hann best var egnaður til. Og so var!

Í 1914 fekk hann læraraprógv við besta karakteri. Á læraraskúlanum hevði hann Jákup Dahl til lærara í føroyskum, og prósturin gav hesum unga manni gætur og hevur tikið til, hvussu stívur hann var í føroyskum. Hann hevði eisini skaldskaparligar og bókmentaligar gávur, og við tað at hann eisini hevði óføran arbeiðshug, vóru her bestu líkindi til, at Gud kundi nýta hann til at skapa framburð í virki sínum millum føroyingar.

Verður umvendur
Hesa tíðina í Havn varð hann vaktur andaliga og kom í stóra sálarkreppu og djúpt andaligt myrkur. Hetta var um heystið 1913. Í eini talu, sigur hann, at hann hevði verið á einum fráhaldsfundi uppi undir Varða, og har tók Arthur Brend, trúboðari, orðið, og Victor sigur:

“Eg føldi, at har vóru boð til mín. Og hetta var ein tann fyrsta ferðin, eg føldi, at “Harrin fer vist at kalla á teg. Harrin hevur nakað gott til tín.”

Í eini aðrari talu sigur hann: “Tá ið eg kendi, at Harrin kallaði meg og vildi hava meg at koma til Sín, rætti eg mínar veiku hendur út. Og tá kom eg í eitt ræðuligt stríð.”

Hann kom í samband við heimamissiónina, og serstakliga við danan, Ryving Jensen, og Victor greiðir soleiðis frá:

“Tann maðurin – ein danskur maður – sum Gud reisti mær til hjálpar, keddist aldri at vitna fyri mær og troysta hjarta mítt við orðinum um Golgata kross.” Mangan tók Victor til orðini, ið hesin Ryving Jensen ta einu ferðina segði við hann, har hann sat og græt: “Hesin ungi maður verður einaferð glaður!” Og so varð, sum Victor eisini sigur frá: “Tá ið eg sá ljósið í Kristusi og kom til frið í trúnni á Hansara navn, varð eg fullur av gleði, sum eg ikki kann siga frá.”

Gerst lærari og fer at prædika
Victor var síðani lærari á Glyvrum og í Søldarfirði í nakrar mánaðir, men hann kendi, at Harrin kallaði hann at siga hetta starv frá sær og geva lív sítt í tænastu Hansara. Honum vóru boðin betri lærarastørv, men av samvitskuávum, tók hann ikki av. Serliga var prósturin á Nesi harmur um, at hann ikki vildi halda fram sum lærari.

Victor nevnir, at tá ið hann varð umvendur í Havn í 1914, legði Harrin honum á hjarta at fara heim til síni egnu og vitna um stórverkini, ið Harrin hevði gjørt fyri hann. Hetta gjørdi hann við íðinskapi og eldhuga.

At byrja við las hann lestur í skúlanum í Søldarfirði, har hann starvaðist, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala sjálvur. Men skjótt kom røringur í, og fleiri komu til umvendingar. Tá ið so Victor ikki fekk loyvi at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni, har vekingin helt fram.

Hann og fleiri við honum, sóu út frá skriftunum, at tað var rætt at lata seg doypa, nú tey vóru komin til trúgv sjálv. Hetta var í 1916. Tey vórðu doypt niðri á sjónum, inni við Trøllaklett.

Um hetta mundið byrjaði Victor at virka saman við brøðrasamkomunum og ferðast um alt landið.

Hans bóndi í Søldarfirði, sum kom til trúgv og seinni gjørdist verfaðir Victors, plagdi at siga:

“Hvør skuldi hugsað, at okkara lítla bygd skuldi fostra ein slíkan Guds profet sum Victor!”

Flytir til Fuglafjarðar
Victor giftist í 1920 við Henrikku Malenu Olsen, dóttir Hans Olsen (Hansbónda) og Mariu, f. Jacobsen. Tey fingu 9 børn. Rikka doyði sum kunnigt 100 ára gomul í 1997.

Tey búðu í Søldarfirði til 1928, men fluttu so higar til Fuglafjarðar.

