Netvarp

R7 - Savn

Petur W. Háberg: Flaggrøðan 1965


Flaggdagin 1965 helt Petur W. Háberg flaggrøðuna á Tinghúsvøllinum í Havn:

“Tað er kanska onkur, sum tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda røðuna her í dag, hevur hugsað sum so: Ná, skulu vit nú hava eina prædiku flaggdagin við? Og til tað er at siga: Hvat um so var! 

Flaggið er ikki bert eitt frælsismerki tjóðskaparliga. Tað er eitt innsigli um at her á landi livir eitt demokratiskt samfelag hvar einstaklingurin hevur frælsi til at hugsa, tala, skriva og trúgva eftir sinni og sannføring síni. Hetta er ein stór ogn. Hetta mugu vit gleðast um, at ein og hvør hugsan, ein og hvør lívsáskoðan ótarnað kann koma til orða undir flaggsins vernd. Og vit mugu vóna, at tað aldri kemur tann dagur her á landi, tá ið maður kann knúskast ella søkjast at fyri hugsan ella fyri trúgv sína.Teir siga við meg: Nú mást tú minnast til, at tað eru 25 ár síðan føroyska flaggið varð viðurkent av stórveldunum. Ja, tað skal eg minnast til.

Eg haldi ikki at tað er neyðugt hjá mær at gera so nógv burtur úr flaggsins søgu. Hon hevur so ofta verið havd á máli her. Eg eri so mikið gamal og havi fylgt so mikið við, at eg kenni flaggsøguna. Men eg skal bert nema eitt sindur við árini 1930 og 1940. Frá tí at flaggið varð borið fram av studentum í 1919 og upp til 1930, vann tað sær fótafesti í smáum. Ógvuliga smáum. Her í Havn vóru fá fløgg at síggja. Men eg minnist fløggini hjá Jákupi í Snikkarastovu, hjá B.A. Samuelsen, og flaggið uppi hjá Grækariasi hjá Pól Jóhannesi sást um allan býin.Fótbóltslið var í Hetlandi í 1930 við Poul Niclasen, blaðstjóra, sum ferðaleiðara. Hetlendingar heiðraðu føroyingarnar við at hava føroyska flaggið á stong á ráðhúsinum í Lerwick alla tíðina, teir vóru har. Eingin sýntist at taka sær tykni av tí. Hetta summarið hildu íslendingar 1000 ára hátíðina og millum øll hini tjóðarfløggini høvdu teir hitt føroyska uppi á Almannagjá og á Tingvøllum.

Tá ið føroyski umboðsmaðurin Edward Mitens bar heilsan sína fram, fór føroyska flaggið upp. Danir mótmæltu, og dagin eftir á miðdegi vórðu føroysku fløggini strikað.Ólavssøkuaftanskvøld í 1930 hevði Jóannes Patursson sín fólkafund niðri á Doktaragrund, sum hann var vanur. Hann talaði um flaggið, og ein fundarsamtykt varð gjørd. So minnist eg at Jóannes Lambaa, kendur skipari og handilsmaður, fór upp á Helluna. Hann var ikki fólkatalari og legði vist lítið í at standa á einum røðupalli. Men hann segði, at tá ið hann hoyrdi, at føroyska flaggið var vundið á stong á Tingvøllum, tá ornaði hann um hjartað. Men hann mátti siga, at tá ið tíðindini komu um, at tað varð niðurafturtikið, tá harmaðist hann virkuliga. Hesi einføldu orð settu eld í fundarfólkið, og ein ungur maður – Sigfred Skaale – skjeyt upp at fara niðan til Mitens, sum var tingformaður, at krevja føroyska flaggið upp á Tinghúsið um Ólavsøkuna, sum var ein merkis-søka, við tað at 900 ár vóru liðin síðan Ólavur kongur hin Heilagi fall á Stiklastøðum.

Eg haldi, at hetta mundi vera fyrsta flagg-kravgonga í Føroyum. Dagin eftir – ólavsøkudag – kom so hin tiltikna flagg gølan í, sum ekkóaði í øllum Norðanlondum. Flaggmálið út á streymasjógvFlaggmálið var nú komið út á streymasjógv. Fólk tók støðu fyri og ímóti flagginum.

