Netvarp

R7 - Savn

„Føroyum tørvar ein trúboðara…“

Soleiðis skrivar Gamli Sloan í dagbók sína 28. mai 1865. Petur Háberg yrkir so rámandi um kall Gamla Sloans til Føroya:

Norðuri í Atlantshavi lítil oyggjaflokkur lá,
fólkið trilvaði í myrkri – hetta faðireyga sá,
og hann spurdi: „Hvør vil fara har at boða Lívsins veg?“
Svarið kom úr Vesturlandi: „Vilt Tú, Harri, send so meg!“


Gamli Sloan skrivaði tann dagin: „Eg skilji, at einki trúboðanarvirki fer fram har í oyggjunum, og at tað eru bert fáir lutherskir prestar til alt hetta fólk. Sendir Harrin meg hagar, so trúgvi eg, at eg verði ikki sendur til einkis. Orsøk mín til og ynski mítt eftir at fara hagar… liggur í hesum: Dýrd Guds og frelsa sálanna! Føroyum tørvar ein trúboðara… Leiði Harrin meg við Anda sínum… So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika Jesus. Amen!“
Við hesum verður ikki sagt stórthundrað ár aftaná, at kristindómurin kom til Føroya við Gamla Sloan. Har afturímóti kom hesin gudsmaður til oyggjar okkara við eini sera einfaldari og greiðari framseting av gleðiboðskapinum.
Hóast myrkt var andaliga í Føroyum um hetta mundið, so búleikaðist kortini eitt lítilátað fólk her, sum kendi lívsins harða leik, hevði stóran ótta fyri Gudi og virðing fyri hini heilagu skriftini. Hetta har góður gróðrarbotnur fyri gleðiboðskapinum. Tá ið menn og kvinnur, sum kendu andaligar sannleikar, tí hoyrdi Gamla Sloan tala um fulla frelsu eina við trúgv á Kristus – uttan verk – og við vissu um frelsuna longu nú í lívinum, rann saman teirra millum, og orðið fall í góða jørð og bar ávøkst. Onnur mælti ímóti hesi fremmandu talu.
At enda sigur Petur Háberg í yrking síni um Gamla Sloan:
Og eitt langt og trúfast lív varð vígt til Harrans virki her, „Tro paa Jesus!“ sum ein eldskrift gjøgnum alt tað verkið fer!

Gamli Sloan, D.J. Danielsen og aðrir plantaðu. Andrew, Victor og aðrir vatnaðu, men Gud gav vøkstin!

Kelda: Zacharias Zachariassen – Fótaspor – Leirkerið nr. 4-1984

D.J.Danielsen og konan Lina
Andrew W. Sloan
Victor Danielsen