Tað fór soleiðis fram, sum Óli Jacobsen nýliga hevur skrivað um í “Sosialinum”:

Hjúnini Oluffa og Petur Bærentsen høvdu umleið í 1924 bygt eini hús í Fuglafirði, sum hýstu gamla Siloa. Tey vórðu nýtt sum sethús og til at halda møti í. Oluffa var úr Fuglafirði, meðan Petur var suðuroyingur, og førdi skip har suðuri. Í 1928 flutt tey suður til Tvøroyrar at búgva, og tey seldu húsini í Fuglafirði.

Tá keypti Niels Holm (ein av brøðrunum í Ebenezer í Havn) saman við onkum øðrum, gamla “Siloa”, og spurdi Victor Danielsen, um hann ikki vildi flyta til Fuglafjarðar at búgva í hesum húsunum og føra arbeiðið í “Siloa” víðari. Victor flutti tá úr Søldarfirði til Fuglafjarðar. Victor og Rikka búsettust soleiðis við fýra teimum elstu børnunum í “gamla Siloa”, har trý tey næstu børn teirra vórðu fødd.

Tá ið Victor byrjaði at halda møti í “Siloa” í 1928, vóru tey bert seks tilkomin fólk, ið regluliga savnaðust har – Rikka og Victor íroknað. Í 1933 bygdi Victor nýggj sethús (við Gjógvará), har tvey tey yngstu børnini vórðu fødd.”

Gamla “Siloa” varð, sum kunnigt, selt til kommununa í 1995, og nøkur ár seinni tikið niður. Nú hevur kommunan hampað og prýtt grundøkið og reist minnisvarða av Victor Danielsen á hesum søguliga staði, har Victor og Rikka fluttu inn fyri júst 80 árum síðani!

Trúboðanarvirkið
Trúboðanarvirki Victor Danielsens var aðaltátturin í lívi hansara og fevnir yvir eitt tíðarskeið upp á umleið 44 ár. Victor ferðaðist kring allar oyggjarnar við gleðiboðskapinum, og vitjaði hvørja einastu bygd, uttan kanska eina. Vegasambandið og samferðslan vóru vánalig tá á døgum og hann mátti ganga um fjøll til mangar bygdir. Gongumaður var hann ikki, tí hann hevði veik bein, men í sál hansara brendi ein eldur fyri evangeliinum, sum eingin kundi forða. Hann sigldi nógv við trúboðanarbátunum “Sendiboðnum” og “Stórafjalli”, og á hesum ferðum talaði hann ofta fleiri ferðir um dagin alt summarið. Samstundis hevði hann við hvørt handrit av Bíbliuni við sær á hesum ferðum til rættlestur.

Victor var framúr góður røðari og kundi stundum vera hvassorðaður í talu og skrift. Onkur hevur sagt, at hann ta fyrstu tíðina kundi minna um Søren Kirkegaard.

Petur Háberg málber seg soleiðis: “Hann var eisini í blaðstríði við menn, ið høvdu aðra áskoðan á læruspurningar, og tað var einki himpr, tá ið hann førdi sjónarmið síni fram. Hann var sera vitugur, hittinorðaður og fyndugur, og tá ið hann fór í hernað móti innantómum kristindómi, hykli og gudiligum lótum, var hann ikki at spæla við. Við væl broddaðum orðum skákaði hann lættliga menn, sum hildu um seg sjálvar, at orð teirra vóru fólkinum lóg, hvussu lítið teir so høvdu á at standa.”

Victor var, sum danir siga, maður, ið hevði “sine meningers mod”. Tessvegna var hann ofta misskiltur, háðaður og lutvíst forfylgdur ta fyrstu tíðina.

Tá ið hetta er sagt, skal samstundis sigast um Victor, at hann var av hjartaligastu monnum, samkenslufullur, lítillátin, kenslusamur og eymur, bæði sum evangelistur og samkomuhirði, og ikki minst sum húsfaðir.

Bókmentaliga avrikið
Hesa løtuna, sum eftir er av hesum fyrilestri, skal eg royna at lýsa ein sera týðandi tátt í lívi Victors, og tað er: Bókmentaliga avriki hansara:

Í minningarorðum sínum um Victor tók Maurentius Viðstein m.a. soleiðis til:

“Victor Danielsen hevur verið okkara móðurmáli mikil stuðul. Øll tann bókarøðin, ið hann hevur skrivað, týtt og givið út á prenti, allir hansara sangir og sálmar, sum hann hevur yrkt og týtt, og týðingin av Bíbliuni, siga ikki bert frá hansara arbeiðs­hugi, men eisini frá hansara tokka til móðurmálið.”