Nógv vóru tey, sum nú vundu tað á stong, men tað fekk eisini sínar beisku mótstøðumenn. Á skipi var tað ógvuliga sjáldan at síggja. Staturin lænti bert til skip undir donskum flaggi, og ringar tíðir vóru fyri reiðarar og alt fólkið.

Tað vakti tí ans, tá ið ein slupp stevndi inn á Havnina við føroyskum flaggi uppi. Tað var Óla Jákup Kristoffersen í Skálum í Vestmanna við skipi sínum “Neptun”. Tíverri gekk hann burtur við tí nøkur fá ár seinni.

Tá ið Týskurin hevði hersett Danmark – og Føroyar komu undir brekst vald í apríl 1940, sluppu føroysk skip ikki at sigla við donskum flaggi. Bretar gjørdu ikki mætari enn so, at teir kravdu føroyskt flagg málað á føroysk skip, áður enn tey sluppu út aftur úr bretskari havn, hagar allur flotin sigldi við fiski. Amtmaðurin mótmælti, og her spurdist eitt satt eljustríð burturúr við tingingum, fundum, demonstartiónum og krøvum.Mikukvøldið hin 24. apríl 1940 vóru eini 800-1000 fólk komin saman her á Tinghúsvøll-inum og Vaglinum til fundar. Har fluttu millum aðrar Jóannes bóndi, Andrias Ziska og Tomm Nicolajsen røður. Krígsnevnd løgtingsins hevði samtykt at mæla til, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og nú samtykti hesin fundurin at krevja av Hilbert amtmanni, at hann – ið stóð bretska valdinum til svars – ikki setti seg móti hesi samtykt løgtingsins.

Ein 5-mannanevnd fór niðan til amt-mannin við hesum kravi, og fekk hann hálvan tíma til at svara aftur í. Øll mannamúgvan fór niðan við. Hon tyrptist framman fyri amtmanshúsunum, fólk sat og stóð á grótgørðunum, og børnini kluvu upp í trøini. Ein merkilig sjón hetta kvøldið. Eg minnist so væl, at amtmaðurin stóð úti á trappuni sjálvurannar. Tá ið svar amtmansins kom, og fólkið fekk varhugan av, at tað ikki var til vildar, var tað tætt við, at mannfjøldin stormaði amtmansborgina.

Men Jóannes bóndi fekk sissað fólkið. Hann manaði tey til frið, spekt og sóma og bað tey koma oman á Tinghúsvøllin, har svarið frá Hilbert skuldi verða lisið upp. Amtmaðurin segði nakað sum so, at hann mótmælti, at føroysk skip skuldu nýta annað flagg enn Dannebrog, men hann mátti boyggja seg fyri bretsku mynd-ugleikunum, eisini um teir áløgdu føroyskum skipum at sigla undir føroyskum flaggi.

Dagin eftir, hósdagin 25. apríl, undirskrivaði Hilbert so kunngerð um nýtslu av føroyskum flaggi og BBC varpar út fleiri ferðir frásøgn um hitt føroyska flaggið, og hvussu tað sær út. Tá tyrptust fólk saman aftur, og frøin var stór. Eg minnist, hvussu kenslurnar yvirtóku Andrias Ziska, sum var ein av ítarstu merkismonnum. Dagin eftir var allur býurin flaggskrýddur, summastaðni vóru fløgg spent tvørtur um gøtuna.

Og eftir hetta hevur flaggdagurin verið hildin ár um ár í eina fjórðingsøld. Krossin til tjóðarmerkiWinston Churchill segði einaferð í sambandi við kríggið, at fimm ár eru ein long tíð í eins manns lívi.

Og so satt tað er – hvat eru so ikki 25 ár! Tað er so mangt umskipað í hesi 25 ár. Hin ungi maðurin, sum las upp fundarsamtyktina undir Tinghúsinum 24. apríl 1940, hann situr nú sum ein gráhærdur maður í Føroya løgmansstóli. Og tá ið eg hyggi yvir mannfjøldina her, so má eg siga við Ingemann: “Slægten er ej mer den samme, dog det er det samme folk”.

