Netvarp

R7 - Savn

á Torginum 4. august

Týskvøldið 4. august kl. 21.00 á R7, FM102 og FM107,1, sum hoyrist um alt landið.

Áhugaverd sending við sálmum og sangum, sum gestirnir – Betty og Jógvan við Keldu siga frá – og somuleiðis greiða tey frá uppvøkstri teirra – børnum – familju – samkomuviðurskiftum og øðrum áhugaverdum, sum tey hava verið ígjøgnum – m.a politisk viðurskifti og mangt, mangt annað.

Ein góð sending, sum verd er at lurta eftir – á R7 týskvøldið kl. 21.00 og verður endursend sunnudagin kl. 12.30.

Enn ein góð upplýsandi og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.

Hoyrist eisini beinleiðis um alla heimin – á www.r7.fo – trýst á “Lurta” í ovasta høgra horni.