110 ár síðani at trúboðari William Gibson Sloan andaðist
Í dag, 4. september 2024, eru 110 ár síðani trúboðarin William Gibson Sloan andaðist.
Í hesum sambandi fer Svenning av Lofti at siga frá lívi og virki William Gibson Sloans í Ebenezer í kvøld kl. 20. Sangir, sum William Gibson Sloan yrkti, verða sungnir.
Fá nøvn munnu standa so rimmarfast í havnar søgu og søgu lands okkara sum navnið William Gibson Sloan. Hann var føddur í bygdini Dalry í Skotlandi 4. september 1838 og andaðist í Havn sjálvan føðingardag sín í 1914.
27 ára gamal kom hesin skotski trúboðarin til Føroya í 1865. Fyrstu árini ferðaðist hann higar bert um summarið, men búsettist í Havn í 1879. Hann varð giftur Elsebeth Isaksen í Geil. Tey fingu fleiri børn. Eitt teirra var sonurin Andrew W. Sloan, sum eisini gjørdist kendur trúboðari í Føroyum.
Við Tinghúsvegin í Havn standa tvey friðað hús lið um lið. Hesi bæði húsini eru barndómsheimini hjá teimum báðum navnframu havnarmonnunum Andrew William Skoan og William Heinesen, sum vóru vinmenn í uppvøstrinum – og næstu grannar.
Í 1965 – 100 ár eftir at William Gibson Sloan fyrstu ferð setti fótin á land í Havn – hevði William Heinesen – í útvarpinum hesa sera vøkru lýsing av grannanum Williami Gibson Sloan:
”Tað hendi av og á, at tá ið vit spældu í urtagarðinum hjá Sloan, at hesin hvítskeggjuti og svartklæddi og altíð so stillfarandi og fryntligi bretski trúboðarin kom og legði hondina á høvir okkara og segði ”To på Jesu!” Og eg minnist, at hetta kendist sum ein signing,
Eg minnist ongantíð at hava sæð sálarreinari og eymari eygnabrá enn William Sloans. Tað var eyðsæð, at hesin maðurin út í odd og egg var ein góð og stór sál, ein boðberi av einum gleðiligum boðskapi, ein evangelistur í sannari merking.
Sum hann stendur har í urtagarðinum millum leyv og blómur – so langt afturi í tíðini, og tó enn so merkiliga týðiligur og livandi fyri minni – vil eg altíð í takksemi og ærufrykt minnast William Sloan.”