Trans World Radio
Vit eru mong sum minnast føroysku sendingarnar hjá Evangelisku Røddini, sum vórðu sendar umvegis Trans World Radio í Monte Carlo í árunum 1966 til 1992. Hetta vóru stuttar evangeliskar sendingar, ætlaðar føroyingum uttanlands, men sum eisini nógv her í Føroyum lurtaðu eftir.
Trans World Radio sendir framvegis evangeliska boðskapin nógvastaðni kring heimin.
Nú er tøknin fullkomiliga broytt og møguleikarnir at náa langvegis eru nógv betur enn áður, men samstundis er eisini kappingin um lurtararnar og hyggjararnar nógv størri.
Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá TWR nú, er bønakalendarin “Kvinnur við vón”, sum eisini kemur á føroyskum. Tað eru tær báðar, Hanna Absalonsen og Elisabet Jóanesarson, sum hava átikið sær at týða til føroyskt og senda kalendaran út.
Tíðindastubbi
Frá leiðsluni í TWR í Bratislava hava vit fingið at vita, at TWR víðkar sendinetið í hesum døgum við at seta upp nýggjan og sterkari sendara í Miðeuropa til at røkka longur norður og longur eystureftir enn tann, sum tey hava til økið har og brúka nú.
Alt arbeiði í TWR er sera umfatandi við nógvum sendistøðum og nógvum ymiskum evangeliskum sendiskráum á sera nógvum ymiskum tungumálum og málførum.
Hóast nógv sjálvboðið arbeiði, so er tað kostnaðarmikið at reka virksemið hjá TWR.
Kvinnur við vón sendingarnar og arbeiði til at hjálpa illa støddum kvinnum er ein partur av TWR.
Nú ber til at stuðla TWR fíggjarliga umvegis EvR í Føroyum.
Nýggj konto er stovnað í Betri Banka – nr. 9181 533 714 5.
Allur hesin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Trans World Radio.