Bíblian hjá William Gibson Sloan
Leygardagin 8. nov. 2014, á Samfelagsstevnuni í Havn, varð ein serstøk bíblia handað samkomuni í Ebenezer.
Tað var upprunaliga bíblian hjá William Gibson Sloan, vanliga nevndur Gamli Sloan, sum kom til Føroya í 1865 at boða føroyingum gleðiboðskapin um fríu frelsu Guds við trúgv á Jesus Kristus, við grundarlagi í bíbliuni.
At Sloan hevur brúkt bíbliuna dúgliga, sæst á mongu persónligu viðmerkingunum hann hevur skrivað á hvørja einastu síðu í henni, ivaleyst túsundtals viðmerkingar.
Síðan 1990 hevur bíblian verið varðveitt hjá GLO (GOSPEL LITERATURE OUTREACH) í Motherwell í Skotlandi.
Jógvan Zachariassen, sum handaði bíbliuna, segði, at hann í eini 10 ár hevur virkað fyri at fáa hana aftur til Føroya, har hann helt, at hon hoyrdi heima.
Í ár eru 100 ár síðan William G. Sloan andaðist, og fráfarandi leiðarin í GLO, John Speirs, segði fyrr í ár, at nú var tíðin komin, at lata føroyingum hesa serstøku bíbliu aftur.
Tað var Róland í Skorini, sum fyri samkomuna í Ebenezer, tók í móti bíbliuni, sum fer at verða varðveitt á Føroya Landsskjalasavni, eftir at allar síðurnar eru avmyndaðar, so at øll kunnu lesa í henni.