Vit taka fyrst sangirnar og sálmarnar
Fyrsti sangur, ið Victor týddi, var sangurin: “Tá ið hvør skuggi burtur er horvin…”, og tað var í 1917. Eftir hetta kom eitt veldigt skaldsligt verk frá hondum hansara. Eggjaður av Jensi av Reyni, týddi og yrkti hann fleiri sangir og sálmar, og um jóltíðir í 1920 kom fyrsta sálmabókin, nevnd “Sálmar”, út við 85 sálmum í 1000 eintøkum. Fólk fagnaðu henni, og skjótt var hon uppseld. Tvey ár seinni kom hon í øktari útgávu, nú við 121 sálmum.

Í Kirkjubø tóku teir hesa bók inn í sína gomlu kirkju eitt skifti, og menn innan Heimamissiónina vildu fegnir nýta hana. Kring oyggjarnar ljómaði nú hin føroyski sangurin, og umborð á skipunum vórðu hesir sangir og sálmar sungnir lysitiliga og av fullum hjarta.

Síðani komu fleiri útgávur, til í 1952, tá ið allir hesir mongu nýggju og gomlu sangir vórðu savnaðir í eina bók við 1125 sálmum og sangum. Victor hevði týtt út við 900 av teimum og yrkt 27 sjálvur.

M.A. Jacobsen skrivaði: “Eins og Jákup Dahl, dugir V. Danielsen frálíka væl at handfara føroyskt mál, og tað er ivaleyst, at tey verk, ið hesir menn hava úr hondum greitt og starvast við, vilja verða til størsta bata fyri fólk okkara.”

Christian Matras skrivaði í Varðanum:
“Stóran málsligan týdning hava tær bøkur við føroyskum sálmum, sum brøðrasamfelagið (baptistarnir) geva út, tí hesir sálmar hava verið sungnir av fólki okkara úr øllum trúarfeløgum. V. Danielsen hevur yrkt og týtt flest allar sálmarnar, og tað er einki yvir at dylja, at hesin maður hevur sjáldsamar skaldsligar gávur.”

P.W. Háberg skrivar:

“Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur her: Tað var gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk av fyrstan tíð, og ikki evnaleysir rímsmiðir.”

Síðani eru tað bøkurnar hjá Victor
Fyrsta bókin, ið Victor týddi var “Hin trúfasti lovarin”, sum kom út í 1923, seinni givin út undir heitinum “Gud er trúgvur”. Gjøgnum árini komu síðani hvør eftir aðra útvið 20 bøkur, til 1961, tá ið Victor doyði. Tvær teirra vóru skaldsøgur hansara “Aðru ferð” og “Nei, lyftið sveik ikki”. Allar hesar bøkur eru nú endurprentaðar, summar fleiri ferðir. Í 1964 kom bókin “Frelsari mín”, endurprentað í áttatiárunum, og í 1992 “Talur eftir Victor Danielsen”.

M.S. Viðstein skrivar:

“Jú, Victor Danielsen hevur fingið nógv av skafti, ja, so nógv, at mangir, ið meira hava lært, røkka honum ikki til kníggja…”

“Ja, Victor útinti avreksverk í lívi sínum við at nøra um okkara áður so tannleysa føroyska bókaheim…

Til tað allarseinasta arbeiddi hann við at fáa okkum føroyskar bøkur, hóast hann var stórliga heilsubrekaður. Hann var eitt satt arbeiðsjarn, og vit føroyingar eiga at minnast hann í takksemi fyri allar bøkur hansara, ið eru bæði til hugnaligan lesnað og til prýði á hvørjari føroyskari bókahill…”

Seinast er tað Bíbliutýðingin
Fyrsta roynd at týða partar av Bíbliuni til móðurmál okkara var, tá ið Johan Hendrik Schrøter í 1823 týddi Matteusar evangelium til føroyskt.

Í 1878, 55 ár seinni, gjørdi J. P. Gregoriussen eina roynd og týddi fyrsta kapittul av Markusar Evangelium, í 1895 fyrra Pætursbræv, og í 1911 týddu hann og V. U. Hammershaimb Hásongin.

