Netvarp

R7 - Savn

Desember 2021 Bønaráheitanir um at takka Gudi

  1. Gud, vit takka Tær fyri, at samkomur í Rumenia gjørdust meiri sjónligar á netinum í farsóttartíðini. Hetta gav teimum møguleikar til at hittast og hjálpa fólki, sum ikki høvdu dirvi til at fara inn í eina kirkju.(Ápostlasøgan 8:4)

    2. Vit takka Tær, góði Faðir í Himli, at koronufarsóttin hevur fingið fólkið í Japan at hugsa meira álvarsamt um lívið. Máttu tey leita til Tín, tann sanna Gud, fyri at fáa svar upp á lívsins spurningar. (Esaias 55:10-11)

    3. Himmalski Faðir, vit eru takksom fyri, at vit kunnu taka TWR Kvinnur við vóntænastuna upp aftur av nýggjum í Buen Pastor fongslinum í Paraguay. Takk fyri, at Tú hevur útvegað sjálvboðin til tænastu, tilfar og stuðulsgávur, so at vit kunnu bera boðskapin um frelsuboðskapin har.(Jóhannes ev.3:14-16)

    4. Vit takka Tær Harri, at 18 kvinnur í Liberia valdu at taka ímóti Kristusi, tá tær tóku lut í Go Share week tiltakinum. Vit biðja eftir, at enn fleiri skulu finna frelsuna í Jesusi. (Lukas15:5-7)

    5. Vit takka Gudi fyri, at vit hava verið før fyri at økja framleiðsluna av Hidden Treasures (Fjaldir skattir) í Spania. “Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.” (Sálmur 34:2) (ensk 34:1).

    6. Gud, vit takka Tær fyri tey 30 trúføstu sjálvbodnu, sum arbeiða við TWR Kvinnur við vón í Suðurkorea. Takk fyri, at Tú hevur givið teimum ymisk evni, og fyri, at Tú hevur leitt tey saman til at tæna Tær. (1.Korintbræv12:4-6)

    7. Himmalski Faðir, takk fyri, at Tú hevur veitt muslimskum kvinnum ugga í Norður Kaukasus ígjøgnum Kvinnur við vón sendingarnar. Fleiri av teimum hava hoyrt um, hvussu tær skulu vera góðar við menn sínar, og nú eru heim teirra fylt við friði og signingum. (Titus2:4-5)

    8. Vit takka Tær, himmalski Faðir, at Kvinnur við vón kundu byrja televarpssendingar á hindi og bengali máli í farsóttartíðini. Takk eisini fyri, at Tú veitti teimum í India ein máta at kunna vera saman í bøn gjøgnum video og telefon uppringingar. (Hebrerabrævið10:24-25)

    9. Takkið Gudi fyri, at trúgvandi kristin í Lyon í Fraklandi kunnu býta út 5.000 Bíbliur á hvørjum ári, meðan ljóshátíðarhaldið er í desember. Takkið eisini fyri, at nógv fólk biðja um at fáa Bíbliur. (Matteus4:4)

    10. Takkið Gudi fyri, hvussu búgvin tey, sum lurta eftir Kvinnur við vón Tagalog sendingunum á Filipsoyggjunum hava víst seg at vera, at tey standa stinn í trúnni, hóast trupulleikarnar, sum tey hava av heimsfarsóttini. Vit eru eisini so takksom fyri, at nógvir lurtarar siga, at teir eru signaðir av Guds Orði gjøgnum hesa boðanartænastu.(1.Korintbræv16:13)

    11. Harri, vit takka Tær fyri, at í heimsfarsóttartíðini hava nógv trúgvandi kristin í norður Evropa gjørt sær greitt, at avtalur og handilsfundir hava ikki so stóran týdning sum at møtast við Tær í bøn.(Markus1:35)

    12. Faðir í Himli, vit takka Tær fyri tað nýggja toymið, sum Tú hevur útvegað í Portugal fyri Kvinnur við Vón sendingarnar har, og fyri møguleikarnar at varpa hesar sendingar út á nýggjum miðlatænastum so sum Spotify. (Sálmur 63:5)(ensk 63:4)

    13. Faðir í Himli, takk fyri, at lívið hjá nógvum fólkum kann gerast meiri liðiligt við at arbeiða heimanífrá, meðan stongsil er. Hetta umhvørvið ger kvinnur í Kina førar fyri at liva eitt lív sum trúgvandi kristin við Heilaga Andanum. (Sálmur 71:8)

