Netvarp

R7 - Savn

Hetlandsvitjanin hjá Juvél 2 2023 – Juvél 2 fýra ferðir í Hetlandi!

Í døgunum 25. apríl til 07. mai vitjaði Atlantic Mission, við missiónsskipinum Juvél 2, í Hetlandi.

Tað varð farið av Havnini flaggdagin 25. apríl uml. kl.19:00. Í góðveðrinum hevði væl av fólki leita sær oman á Bursatanga á Eystaru vág kl. 18:00 at siga farvæl. Eitt sangblað var prentað til farvælløtuna, og tað varð sungið og talað, áðrenn lagt var frá bryggju við kós móti Lerwick.

Tað tekur millum 25 og 26 tímar at sigla av Havnini til Lerwick, tá siglt verður gjøgnum Yell-sundið; men verður farið suður um Sumburghead, sum er sunnasta nesið í Hetlandi, leggjast 3 – 4 tímar afturat. Skiparin
ynskti at taka leiðina suður um Sumburghead. Vit kundu komi til bryggju seint mikukvøldi, men valdu at liggja í góðveðrinum sunnan fyri Lerwick til náttin var av.

Hósmorgunin 27. apríl var av fagrasta veðri, og í silvitni millum Bressey og Lerwick sigldu vit við niðursettari ferð inn ímóti Lerwick, sum er høvuðsstaðurin í Hetlandi. Vit høvdu avtalað við havnamyndugleikarnar og samkomuna, at vit komu til bryggju kl.10:00 hósmorgunin. Vit fingu atløgupláss við innaru síðuna av Victoria-Pier (Victoria-Bryggjan), sum liggur í miðbýnum. Á uttaru síðuni liggja Cruise skipini, og teir 11 dagarnar vit lógu har, komu ikki færri enn trý Cruise skip, sum lýstu væl upp á Victoria-Pier og skaptu bryggjuhugna.

Hugaligt var at síggja gamlar kenningar úr samkomuni í Lerwick standa á bryggjuni, og ein blíðan og smílandi havnafúta, Charles, sum vit kenna frá fyrr av. Tá allir endarnir vóru festir og landleytarin settur, komu fólk umborð at heilsa uppá.

Sama kvøldi kl. 18:00 var manningin boðin til máltíð í samkomuni Ebenezer í Lerwick. Tað eru 12 ár liðin, síðani Atlantic Mission á fyrsta sinni vitjaði í Hetlandi, sum var fyrsti túrurin hjá Atlantic Mission við Juvél 2. Í hesum 12 ára tíðarskeiði hevur Atlantic Mission vitja í Hetlandi ikki færri en fýra ferðir, og hvørja ferð við Juvél 2 – “Skipið við bíbliumyndini og fiskatekninum á bógnum og Jóhs.3,16 á skorsteininum er í dag eitt kent skip í Lerwick!”

Skráin

Samkoman hevði gjørt eina víðfevnadi arbeiðsskrá, sum byrjaði longu dagin eftir, fríggjadagin 28. apríl, við útbýting av innbjóðingum og traktatum. Nakrar túsund traktatir og innbjóðingar vórðu bornar inn í húsini hesar 11 dagarnar vitjanin var. Tað varð gingið í húsini bæði í Lerwick og øðrum støðum.

Afturat høvuðsoynni, Mainland, har býurin Lerwick liggur, fevndi skráin eisini oyggjarnar Yell, Whalsay og Trondra, har traktatir og innbjóðingar vórðu bornar inn í húsini og bjóðað varð til evangelisk møtir.

Møtir vórðu hildin í 7 ymiskum støðum; í samkomusalum, í kirkjubygningum (Church of Scotland) og almennum hølum. Fólk í samkomuni í Lerwick komu við egnum bilum og bussi til flutning av manningini millum tey mongu støðini, sum vitjað vórðu. Møtini vóru væl vitjað. Á seinasta møtinum, sum var í Lerwick sunnukvøldið 07. mai, sama kvøld sum vit fóru avstað, var fullsettur salur, har uml. 150 fólk vóru møtt upp.

Sanghefti, við 30 enskun sangum, var gjørt til ferðina. Tveir føroyskir sangir aftast í heftinum, har annar sangurin varð sungin av manningini í endanum á hvørjum møti. Fólkið dámdi væl at hoyra manningina syngja teir føroysku sangirnar.

Felagssangurin gekk avbera væl, sum varð borin uppi av sera góðum tónleikarum: Harry á Lakjuni við klaverið, Poul Dam við harmonikuni og Páll á Lakjuni og Heine Lútzen við hvør sínum guitara, sum eisini
leiddu felagssangin. Heine Lútzen, sum er ein kendur sangari heima, framførdi nakrar solo. Páll á Lakjuni, sum hevur nógv ár á baki sum sangari, framførdi eisini solosang.

Sunnukvøldið 07. mai kl.22:00 var lagt frá bryggju í Lerwick, har fleiri vóru komin at siga farvæl. Aftur hesaferð valdi skiparin at sigla suður um Sumburghead, sum var ein rættuligur rullutúrur til skipið var komið
suður um Sumburghead. Vit komu á Havnina kl. 06:00 týsmorgunin, tí vøra skuldi í land og onkur av manningin fór av. Síðani varð kósin sett norður til Klaksvíkar, har komið var í dýrdaveðri kl. 08:00.