Í 1900 kom Bíbliusøga út á føroyskum eftir Jógvan Poulsen, lærara á Strondum, og í 1908 kom Jóhannesar Evangelium út í týðing A.C. Evensens, prósts. Henda útgáva varð fingin í lag av Arthur Brend, trúboðara, og stuðlað fíggjarliga av brøðrasamkomunum.

Fyrst í tjúgunum fór Jákup Dahl, próstur, sum verður mettur at hava verið ein av okkara mætastu málkønu monnum, undir at týða Bíbliuna, – fyrst Sálmarnar, sum komu út í 1921, so Matteusar Evangelium í 1923, Markusar Evangelium í 1924, Lukasar Evangelium, Orðatøkini og Prædikaran í 1926, Ápostlasøguna og hini almennu brøvini í 1928, Paulusar brøv, Hebrearabrævið og Opinberingina í 1930 og Jóhannesar Evangelium í 1936. Alt hetta kom út so við og við yvir eitt langt tíðarskeið og í so smáum uppløgum, at tað als ikki nøktaði tann almenna tørvin. Tað mesta av hesum gav Jákup Dahl út sjálvur á forlagi Varðans. Men í 1937 gav danska Bíbliufelagið út alt Nýggja Testamenti savnað í týðing Dahls. Sostatt var tá enn bert ein triðingur av allari Bíbliuni týddur til føroyskt og einki røktist fyri, at øll Bíblian kom út í bræði.

Jákup Dahl doyði í 1944.

Victor Danielsen fer undir at týða
Tað vóru fleiri orsøkir til, at Victor Danielsen fór undir at týða Skriftirnar. Fyrst, tí tað gingu so mong ár at bíða eftir øllum Nýggja Testamenti hjá Dahl, fyri ikki at tala um Gamla Testamenti og alla Bíbliuna. Victor nevnir í hesum sambandi ein mann, ið helt fyri við seg:

“Ikki ber til at bíða eftir Bíbliuni í ein heilan mansaldur!”

Tað fyrsta, ið Victor Danielsen týddi av Nýggja Testamenti – sum eina roynd – var Galatiabrævið, sum enn ikki var komið út í týðing Dahls, tá ið Victor fór undir at týða tað. Tað kom út í 1931. Henda roynd Victors var so væl fagnað, at brøður stuðlaðu honum til at halda fram við at týða alt Nýggja Testamenti. Hetta fór hann undir á vári 1934 og var týðingin longu liðug tíðliga í 1937. Nýggja Testamenti í týðing Victor Danielsens kom sostatt út 30. mars 1937, tríggjar vikur áðrenn týðing Jákup Dahls.

Ein onnur orsøk til, at Victor fór undir at týða, var tað føroyska málið. Rótføroyska týðing Dahls tóktist ov forn og torskild hjá tí vanliga fólkinum, við tað at ein stórur partur av føroyingum ongantíð hevði lært føroyskt. Danskt var hitt almenna málið og føroyskt var bronglað og avlagað eftir fleiri hundrað ára danska ávirkan. Tí legði Victor seg eftir at nýta eitt smidligt mál, sum lá nærri talimálinum og var lættfatiligt hjá bæði teimum eldru og børnunum og gott at lesa og skilja.

Soleiðis var støðan í 1937. Nú áttu vit tvær týðingar av Nýggja Testamenti, men ikki Gamla Testamenti. Tískil fór Victor beinan vegin undir at týða restina av Bíbliuni. Tað var ikki smávegis tak at fara í holt við.
Hann byrjaði hetta arbeiði í mars mánaði 1937, sama mánaði, sum Hitt Nýggja Testamentið var komið út, og hann var liðugur við Gamla Testamenti longu í mai 1939.

Sonur Victor, Dánjal, sum tá bert var 16 ára gamal, skrivaði handritið til alla Bíbliuna á skrivimaskinu. Tað taldi tilsamans meira enn 3000 ørk.

So var farið undir fyrireikingar til at fáa Bíbliuna prentaða. Í sambandi við rættlestur og aðrar týðandi uppgávur, vóru nógvir góðir menn, sum stóðu Victori við lið. Millum hesar var ein, sum gjørdi eitt megnararbeiði, ið lítið hevur verið at hoyrt um, og tað var Jens av Reyni. Meðan Victor tókst við tað andliga arbeiðið, tók Jens av Reyni sær av tí handliga og brævaskiftinum við prentsmiðjur, pappírsvirki og aðrar fyritøkur til tess at fáa Bíbliuna prentaða og innbundna.

