31. JULI – Ein søguligur dagur í útvarpssøgu Føroya
Svenning av Lofti skrivar:
Hendan dagin fyri 60 árum síðani skrivaðu Billy Olsen og eg eitt skriv til kristiligu útvarpsstøðina Trans World Radio, sum hevði tilhald í býnum Monte Carlo í lítla fúrstadøminum Monaco við Miðjarðarhavsstrondina.
Henda útvarpsstøðin sendi longu tá sendingar á fleiri ymiskum málum.
Billy Olsen vaks upp í Danmark. Faðirin var dani, mamman var úr Gerðum í Klaksvík. Billy, sum bæði tosaði skrivaði raðið føroyskt, var útbúgvin stýrimaður, sigldi sum ungur kring knøttin í mong ár.
Hesi árini lurtaði Billy eftir enskum sendingum frá Trans World Radio. Hann hevði, í hesum sambandi, brævaskiftið við Trans World Radio.
Billy og konan Rutt, sum var dóttir Víka-Rasmus í Fuglafirði, búsettust í Havn. Billy var virkin í evangeliskum verki, m.a í útbýting av traktatum til fremmandafólk, sum vitjaðu oyggjarnar við stóru ferðamannaskipunum.
Hetta skriv, ið vit tá sendu til Trans World Radio bar við sær, at føroyskar evangeliskar sendingar frá Monte Carlo, gjørdust veruleiki. Fyrsta føroyska sendingin varð send 29. november 1966.
Føroysku sendingarnar frá Monte Carlo hildu fram øll árini til 1990.
Evangeliska Røddin helt tó áfram við virki sínum, tó nakað broytt.
Evangeliska Røddin hevur alla tíðina verið virkin – og er tað framvegis dagin í dag. EvR- studio hevur tilhald í Ebenezer.
Her er mynd av skrivinum, ið Billy og eg tá sendu til Trans World Radio.
6 ár seinni skifti eg eftirnavn frá Poulsen til “av Lofti”.
Fyrsta nevndin i Evangelisku Røddini var henda:
Billy Olsen, Svenning av Lofti, Jógvan Hammer, Brynleif Hansen, Zacharias Zachariassen, Jens Guttesen, Óli Vang og Osvald Kjærbo.