    14. Takk góði Gud, at hesar truplu tíðir hava hjálpt teimum trúgvandi kristnu í Serbia at skilja, at Tú ert yvir øllum. Vit kunnu líta á Teg, Harri. (Sálmur 71:5)

    15. Vit takka Tær Gud, fyri at Tú altíð hoyrir okkara bønir. Takk fyri teir trúføstu fyribiðjararnar í Føroyum og Danmark, nógv av teimum hava biðið fyri hesum verki í fleiri ár. (1. Jóhannesarbræv 5:14)

    16. Gud, vit takka Tær fyri,at nógv fólk í Bonaire mistu ikki sítt arbeiði í heimsfarsóttartíðini og vóru før fyri at syrgja fyri øðrum. (Sálmur 68:20)(ensk 68:19)

    17. Gud, vit takka Tær fyri at læra okkum, hvussu vit betur kunnu nýta tøknina í heimsfarsóttartíðini í Uruguay. Nú biðja samkomur og kirkjur og hava felagsskap og minnismáltíð Harrans saman gjøgnumZoom.(Esaias 25:1)

    18. Almáttugi Harri, vit takka Tær fyri, at fólk í Indonesia frítt kunnu boða evangeliið á sosialu miðlunum. Takk fyri tey nýggju trúgvandi kristnu, sum hava havt dirvi til at bera sínar vitnisburðar fram á henda hátt. (Ápostlasøgan 4:29)

    19. Harri, vit takka Tær fyri Ful Maya Tamang, okkara nýggja samskipara í Nepal, sum eisini er úr Nepal,og fyri tey nýfrelstu, sum hava funnið vón í Tær gjøgnum boðanartænastuna hjá TWR Kvinnur við vón har.
    (1. Korintbræv 1:4)

    20. Faðir í Himli, vit takka Tær fyri Karin, Evu, Kerstin, Helen og Rebekku, nakrar av okkara trúføstu sjálvbodnu innan fyri TWR Kvinnur við vón í Svøríki. Signa handaverk teirra. (Sálmur 90:17)

    21. Almáttugi Gud, vit takka Tær fyri, at lurtarar í Vietnam hava funnið troyst og frið í heimsfarsóttartíðini við at hoyra umTíni lyfti gjøgnumTWR sendingar. (2. Korintbræv 1:20)

    22. Gud, vit takka Tær fyri gevarar og stuðlar í Týsklandi hjá heimsumfatandi boðanartænastuni hjá TWR Kvinnur við vón, teirra áhaldandi stuðul fíggjar Kvinnur við vón sendingar á ymiskum tungumálum. (Galatiabrævið 6:9-10)

    23. Gud, vit takka Tær, at dyr eru latnar upp í Etiopia fyri okkara TWR Kvinnur við vón toymi við møguleikum til at tæna flóttafólki og teimum, sum eru rikin út úr heimum sínum. Veit teimum grøðing og ger tey heilskapað, sum tørvar, at Tú nemur við tey, Harri.

    24. Vit takka Tær, Harri, fyri ta endurnýggjan, sum fer fram i finsku samkomunum og kirkjunum, har bøn, forbøn og persónligt andaligt lív alsamt fær størri og størri týdning.

    25. Góði Gud, takk fyri, at Tú gjørdi tað møguligt hjá TWR Kvinnur við vón at fara undir boðanartænastu í Japan í mars í ár, hóast koronafarsóttin var har. (Esaias 55:8-9)

    26. Vit takka tær Harri, at Tú hevur vart og spart lívið hjá øllum teimum, sum arbeiða við útvarpssendingum frá Kvinnur við vón í Spania í hesi koronavirus kreppuni. (Sálmur 9:2-3) (ensk Sálmur 9:1-2)

    27. Himmalski Faðir, takk fyri koreabúgvar, sum biðja við trúboðan fyri eyga. Vit biðja um, at tað verða fleiri trúfastir fyribiðjarar eins og hesi.(Sálmur 66:20)

    28. Harri, takk fyri, at tað ber til at nýta miðlarnar til at boða evangeliið í heimsfarsóttartíðini, serstakliga í Norður Kaukasus, har illa ber til at boða evangeliið opinlýst. (Rómbrævið 8:28)

    29. Gud, vit takka og prísa Tær fyri Títt Orð, sum sannførir hjørtu okkara. Vit biðja um, at lurtarar frá øðrum religiónum í India skulu gerast rørd av Tínum Orði, so at tey kunnu verða frelst. (Jóhannes ev. 6:37)

    30. Harri, vit takka Tær fyri, at Tú kanst nýta tær serbisku Kvinnur við vón sendingarnar til at seta mót í og ugga mangar kvinnur. Takk fyri, at Tú hevur givið okkum sosialar miðlar til at bera øðrum vón.
    (2. Korintbræv 1:3)