Tað er so mangan tikið til, at Norðurlondini øll hava valt sær krossin til tjóðarmerki. Fólk hava gjøgnum tíðirnar nýtt krossin til ymisk symbol. Krossurin verður m.a. nýttur til symbol upp á deyðan. Og tó eg haldi ikki, at hann átti at verið tað, so latið hann minna okkum á í dag, hvussu skjótt tíðin fer avstað, og at deyðin er menniskjans lutur.

Tað gevur lívinum sítt sanna perspektiv. Michelangelo segði, at “Tað stígur ikki ein hugsan upp í sál míni, sum ikki deyðin er innristur í” Og sum eg standi her og síggi fyri mær mannfjøldina frá 1940 og teir menn, sum gingu á odda bæði í flaggstríði og politikki, so gerst hetta krossins symbol ein álvarsamur veruleiki.

Burtur er Hilbert, burtur ráðgevi hansara. Deyðir eru: Jóannes bóndi, Andrias Ziska, Andrass Samuelsen, Sverri Patursson, Louis Zachariasen, Thorstein Petersen, Tomm Nicolajsen. Og eg kundi hildið áfram. Leingi.

Vit kundu eisini hugsað okkum, at henda mannfjøldin í dag gjørdi av at hittast aftur á Vaglinum um 25 ár. Tað skal ikki so nógv fantasi til at síggja fyri sær, hvussu tann skarin mundi sæð út.

Eg sat einaferð undir krígnum og lurtaði eftir Henrik Ibsens “Per Gynt” í útvarpinum. Har møtir so Per Gynt knappliga og óvæntað knappastoyparanum – deyðanum. Hann hveppir seg við deyðan, og hugsanin um, at hann skal gerast bert eitt fon uppi í einari størri heild – verða mold við øðrum orðum. “Det sætter min inderste sjæl i oprør”. Og hetta er av sonnum eisini ein døpur hugsan, men eg kann minnast, at eg segði fram fyri meg : “Henrik Ibsen – tú gloymir eitt – tú gloymir uppstandilsins ljósa morgum”. Og hetta er krossins sanna symbol – lívið! Lív í yvirflóð. Lív upp úr deyðari mold. Ævigt lív og ljós eftir vetrarsins myrkur.

Eins og náttúran hesar várdagar ber vitnisburð um lívsins vón. Nú tað blómar og grør í garði og ong. Nú tað grønkar í dølum, í brekkum og botnum. Nú ið fuglur og smálomb skapa lív og yndi í haga. Nú ið sólin mennist, vermir og lívgar. Nú ið boðskapurin hevur ljóðað um land okkara – um uppreisnina, krossins boðskapur um Kristi uppreisn úr deyðum – einasta vón og einasta lív mansins. Bleikrið so krossmerkið yvir okkum, og minni tað okkum um hesa sterku og óbroytiligu lívsins vón.

Sigmund Brestisson – Tað eru næstan 1000 ár, síðan krossins merki á fyrsta sinni varð reist í Føroyum. Her stendur ein veldigur skótaflokkur. Tit gulu skótar – tit bera navn Sigmunds Brestissonar, og tit grønu skótar kenna allir málningin, ið hongur upp í KFUK, har Jógvan Waagstein hevur myndað Sigmund Brestisson , tá ið hann úti á Tinganesi boðaði kristnina á fyrsta sinni, og tá ið hann kanska droymdi um at vinna – sum tað plagdi at standa í samkomuhøll tykkara gráu skóta – Føroyar fyri kristusi.

