Drotningin í Zarepta
Posted On 18. juli 2021
Í góðveðrinum leygardagin 17. juli 2021 kl. 15.20 var Margreta drotning á vitjan í Zarepta.
Borgarstjórin, Bjarni Prior, saman við bygdaráðnum í Vága kommunu og borgarstjóranum í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard tóku ímóti drotningini.
Nógv fólk var komið saman í túninum, børn vóru á spæliplássinum og Betesdakórið sang fyri drotningini.
Jákup N. Olsen, sum er dagligur leiðari fyri Zarepta helt røðu fyri drotningin.
Mynd: Jákup N. Olsen heldur røðu fyri drotningini. Miðskeiðis í myndini síggjast løgmaður Bárður á Steig Nielsen og frú Rakul Nielsen.