Byrjað verður at fyrireika prenting í Noregi
Á sumri í 1939 fekk Jens av Reyni fatur á norsku prentsmiðjuni, Grøndahl & Søn í Oslo, sum átók sær at prenta Bíbliuna á føroyskum. Farið varð undir at seta tekstin um nýggjársleitið í 1940. Handrit og rættlestrar vórðu send postvegis við skipi millum londini. Arbeiðið helt fram, hóast seinni heimsbardagi longu var brostin á og postsambandið millum Føroyar og Norra varð darvað. Men fleiri rættlestrar vórðu gjørdir og einar 200 síður av Bíbliuni settar, tá ið Norra og Danmark vórðu hersett av týskinum í apríl í 1940. Tá steðgaði alt samband millum londini og onkrir rættlestrar komu ongantíð vegin fram.

Hetta kom illa við hjá Victori og hinum, tí nú sá myrkt út, at Bíblian á føroyskum fór at koma út snarliga. Men soleiðis vildi Harrin tað, og á henda hátt lagaði Hann tað soleiðis, at tá ið vit endiliga fingu Bíbliuna í 1948, fingu vit hana á nógv betri føroyskum máli, enn, um hon hevði verið prentað í Norra undir krígnum.

Tað, sum hendi undir heimsbardaganum, meðan Føroyar vóru avskornar frá umheiminum, var at føroyska málið mentist og broyttist nógv til tað betra og hugburðurin í fólkinum broyttist og bøttist munandi mótvegis føroyska málinum og øllum føroyskum. Tá ið so kríggið var av, skilti Victor, at neyðugt var at bøta málið í týðingini og gera málsligar tillagingar. Hetta var eitt stórarbeiði, men tað mátti gerast.

Talan var kortini ikki um eina nýggja týðing, sum onkur vil vera við.
Eftir heimsbardagan varð samarbeiðið tikið upp aftur við Grøndahl & Søn í Oslo, men teir søgdu, at teir megnaðu ikki at prenta føroysku Bíbliuna innan tey fyrstu 3 árini, og tá vórðu føroyingarnir ikki hugaðir longur at halda fram við arbeiðinum í Norra. Soleiðis helt tað samarbeiðið uppat.

Farið verður undir fyrireikingar til prenting í Føroyum
Hetta gjørdi, at Jens av Reyni nú útvegaði sær egna prentsmiðju í Havn, nevnd Bókaprent. Hann keypti setimaskinu úr Amerika og brúkta prentimaskinu úr Onglandi, alt við tí fyri eyga, burturav at fáa Bíbliuna prentaða. Sjálvur stríddist hann av øllum alvi at fáa fatur á pappíri í Danmark og Norra og ymsastaðni í Bretlandi. Indiapappír var tað torførasta at framvega, men við tógvið stríð eydnaðist honum at enda at fáa nóg mikið indiapappír til 2000 Bíbliur og vanligt bíbliupappír til 3000.

Setingin, prentingin og innbinding av Bíbliuni
Kønir menn innan prentlistina siga, at í teirra verð var tað óðamannaverk at fara undir at prenta Bíbliuna í Føroyum, so stutta tíð eftir kríggið og við so vánaligu tólum, teir høvdu til hetta kravmikla arbeiði. Tað hevði nóg illa latið seg gjørt í dag! Men tað læt seg gera! Og tað má sigast at vera eitt bragd! Setararnir og prentararnir gjørdu, við hjálp Harrans, tað ómøguliga møguligt!

Setingin varð liðug um ólavsøkuleitið í 1948 og prentingin fór fram á heysti 1948 og á vári 1949.

Men Jens av Reyni upplivdi hetta tíanverri ikki, tí í juni mánað 1948 tók Harrin hann, mitt í arbeiðinum, heim til Sín, bert 62 ára gamal.

Torført var at fáa Bíbliuna innbundna, við tað at skinn, leður og annað tilfar til innbindingar var so avmarkað og nærum ómøguligt at framvega. Men nakað varð falsað, heft og seymað hjá Herluf Arnason í Havn og síðani alt sent við “Barjamu” til Skotlands til innbindingar. 50 Bíbliur vórðu fullfíggjaðar í 1948, men alment kom Bíblian ikki út fyrrenn 19. mars 1949.

