Fanny Crosby – Símun Absalonsen hugleiðir
Tveir sunnumorgnar í sendingini Credo hjá Armgarð Arge í Kringvarpinum, hevur Símun Absalonsen hugleitt Um Fanny Crosby.
Símun Absalonsen sigur frá Fanny Crosby, sum var borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915.
Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin. Alt frá Bob Dylan til Ingálv av Reyni. Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari.
Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri forsetar í USA. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongressini.
Hon varð gift og fekk eina dóttur, sum doyði sum pinkubarn.
Fyrri partur: “Eg veit, at loysnari mín livir.”
https://kvf.fo/credo?sid=157265
Seinni partur: “Hon gjørdi tað, sum hon kundi”.
https://kvf.fo/credo?sid=157537