Netvarp

R7 - Savn

Juvel II í dokk


EIN UPPSHINING
Eftir at hava verið á sleipistøð á Skála í nakrar dagar, setti Juvél II kós móti Skagen sunnudagin 07. mars, og komo til Skagen mikudagin 10. mars, har skipið fór í dokk hjá Karstensens Værft.
Teir, sum sigldu skipið til Skagen vóru maskinmenninir Jógvan Páll Sevdal og Heðin Hansen. Á brúnni vóru Dávur Joensen og Tom Djurhuus. Dekkarar vóru Óli Steinberg og Karsten Hansen.

TUNNAN
Meðan Juvél II lá á Skála varð tann eyðkenda “tunnan” (útsýnisrúmið), ovast á fremru mastur, tikin niður. Hvat grønlendingar, sum mangan hava tikið ímóti Júvel II, fara at siga um tað er óvist, men eitt er vist, at tað fyrsta, sum mangir av teimum sóu, táið Juvél II kom um tað síðsta nesið, var húsið/tunnan ovast á fremru mastur – og tá visti øll bygdin, at “nú kemur Juvél II!”

Í DOKK
Meðan Juvél II hevur verið í dokk í Skagen, er skipið sandblást um allan botnin, og yvir vatnlinjuni er skipið plettsandblást. Eisini er umfatandi málaraarbeiði farið fram um alt skipið uttaná, har eisini skipsdekkið og bátadekkið eru smurd av nýggjum.

STABILISATOR
Tað, sum kann nevnast stórtíðindi er, at Juvél II hevur fingið ein sokallaðan rullutanga/stabilisatortanga monteraðan aftast á brúgvatakið. Var tunnan í mastrini eitt eyðkenni fyri skipið, verður rullutangin tað ikki minni. Ein ávís nøgd av vatni verður koyrt í tangan, sum eftir ætlan skal gera at rullið verður munandi minni.
Fleiri føroyskir fiskimenn, sum hava fingið slíkar tangar monteraðar á teirra skip, siga jaliga, at teir kenna ikki skipið aftur – nú vóna vit tað besta!

ÚR DOKK
Týsdagin 04. mai fór Juvél II úr dokkini í Skagen, og síðan er ymiskt arbeiði gjørt liðugt: Nýtt havnaagregat/neyðagregat er monterað undir bakkanum, og á brúnni er ein nýggjur plottari monteraður, og somuleiðis ein nýggjur radari.
Í messuni eru stólarnir og sofurnar kring borðið klædd av nýggjum, og í gongini er nýtt teppi lagt á dúrkið. Ikki má gloymast, at eisini eru nýseymaðar gardinur hongdar upp í messuni. Gallan hevur fingið eina nýggja stationera steikipannu, sum kokkurin á heimferðini er sera glaður fyri.

KLASSIN hevur verið umborð til eftirlit. Stabilitetsroyndir eru gjørdar, og alt er sum tað eigur at vera.
Meðan Juvél II hevur verið í dokk í Skagen hava Jógvan Pall Sevdal, Heðin Hansen og Edmundi Joensen, sum er búsitandi í Hirtshals, havt eftirlit við arbeiðinum, og hava sjálvir gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði umborð.

SIGLA HEIM
Skiparin á heimferðini, Árni Joensen, roknar við at fara úr Skagen týsdagin 11. mai. Tað tekur trý samdøgur hjá Juvél II at sigla úr Skagen til Klaksvíkar. Teir, sum sigla heim við skipinum eru: Jógvan Páll Sevdal, Heðin Hansen, Árni Joensen, Mikkjal Petur og Poul Jóhan Djurhuus.

Mynd: Juvel II í Skagen

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Hirtshals 07.05.2021