Netvarp

R7 - Savn

Samfelagsmøtir í Klaksvík á hvítusunnu 2023

Samkoman í Betesda í Klaksvík bjóðar til samfelagsmøtir á hvítusunnu. Tey skriva:

Tað er okkum ein stór gleði at bjóða tykkum til samfelagsmøtir á hvítusunnu í Klaksvík, sum í ár verða hildin undir heitinum: ”Kristus frelsir til fulnar”.

Fyrsta møtið verður í Betesda fríggjakvøldið 26. mai kl. 20:00 (bønarmøti). Øll hini møtini vera í Badmintonhøllini, og byrjað verður við uppbyggingarmøti leygardagin 27. mai kl. 15:00. Seinasta møtið verður mánakvøldið, 2. hvítusunnudag, 29. mai kl. 18:00.

Ímillum møtini seinnapartin 2. hvítusunnudag, verður nátturði. Innsavningin sunnumorgun fer óskerd til trúboðararnar. Nærri kunning um møtini verður lýst seinni á heimasíðuni www.betesda.fo.

Í Hebr. 10: 24-25 gevur skriftin okkum hesa áminning: ”Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!

Kæru systkin! Við hesi áminning í huga vóna vit at síggja so mong av tykkum sum møguligt hesar hátíðardagar, har bøn okkara til HARRAN er, at Hann skal vitja okkum, so vit øll verða uppbygd og styrkt í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus.

Sum heitið yvir møtini eisini leggur upp til, er ynski okkara, at kall Kristusar til samkomuna um at prædika evangeliið fyri øllum skapninginum eisini skal verða raðfest høgt hesar dagar, tí ”hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!” (Róm. 10:14)

Vit gleða okkum at síggja tykkum og at hava samfelag við tykkum. Hjartaliga vælkomin!