    31. Harri, vit takka Tær fyri, at lurtarar í Svøríki verða rørdir av at lurta eftir The Garden of the Heart (Hjartans urtagarði). Hendan sendingin hevur hjálpt mongum at finna grøðing og endurnýggjan. (Sálmur 9:12 ) (ensk 9:11)

    “Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn”
    (Eeva Vӓhӓsarja)

    KVINNUR VIÐ VÓN twr women of hope.org


    Miia da SilvaTWR økissamskipari -Evropa og Miðal Asia-Mið Eystur-Norður Afrika @twrwomenofhopetwrwomenofhope.orgTWR Women of HopeRegionalCoordinator Europe and CAMENA(Central Asia-MiddleEast-North Africa)

    Desember 2021
    Eitt orð um vón
    eftir Lisu Hall, altjóða bønarsamskipara

    Mær dámar so væl at hyggja eftir Olympisku leikunum og síggja ítróttarfólk í heimsflokki kappast hvør móti øðrum. Eg fegnist um, hvussu luttakararnir seta særfyri, halda út og avgera at ofra so nógv fyri at vinna heiðursmerki.
    Men tað er ein onnur kapping, sum fer fram í okkara tíð –ikki ein um mentalan ella kropsligan dugnaskap, men um meiningar. Táið Jesus gjørdi greitt, at Hann var sannleikin og einasti vegur til Gud (Jóhannes ev. 14:6), setti Hann seg upp ímóti teimum, sum hildu seg til allar aðrar trúarrørslur, annaðhvørt tey trúgva, at eingin óheft sannleikamynd er til,ella hinvegin trúgva, at aðrir vegir eisini føra til Gud.
    Sum vit hyggja at Jesusi og teimum, sum fyrst fylgdust við Honum, síggja vit, at tað var ein verulig avbjóðing fyri tey at liva eftir sínari trúgv í einari mentan,, sum hevði øðrvísi fatan. Tey fingu mótstøðu, mistu samfelagsstøðu, vórðu kropsliga illa viðfarin, ognir teirra vórðutiknar frá teimum, og nøkur máttu –eins og Kristus –líða deyðan. Paulus skrivar til Timoteus, at “øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt” (2. Timoteusarbræv 3:12). Hevur tú eisini, sum ein, ið trýr á Jesus, kent til forfylging?Hvussu tókst tú hetta?
    Um vit vita, at trúgvandi skulu vænta sær forfylging, hvussu fyrireika vit okkum til tað? Eg fari aftur at hugsa um olympisku íðkararnar, sum venja í áravís og fylgja ráðunum frá sínum venjarum, kanna eftir, hvussu fyrrverandi vinnarar hava gjørt,og hava eyguni fest á málið. Tað fær meg at hugsa um Hebrearabrævið 12:1-3:
    “Latið tí eisini okkum , táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum,og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna –og situr nú við høgru síðu hásætis Guds! Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti –so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!
    ”Eins og rennarar ikki tyngja seg við tungum klæðum, táiðteir skulu renna skeiðið, skulu vit sleppa okkum av við tað í lívi okkara, sum forðar okkum í trúfast at fylgja Jesusi. Hvat dregur teg burtur frá at fylgja Jesusi heilt? Hvat er tað, sum tyngir teg niður, og sum tær tørvar at leggja av,fyri at tú kanst kenna tað frælsi, sum Gud ynskir at geva tær?
    Mest umráðandi fyri okkum er, at okkum tørvar at hava eyguni fest á Jesus og halda fram á leiðini, sum Gud leggur fyri okkara lív:
    * At koma til Gud dagliga, lurta eftir og lata Hann tala gjøgnum sítt Orð og taka við tí við opnum sinni í lýdni (Filippibrævið 4:9).
    * Lata okkum í andligu herklæðini, so at vit kunnu verða standandi (Efesusbrævið 6:10-19).
    * Læra okkum at elska fíggindar okkara og fyrigeva teimum, sum forfylgja okkum (Matteus 5:44).
    * Avgera at fylgja Kristusi, hvussu umstøðurnar enn kunnu vera (Markus 8:34).
    * Gera okkum greitt, at vit eru ikki einsamøll. Gud er altíð hjá okkum (5. Mósebók 31:8), og Hann hevur givið okkum likam Kristusar [sum er samkoman]til at lívga og styðja hvør annan. Tí biðja vit fyri hvørjum øðrum!
    * Skilja, at Jesus kendi til líðing og hvørja freisting, sum møtir okkum (Hebrearabrævið 4:15) –tó uttan synd. Hansara svar gevur okkum mót og styrkir okkum í trúnni. “Gleði í Harranum er styrki okkara” (Nehemias 8:10).
    * Hava í huga,at ríki Guds fer at vinna. Tann Gud, sum vit tæna, er yvir øllum,sum er skapt,og yvir allari tíð, og Hann er tann sigrandi. (Kolossebrævið 1:16-17)!

