Barnalegur í Ukraina
Ungarsku hjúnini, Sebastian og Georgina Edelmann vitja í hesum døgum í Føroyum og greiða tey frá eini barnalegu í Bereg í vestur Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár.
Í sambandi við vitjanina, hava fleiri spurt, hvussu tey kunnu stuðla hesari barnalegu.
Tað er dýrt fyri hvønn einstakan at flyta pening til útlendskan banka. Men Zarepta hevur eina serstaka konto í Føroya Banka, nevnd “Hini”, og fer tann peningurin óskerdur til Beregleguna.
Kontonummarið er: 6460-0001569971 – Viðmerk: “Bereg Ukraina.”
Sebastian og konan vuksu upp í kommunistiska Ungarn. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn. Tey eiga 5 børn, sum øll eru gift.
Sebastian hevur arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin “Child Evangelism Fellowship” (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn.
Í 2007 bleiv hann leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa. Teirra heimasíða er her:
Fyrstu ferð, Sebastian vitjaði í Føroyum, var í 2005 og hevur hann vitjað aftur fleiri ferðir síðan tá.
Fyrsta vitjan hansara her hevði til endamáls at síggja og læra, hvussu vit reka barna- og ungdómslegur. Tá høvdu tey longu havt legur í nøkur ár í Beregøkinum.
Til fyrstu legurnar í Bereg vóru tjøld brúkt, men í 2008 varð fyrsti bygningurin tikin í nýtslu. Hetta er ein bygningur við kømurum til børnini. Síðan hava tey fingið tveir minni bygningar afturat. Annar er til leiðslu og starvsfólk, og hin er til vask og annað viðlíkahaldsarbeiði. So skjótt sum kríggið endar, vóna tey at fáa ein bygning afturat, sum skal innihalda møtisal, matarhøll og køk.
Nógv børn koma til legurnar, mangan frá fátæksligum umstøðum. Og tað ger tað ikki betri, nú kríggj herjar í landinum.
Latið okkum minnast hesar legur í bønum okkara.
—
John í Skemmuni