Ein stórur dagur
Hetta var ein stórur dagur. Petur Háberg helt fyri, at “hetta var ein søguligur dagur fyri Føroya fólk: Bíblian á føroyskum lá á borðinum, liðugt prentað og vakurt innbundin” og tá áttu øll landsins merki at verðið vundin “í húnar hátt”!”

Olaf Joensen, av Viðareiði, tók soleiðis til: “Vit høvdu ta stóru gleði og upplivdu henda mikla dag, tá vit stóðu við føroyskari bíbliu í hondini. Hesin livandi veruleiki gjørdi mangan mann og manga kvinnu heit um hjartað, og í tilhaldum teirra rættvísu var mikil fagnaður og frøi.”

Ja, mong kendu tað eins og Per uppi í Toft í Søldarfirði, tá ið hann fyrstu ferð helt føroysku Bíbliuni í hondini. Hann kroysti hana inn at barminum og takkaði rørdur Gudi fyri, at nú áttu vit hana á móðurmálinum.

Offurviljin var stórur
Hetta megnarverk hevði ongantíð sæð dagsins ljós, um trúgvandi fólk og samkomur í Føroyum ikki sjálvboðin høvdu stuðlað hesum góða tiltaki so dyggiliga. Innsavningar høvdu verið líka frá 1939, og arbeiðið varð fullført uttan almennan stuðul og aðrar hættir at savna pening inn. Kostnaðurin lá um 225.000 krónur, sum vóru nógvir pengar í 1949.

Bíblian varð send øllum teimum føroysku bløðunum til ummælis, somuleiðis útlendskum bløðum og stovnum, eitt nú Danska-, Skotska-, Bretska og Útlendska- og Amerikanska Bíbliufelagnum.
Ummælini í føroysku bløðunum

Føroysku bløðini skrivaðu øll yvirhøvur góð ummæli. Dimmalætting, Dagblaðið, 14. September, Tingakrossur, Sosialurin og Føroyatíðindi skrivaðu vøkur orð. Eitt nú sigur G.L Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting:

“Til ummælis hava vit fingið sendandi frá “Hinum føroyska Bíbliugrunninum” eitt eintak av fullfíggjaðari Bíbliu á føroyskum máli, umsett av Victor Danielsen, missioneri, og prentað á indiapappír av Bókaprent í Tórshavn, innbundin í skinn í Onglandi&

& umsetarin hevur farið varisliga um tað málsliga og lagt dent á ikki at gera málið so fornt, at tað misskilst&

& sjálvt umsetingararbeiðið stendur sum eitt stórt málsligt dygdarverk hjá einum manni, sum sjálvur hevur vunnið sær fyrisetningarnar til, at hetta risaumsetingarverk kundi fáast í lag.

& undir teimum umstøðum, føroyskar prentsmiðjur vanliga noyðast at arbeiða undir, er hetta eitt merkisverk.”

Einstaklingar skriva
Líggja Húsgarð, bóndi, í Syðrugøtu skrivaði:

“&.Tað hevur í øllum londum verið ein merkishending, tá ið Bíblian hevur komið út á landsins egna máli. Vit, eitt fólk so fáment og ungt, og tó so gamalt og fráskilað øðrum fólkum, hava fingið bíbliuna, áðrenn vit hava fingið fólkafrælsi, júst eitt mannaminni aftan á, at menn settu sær til máls at fáa móðurmálið til heiður og æru í hesum landi og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum.

Við bíbliuumsetingini hevur Victor Danielsen avrikað eitt verk, sum føroyingar kunnu vera stoltir av; við hesum verki er hann komin mitt inn ímillum hitt føroyska fólkið. Hann hevur givið Føroya fólki ein skatt, sum bara tann kann geva, ið hevur góðsku til fólkið og ta søk, sum hann arbeiðir fyri&.

Hin heilaga skriftin hevur fingið ein málbúna so fagran og fríðan. Við teimum evnum, sum Victor Danielsen hevur, tora vit at líta á, at føroyingar hava fingið eina góða bíbliuumseting….

Tað má vera ein heiðurssøk at hava hina føroysku bíbliuna í heimi sínum. Arbeiðið er snotuligt og væl úr hondum greitt&”

Gudmund Bruun, prestur skrivaði:
“Tað er mær ein gleði, at Føroya fólk nú hevur fingið bíbliuna alla á móðurmálinum.