    Mátti eg tí kunnað tilstuðlað tær, vinur, til at hava eyguni fest á Jesus og við gleði halda út til endan? Hann er verdur tað, sum tað kostar, tí Hann er okkara heiður.

    Fíggjarstuðul:-Sí heimasíðuna hjá Evangelisku Røddini Evr.fo

    EvR hevur stovnað konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145, har tað bertil at flyta pening tilskilað til TWR.

    Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org

    Leita eftir vón í dag
    Ein søga um takksemi


    Eftir at hava vitjað í størsta fongslinum í Rumenia fyri nøkrum árum síðan, har TWR Kvinnur við vón toymið við luttakandi úr Amerika, Týsklandi og Finnlandi fingu høvi at hava møti nakrar tímar fyri meir enn 100 kvinnum í aldrinum 19 – 70 ár, kom Peggy Banks at tosa við eina 19 ára gamla kvinnu, sum skuldi verða leyslatin eina viku eftir hetta. Hon var sera rørd av tí, sum hon hoyrdi á møtinum um Guds náði og fyrigeving, og bað um forbøn. Hon søkti Guds varðveitslu fyri seg í tí umhvørvi, sum hon fór at koma til í vikuni eftir. Meðan tær bóðu, var tað ein signing at síggja hana finna eina vón og skilja,at Gud var nær og gjørdist veruligur í hennara lívi tann dagin.

    Ein og hvør av okkum hevur eina serstaka søgu um Guds náði og miskunn. Vit vita ongantíð, nær ella hvussu Gud fer at brúka okkara persónligu søgur um vón og grøðing í Jesusi. Ver ikki bangin fyri at siga tína søgu, vitandi at okkurt í tínari søgu kann geva øðrum vón fyri tann dagin.

    Vit kunnu takka og prísa Gudi hendan mánaðin, at Hansara kærleiki er óendaligur, ófatiliga stórur og tann sami í gjár, í dag og alla tíð. Takka Gudi, at Hann hevur givið tær eina søgu um vón og grøðing í Jesusi. – Í Honum gleðist hjarta okkara.

    Peggy Banks skrivar
    Alt, ið andadrátt hevur lovið Harranum –Halleluja!” Sálmur150:6

    Kæru vinir,
    Hvat fær tykkum at takka av hjarta í dag? Nær steðgaðu tit á seinast og takkaðu Gudi fyri, hvør Hann er í tykkara lívi? Nær sótu tit seinast í friði takkandi Gudi, tá eitt sólarris ella sólsetur var at síggja?
    Hetta eru nakrir spurningar, sum eg havi sett mær hvønn dag. Eg vil ikki, at ein dagur gongur, uttan at eg takki og viðurkenni Guds góðsku og náði í mínum lívi. Men summar dagar havi eg hildið, at hetta fór at vera ein stór avbjóðing. Í einum heimi, sum stríðist fyri at koma aftur til tað vanliga,kenni eg, at mær tørvar at seta mær fyri at takka Gudi fyri hvørt lítið sindur, sum eg síggi og hoyri hvønn dag. Eg byrjaði at grunda yvir takkarorð úr Skriftini.
    * Harri, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum, tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tínifrá forðum eru sannleiki og trúfesti. (Esaias 25:1)
    * “Lova Harranum, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!” (Sálmur 103:1)
    * “Eg skal takka Harranum av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni,” (Sálmur 9:2 -ensk 9:1)
    * “-Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum! (Sálmur 42:12) (ensk 42:11)

    Eg biði um, at vit í hesum mánaðinum við andadrátti okkara viljatakka og prísa Gudi hvønn dag. Latið okkumtaka saman hendur, meðan vit lyfta upp okkara rødd við takkarbønum og lovprísan.ÍHonum gleðist hjarta okkara.

    Peggy Banks stjóri /TWR Kvinnur við vón

    Gleðilig jól
    Nú jólini nærkast, vilja vit ynskja tykkum øllum, sum taka lut í hesum bønarkalendaranum frá TWR Kvinnur við vón, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og takka fyri tað farna.
    Elisabet og Hanna