Netvarp

R7 - Savn

Á Torginum týskvøldið

Týskvøldið 20. oktober kl. 21.00 á R7 – FM102 og FM107,1.

Seinni partur av sendingini “Sálmar og sangir og teir sum yrkt hava” – lisið verður m.a úr bókini hjá P. W. Háberg, “Søgur um sangir” og sjálvandi fara vit eisini at hoyra hesar vøkru sangir, sum eru:

“Hjartað”, sum Tóra og Pætur við Keldu syngja.

ORÐIÐ: “Skal eg fara við tómum hondum”, sum Gunnleyg Kallsberg lesur og sangurin, sum er nr. 999 sum Petur Háberg Jacobsen syngur.

Síðan sangurin nr. 981, “Kasta lívbeltið í brúsandi hav,” – Helgi Hansen syngur.

Harnæst “Tá básúnin ein dag ljóða skal,” (nr. 1377) sum er felagssangur úr samkomuni.
“Kristus, á krossinum fell á teg, heimsins hin stóra neyð,” – Siloakórið syngur – (nr. 204).
“Harranum lovið, tí veldiga Kongi, við heiður,” – upptøka úr Christians-kirkjuni í Klaksvík – (nr. 273),
“Eg veit ei, hvat mær bíðar,” – Anja Hansen syngur – (nr. 754).
“Upp, mín sál, tín Gud teg leiðir,” – Ingálvur av Reyni syngur – (nr. 845).
“Tak mítt lív, og veri tað halgað, Harri, tær hvønn dag.” – Kvartettin í Betesda syngur – (nr. 932).
“Ver tú hjá mær, nú náttin kemur á,” – Betesdakórið syngur, á føroyskum og norskum – (nr. 715).
ENDURSENT VERÐUR SUNNUDAG Kl. 12.30 –
Aftur ein góð og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.