& Ofta er málið gott, og tað hevur eydnast V. D. væl at finna góð føroysk orð og orðafelli..

Vit hava orsøk til at takka fyri, at V.D. fór undir hetta starvið og var so áhaldin, at verkið er lokið&”

Tórarinn Evensen skrivaði:
“Hetta er størsta bókliga verk, ið er avrikað í Føroyum, og tá ið ein hugsar um, at bíblian altíð hevur verið ein aðalstuðul undir siðmenningini í kristnum londum, og eisini um tann ómetaliga málsliga týdning tað hevur, at bókin er til á móðurmálinum, so er ikki at ivast í, at bíðað hevur verið eftir henni í ótolni, síðan tað frættist, at hon var í umbúna&”

Heiðursgáva
Mentanargrunnur Føroya Løgtings gav Victor Danielsen heiðursgávu. Á fundi 4. august 1950 vórðu hesi orð feld niður í gerðabók grunnsins:

“Eftir uppskoti frá formanni grunsins varð samtykt, soleiðis sum longu hevur verið havt á máli, at veita Victor Danielsen í Fuglafirði kr. 3000, – sum heiðursløn fyri hansara starv, føroyskum andslívi til frama: Bíbliuumseting, sálmar og týðing av virðismiklum bókum.
Richard Long, P.M. Dam og Jóhan Poulsen

Atfinningar og álop
Men tað vóru ikki bara rósandi og vøkur orð, ið Victor Danielsen og bíbliutýðing hansara fekk. Atfinningar kundu altíð væntast, og natúrligt var, tá ið talan er um eitt so stórt verk sum alla Bíbliuna, at saman við ummælunum var eisini eitt og annað, sum lærdir menn høvdu at fílast á.

Í fleiri førum høvdu teir ivaleyst rætt, og sjálvur tók Victor undir við einum og øðrum, teir søgdu. Men tá ið álop vórðu gjørd á bíbliutýðingina, og niðursetandi og vanvirðisliga varð skrivað um týðaran og týðingina, so varð ovboðið!

Eg skal í hesum sambandi ikki endurgeva nakað av blaðkjakinum, ið tók seg upp. Skrivingin byrjaði móti jólum í 1951 og helt fram út á várið og summarið 1952. Hørð orð vórðu skrivað frá báðum pørtum. Eg skal bert nevna, at ikki fyrrenn ivaspurningar vórðu settir fram um trúvirði og rættleika føroysku Bíbliunnar og møguleikan at steðga henni, tók Victor Danielsen sjálvur til pennin.

Viðurkenningin av Bíbliuni
Hóast alla hesa mótstøðu má sigast, at Bíblian kom sigrandi gjøgnum eldroyndina, reið stormin av og hevur verið til ómetaliga signing fyri Føroya fólk. Hon er aftur og aftur prentað í nýggjum uppløgum og støddum. Tilsamans er hon, síðani hon kom út, prentað í umleið 50.000 eintøkum.

Umframt tann veldiga andaliga týdning, ið Bíblian hevur havt her heima á landi, hevur hon havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska málið.

Hans Jákup Debes, prefessari sigur:
“Í tjóðskaparligum sambandi kom (brøðrarørslan) at virka undirskundandi í spurninginum at nýta føroyskt sum heilagt mál… brøðrasamkoman fór nógv fyrr enn fólkakirkjan at virka á móðurmálinum og kanska gjørdi sítt til, at kirkjan sum stovnur gav eftir í málspurninginum.”

Endi:
Til endans skal eg siga, at vit tilbiðja ikki menniskju, men okkum er álagt at geva teimum heiður, sum heiður eru verd, og at elstar og góðir fyristøðumenn “skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru” (1. Tim. 5, 17). Ein slíkur var Victor Danielsen!

Men sjálvur hevði hann, sum tann eyðmjúki maður hann var, ikki hildið seg verið verdan tann heiður, ið sýndur er honum í dag!

Tí vil eg vegna brøðrasamkomurnar í Føroyum takka Fuglafjarðar býráði, mentanarnevndini, standmyndanevndini og øllum fuglfirðingum fyri minnisvarðan, tit hava reist gudsmanninum og hinum, á sinni, sjálvum øðrum, av føroyingum kosna 20. aldarinnnar rithøvund, Victor Danielsen til heiðurs!

Takk fyri!