Atlantic mission við Juvél 2 í Randers – fyrstu ferð í Danmark
Í døgunum 25. mars til 07. apríl lá Juvél 2 við bryggju í Randers. Farið var av Klaksvík týsdagin 19. mars kl.15:00 og komið var til Randers mánadagin 25. mars kl.15:00. Tað er Atlantic Mission (AM), sum við vælvild frá nevndini fyri juvel 2, ið nýtir skipið 2 – 3 vikur um vári til evangelisering í grannalondunum í Norður-Atlantinum. Hetta hevur verið gjørt á hvørjum ári síðani 2011. Randers liggur millum Århus og Ålborg, og hevur eitt fólkatal uppá 60.000. Býurin er mest kendur fyri Randers Regnskov.
Á ferðini niður varð lagt til bryggju í Hirtshals, har vitjað varð á tveimum møtum í samkomuni Malta. Seinnapartin sunnudagin 24. mars varð samkoman boðin umborð til sangløtu. Sunnukvøldið varð farið víðari til Randers.
Mánadgin 25. mars, beint áðrenn Juvél 2 sigldi inn í Randers fjørð, kom loðsur umborð, sum loðsaði skip og mannning ígjøgnum smølu siglingarleiðina, sum Randers fjørður er. Tað tekur 3½ tíma at sigla fjørðin við maximum ferð uppá 6-7 míl. Fjørðurin er 30. km. langur, og tað var blikalogn at sigla, sum kendist sum ein vøkur og blíð vælkomstheilsan. Loðsurin var blíður og prátingarsamur. Hann fekk føroyskt fiskaflak frá manningini áðrenn hann fór í land.
Kl. 15:00 mánadagin 25. mars varð lagt til bryggju innast inni í Randers fjørði, har almenn móttøka var skipað við sangi og røðum. Eftir móttøkuna vórðu fólk boðin umborð. Manningin fekk at vita, at skipið lá bert fáar metrar frá DROTNINGEKAJEN, har kongaskipið Dannebrog liggur, tá drotningin vitjar í Randers. Onkur helt fyri, at tað var har í Juvél 2 átti at ligið, tí Juvél 2 er eisini kongaskip, tá skipið er í tænastu hjá Konga kongana.
ALMENN MÓTTØKA
Almenna móttøkan var hátiðarliga skipað, tá varaborgarstjórin í Randers Claus Berggren og fólkakirkjupresturin Kristian Vestergaard hildu hvør sína røðu. Páll á Lakjuni, sum er nýggjur leiðari hjá Atlantic Mission, endaði hátíðarløtuna við eini stuttari takkarkvøðu. Svein Askildsen, sum hevur búðleikast í Randers í mong ár, framførdi eina solo, sum hann hevur skrivað sjálvur. Hjúnini Jensa og Øssur Mohr, listamálari, sum hava búð í Randers í mong ár, hava verið bindilið millum Atlanic Mission og Randers undir fyrireikingartilgongdini. Her hevur Svein Askildsen eisini verið ein dyggur stuðul. Páll á Lakjuni og Ruth Gaardlykke vóru í Randers nakrar dagar áðrenn tiltakið fór av bakkastokki, til tess at samskipa seinastu fyrireikingarnar. Páll og Ruth gjørdu eitt megnar arbeiði.
SKRÁ
Víðfevnandi arbeiðsskrá var gjørd, sum fevndi um allar dagarnar, skipið lá við bryggju. Tað, sum var annarleiðis við hesi vitjanini í mun til aðrar var, at tað vóru tvey støð at arbeiða í og út frá – skipið og leigaðu hølini í gongugøtuni. Nógv í skránni fór fram í og út frá leigaðu hølunum í gongugøtuni, samstundis sum nógv eisini fór fram umborð á Juvel 2. Tað var sera praktiskt, at tað tók bert 2- 3 minuttir at ganga millum Juvél og hølini í gongugøtuni. Matgerðin fór øll fram umborð, sum skipskokkarnir tóku sær av, og síðani varð maturin við bili fluttur niðan í hølini í gongugøtuni, har allar høvuðsmáltíðirnar vóru.
Skráin var bæði víðfevnadi og litrík, og varð hongd upp í gluggarnar framvið gongugøtuni, so fólk kundi síggja hvørji tilboðini vóru bæði umborð og í hølunum í gongugøtuni. Eisini var fólk frá evangeliseringshópinum hvønn dag úti á gongugøtuni og handaðu kristnan lesna, tosaðu við fólk og bjóðaðu fólki til opið skip, og eisini til kafé í hølunum.
