Netvarp

R7 - Savn

Lívdin takkar

Eftir eitt væl vitjað vikuskifti, har Lívdin hátíðarhelt 20 ára dagin og innflytingina í nýggja samkomubygningin, ynskir Lívdin at takka øllum teimum, sum komu á gátt. Tað var sera uppmuntrandi og lívsjáttandi at síggja so mong fólk vitja í nýggja bygninginum við Vegin langa í Hoyvík.

»Ein serlig gleði var at síggja so mong børn og ung til tiltøkini leygardagin, har eitt stórt familjutiltak var úti á parkeringsøkinum og síðani inni í salinum. Børnini og tey ungu hugnaðu sær við pylsum, candyfloss, andlitsmáling og hoppiborgum. Síðani fingu tey eisini besta boðskapin um, at Gud elskar tey ógvuliga høgt. Leygarkvøldið var stórt ungdómstiltak, har fleiri hundrað ung hugnaðu sær saman, prísaðu Gudi við sangi og hoyrdu eina eggjandi talu frá Regini Guttesen, sum vitjaði Lívdina úr Italia í samband við hátíðarhaldið.

Konsertin sunnukvøldið var kanska hæddarpunktið, har fólk vitjaðu í fullsettum sali. Kórið og orkestrið vóru ein sonn frægd at uppliva á nýggja pallinum og syngja Gudi lovsong. Endað varð við sanginum “Stór er Tín trúfesti”, har øll við einari rødd kundu takka Gudi fyri trúfesti hansara í teirra lívi, og at náðin at liva er nýggj hvønn ein morgun.

Umstøðurnar til fjølbroytt virksemi eru nú sera góðar, og ynskir samkoman av hjarta at geva Gudi æruna, tí tað er av Guds stóru miskunn, at hetta ber til. Lívdin ynskir at nýta bygningin soleiðis, at virksemið í og út fra samkomuni kann vera til hjálp og signing fyri alt nærumhvørvið og landsfólk okkara.«

Kelda: in.fo Eirkur Lindenskov