Netvarp

R7 - Savn

Juvel II eystanfyri Gøtueiði

Vikuskifti 13. til 15. november vitjar Juvel II bygdirnar eystanfyri Gøtueiði. Á skránni eru barnamøtir og sangmøtir og eisini verður møguleiki at vitja umborð á Juvel II. Tað er Atlantic Mission ið skipar fyri ferðini og tey bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til tiltøkini.

Skráin fyri vikuskifti:

Fríggjadagur 13. november – Norðagøta
kl. 17 Barnamøti á fiskavirkinum (matstovan)
kl. 20 Sangmøti á fiskavirkinum (matstovan). Heine Lútzen luttekur.

Leygardagur 14. november – Leirvík
kl. 16 Barnamøti í bygdarhúsinum
kl. 20 Sangmøti í bygdarhúsinum. Svein í Prestgarði og Bárður á Lakjuni luttaka.

Sunnudagur 15. november – Fuglafjørður
kl. 16 Barnamøti í Siloa
kl. 18 Sangmøti í Siloa. Svein í Prestgarði luttekur.