Á skránni varð lýst til evangelisk møtir, ungdómsmøtir, kvinnu- og mannsmøtir, Grønlandsmøti, barnamøtir, sangmøtir, føroyskt møti, seniormøti, útimøtir, opið skip, og eisini varð bjóðað til siglitúr við Juvél á Randers fjørði. Eingi atgongumerkir vórðu kravd tí alt var ókeypis.
RESPONS
Tað má sigast, at skráin varð sera væl móttikin av fólki í Randers og fólkinum, sum vórðu kontaktaði á gongugøtuni, bæði ung og eldri. Tað var ein javnur streymur av fólki, stundum nógv og stundum færri. Samkomurnar og kirkjurnar í Randers tóku væl undir við vitjanini, sum lántu bæði borð og stólar, tí brúk var fyri nógvum slíkum. Hesar 13 dagarnar, skipið lá í Randers, var evangeliið borið fram við sangi, vitnisburði, talu, persónligum samtalum og lesnaði fyri fleiri hundrað menniskjum. Hesi hava hoyrt orðið, sum í Guds tíma vil bera ávøkst til ævigt lív, sum tað so væl stendur skrivað í Præd.11,1v.
POPULERIR SIGLITÚRAR
Lýst varð við siglitúrum á Randers fjørði. Túrarnir tóku gott ein tíma, og vóru sera væl dámdir. Ein eykatúrur varð gjørdur. Tað vóru fimm túrar í alt við 211 ferðafólkum. Man skuldi melda seg til túrarnar, tí ein neyvur ferðafólkalisti var kravdur til hvønn túrin av trygdarorsøkum. Børnini fingu bjargingarvest uppá. Túrarnir vóru ókeypis. Fleiri søgdu, at tey høvdu aldri upplivað býin frá sjónum.
Ferðafólkini fingu eina rundvísing umborð og eina frágreiðing um arbeiði í Grønlandi og arbeiði hjá Atlantic Mission. Síðani varð bjóðað til drekkamunn í messuni, har tað varð sungið og evangeliið varð borið fram.
Ein eldri danskari, sum vitjaði umborð, kom við einum ynski, sum líktist einum Makedoniskum kalli: ”Kom til Limfjorden med skibet!” Hann greiddi frá, at hann hevði siglt í Limfjørðinum við einum missiónsskipi, sum tíverri ikki siglir meir.
MANNING Á JUVÉL 2
Hópurin var í alt 28 luttakarar. Knapt helvtin var ungdómur. Manningin, sum sigldi við skipinum, taldi sjey, meðan hini komu og fóru heim flogvegis. Á brúnni vóru Gullak Gullaksen skipari, Uni Nolsøe stýrimaður og Ingvard Joensen stýrimaður. Í maskinuni vóru: Jógvan Páll Sevdal, Páll Hentze og Ebbe Petersen. Kokkarnir vóru: Lina Gardar og Siri Didriksen, og tveir dekkarar.
YELL-SUNDIÐ
Á leiðini aftur til Føroyar valdi skiparin at fara eystanfyri Hetland ígjøgnum Yell-Sundið, tí hann boðaði frá ódnarveðri vestanfyri. Tað rullaði væl inntil komið varð um Sumburghead, sunnasta punktið í Hetlandi. Levi Joensen, sáli, hevur mangan tikið til: ”Nakað havi eg staðið í ódnarveðri í brúgvavindeyganum og slotað eftir vitanum á Sumburghead, og tá eg so fekk eygað á vitan gjørdist eg glaður!” At koma inn í Yell-Sundið hendan rulludagin var, sum tað stendur í Sámi 23: ”at koma til hvíldarvøtn!” Her legði skiparin stilt einar 5. – 6. tímar, og kokkurin gjørdi manningin ein sannan brúdleypsdøgurða, sum kom ómetaliga væl við.
Tað tekur umleið 3 ½ samdøgur at sigla millum Føroyar og Randers. Frá tí farið var úr Klaksvík týsdagin 19. mars kl.15 og til Juvél 2 aftur lá við bryggju í Klaksvík, hósmorguni 11. apríl kl. 08, vóru knapt 23 samdøgur gingin.
Hesi samdøgur hevur nóg verið sáað í fólkatilfeinginum í Randers, og nógv hevur verið biðið í samkomunum heima. Manningin kann bert vera nøgd og glað at hava verið við til at sáa Guds orð, og eigur nú at liva í trúnni, at Gud gevur ávøkstin í sínari tíð.
UM ein knappan mánaða leggur Juvél 2 aftur út á hav, og tá liggur kósin norður-vestur til Grønlands, sum verður 17anda ferðin til Grønlands hjá Juvél 2.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
Skrivað: pjd, Glyvrar 18.04.2024