Manningin

Evald Norðberg, Hvalba, skipari
Harry á Lakjuni, Fuglafjørður, stýrimaður
Jógvan Páll Sevdal, Leirvík, maskinstjóri
Wenningsted Jensen, Miðvágur, maskinmaður
Svenning av Lofti, Tórshavn, leiðari
Poulina Gardar, Klaksvík, kokkur
Ella Rasmussen, Klaksvík, kokkur
Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar, dekkari
Dina Norðberg, kona skiparan, og lítli sonurin Jens Moodi (sjey mánar)
Svenning av Lofti, Tórshavn, leiðari
Páll á Lakjuni, Fuglafjørður
Heine Lútzen, Tórshavn
Kjartan Petersen, Hoyvík
Poul Dam, Kollafjørður

Hópurin, sum vitjaði í Hetlandi. Mynd tikin í salinum Ebenezer í Lerwick.
Ovast frá vinstru: Poul Dam, Poul Jóhan Djurhuus, Heine Lútzen, Kjartan Petersen,
Harry á Lakjuni, stýrimaður.
Fremst frá vinstru: Jógvan P. Sevdal, maskinmaður, Páll á Lakjuni, Lina Gardar,
kokkur, Svenning av Lofti. Ella Rasmussen, kokkur, Wenningsted Jensen,
maskinmaður, Dina Norðberg, Jens Moodi Norðberg barn og Evald Norðberg, skipari.

Ein ferð sum hendan kann als ikki gjøgnumførast, um ikki nøkur eru, sum eru til reiðar at ofra persónliga tíð og orku. Man skal ikki taka tað sum sjálvfylgju, at menn og kvinnur melda seg til ferð sum hesa. Fyrireikararnir eru ómetaliga takksamir fyri teirra uppofrandi innsats – um tað ikki vóru slík, so varð eingin ferð gjørd av hesum slagnum!

Skip og evangelisering

Vanligt hevur verið at sigla við Juvél 2 til oyggjarnar, har møtir hava verið lýst, men soleiðis var ikki á hesum sinni. Valt var at lata skipið liggja í Lerwick undir vitjanini. Fólk vitjaðu umborð, og sunnudagin varð bjóðað
til sunnudagsskúla í messuni.

At evangelisera út frá einum skipi er ein Gudgivin og unikur møguleiki. Skipið, sum liggur við bryggju, er ein sterk áminning til fólk um, at ein serlig vitjan er á staðnum. Fólk hava lætt við at koma umborð, tá lýst
verður við OPIÐ SKIP. Tá er upplagt høvið at bjóða til drekkamunn við sangi, vitnisburði, talu og hugnaliga samveru; og um tørvur er, so eru góðar umstøður til persónligar samtalur. Hugnin umborð er annarleiðis
enn í einum møtisali, eisini um man ikki siglur, men bert liggur við bryggju – evangeliska potentialið við einum hóskandi skipi hevur eingi mørk!

Søguligt afturlit

Fyrsta átakið hjá ATLANTIC MISSION var í 2011. Tá varð farið til Hetlands við Juvél 2. Síðani hava evangeliseringsferðir verið við Juvél 2 á hvørjum ári, við undantaki í 2021, tá eingin ferð varð gjørd vegna corona.

Tíðarskeiðið 2011-2023:

  1. 13. mai – 25. mai 2011 / 13. dagar HETLAND
  2. 11. mai – 22. mai 2012 / 12. dagar ORKNOYGGJAR OG HETLAND
  3. 09. mai – 20. mai 2013 / 12. dagar HEBRIDURNAR
  4. 01. mai – 16. mai 2014 / 16. dagar FØROYAR (sunnanfjørðs)
  5. 30. apr. – 13. mai 2015 / 14. dagar ÍSLAND (Eysturlandið við sluppuni Jóhannu. Juvél ikki tøkur)
  6. 19. apr – 10. mai 2016 / 22. dagar HEBRIDURNAR, ORKNOYGGJAR OG HETLAND
  7. 25. apr – 10. mai 2017 / 16. dagar BØMLO (oyggj í Noregi)
  8. 02. mai – 16. mai 2018 / 15. dagar ORKNOYGGJAR
  9. 15. apr – 29. apr 2019 / 15. dagar MULL (oyggj í Innaru Hebridunum) OG SKOTLAND
  10. aug. sept. nov. 2020 / 10. dagar FØROYAR (trý tiltøk norðanfjørðs)
  11. 22. apr – 01. mai 2022 / 10 dagar FØROYAR (sunnanfjørðs)
  12. 25. apr – 09. mai 2023 / 15. dagar HETLAND

Í 2021 vóru ongi tiltøk orsaka av koronu. Hvat verður so í 2024 um Gud vil?

Afturlitið vísir, at fýra missiónsferðir eru gjørdar til HETLANDS, tríggjar til ORKNOYGGJAR, tríggjar til HEBRIDURNAR, og tríggjar missiónsferðir í FØROYUM.

Nógv hevur verið sáað hesi mongu ár víða um í Norður Atlantshavi. Orð Guds er livandi sáð, sum virkar og veksur til ævigt lív og ævigan ávøkst. Nøkur sáa, nøkur vatna, nøkur heysta, men Gud virkar ávøkstin – Gudi veri tøkk og æran fyri alla Hansara náði og miskunn!

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul J. Djurhuus, Glyvrar
Skrivað: Glyvrar 25.05.2023
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com