Latið meg, áðrenn eg gevist, siga tykkum eina søgu um Sigmund Brestisson. Norski kongurin Ólavur Trygvason sendi boð eftir Sigmundi at koma yvir til Noregs. Tá ið teir hittust, helt kongurin fyri, at javnir vóru teir í kappleikum, eins og lívslagnur teirra høvdu verið ógvuliga líkar. Og nú vildi hann fegin siga Sigmundi frá hinum høga himnakongi, sum skapti allar lutir, og ynskti eftir, at sami alvaldandi Gud skuldi leiða hann til sanna trúgv og til at tæna sær. Føroyingasøga greiðir frá, at Ólavur lovar Sigmundi vinskap sín, “hóast hetta” sigur hann “er einki vert móti teirri sømd og sælu, ið almáttugur Gud man geva tær, sum hvørjum manni, ið goymir boðorð hansara í heilaga andans kærleika.

At ráða saman við sínum søta Soni, ið er kongur yvir alla kongar, ævinliga í Himmiríks dýrd”. Sigmundur svarar, at hann hevur ongantíð blótað skurðgud – ongantíð ofrað til avgudarnar eftir heidna manna siði, tí at hann longu tá sá, at tann siður dugdi einki – hóast hann ongan betri visti. Men hetta sum kong-urin boðaði, var so vakurt og yndisligt, at hann beinanvegin tók við tí.Hann fekk ikki góða móttøku á tingi og mangt av tí, sum seinni hendi í hesum sambandi, kann kanska fáa okkum at ivast í, hvussu væl hann hevði fingið fatur á kristindómsins grundsannleikum. Men hetta var so fyrstu ferð, ið krossins boðskapur ljóðaði í Føroyum. Tað eru reiðiliga 965 ár liðin síðan hetta fór fram, og tá vóru gingin umleið 965 ár síðan krossfestingin á Golgata var farin fram. So Sigmundur stendur við upplyftum krossi miðskeiðis millum hini páskini, tá ið krossurin fekk sín velduga týdning – og okkara tíð.

Og yvir landinum bleiktrar hetta sama krossmerki í dag. Føroyingar syngja í tjóðsanginum: Eg nígi tí niður í bøn til tí Gud, hin heilagi friður mær falli í lut! Og krossurin í flagginum fellir hvørjum einstøkum í lut, sum tekur við krossins friðar- og fagnaðarboðskapi.”

——————————————————————

Petur W. Háberg

Petur William Háberg varð føddur í Havn 31. august 1914, foreldrini vóru Malla, f. Petersen, og Napoleon Joensen. Petur vaks upp í Havn og gekk í barnaskúla og realskúla, har hann tók avgjørda og varandi støðu til rættin hjá móðurmáli okkara í samfelagnum.

Liðugur við skúlan kom hann at arbeiða hjá Tórstein Petersen sakførara, og í hesum arbeiði hevði hann gott høvi at fylgja við í føroyskum samfelagslívi.

Seinni fór hann at arbeiða hjá Jens av Reyni í P/F Tór.Petur W. Háberg var skrivandi maður og skald. Við sínum holla kunnleika í føroyskum máli saman við einum leikandi løttum penni var hann ein dyggur stuðul í brøðrasamkomuni, har hann skrivaði, talaði, yrkti og umsetti nógvar sangir, eins og hann gjørdi eitt stórt ungdómsarbeiði.Saman við svágrinum, Jens Christian Christiansen (Kissa) gav hann fleiri bøkur út á Norrøna Forlagnum. Eisini róku teir bilasøluna Norrøna. Undir krígnum fekk hann hugskotið til Barnahjálpargrunnin, sum hann stovnaði saman við Kissa, Ludvík Breckmann og øðrum. Hetta var eitt av hansara hjartamálum.

Petur var giftur Hjørdis, f. Næssaa.

P/F Dagblaðið gav í 1981 út bókina “Hugbirtingar”, ið var ein greinarøð hjá Peturi Háberg í Dagblaðnum árini 1976-77. Hesa bókina fekk hann M.A. Jacobsens virðisløn fyri. Í Havn var hann í fleiri nevndum, sum t.d. líkningarnevndini og gøtunavnanevndini. Seinnu árini arbeiddi hann sum reiðari í fiskivinnufyritøkuni Hvalnes.  Børnini hjá teimum eru: Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan. Petur Háberg andaðist 25. oktober 1984, 70 ára gamal.

kelda: dagblaðið