113 dripin í Nigeria
Open Doors Føroyar: Vápnaðir men hava dripið minst 113 fólk í bygdum har flest eru kristin. Álopið fór fram í statinum Plateau, sum liggur miðskeiðis í Nigeria. Álopið byrjaði jólaaftan og vardi líka til tíðliga jólamorgun. AFP sigur, at 300 fólk vórðu særd í álopinum.
Talsmaðurin hjá Open Doors í økinum, Jo Newhoise, sigur, at yvirgangsmenninir lupu á 20 bygdir. Álopini vórðu væl tilrættarløgd. Víðari sigur hann, at oftast verða slík álop knýtt at veðurlagsbroytingum, etnisiteti, sosioøkonomiskum ella politiskum faktorum. Men, veruleikin er tann, at ein skal ikki gloyma tann átrúnaliga faktorin. Víðgongdir muslimskir fulanistríðsmenn hava í fleiri ár jagstrað kristin. Kristin eru beinleiðis skotskivur hjá víðgongdum muslimum, sum vilja reka kristin burtur, sigur Jo Nehoise.
At álopið varð framt um jólahøgtíðina, sigur heldur ikki so lítið. Og bendir alt á, at álopið var beinleiðis rættað móti kristnum. Hetta er tíverri ikki fremmant, at kristin verða álopin á teim størstu kristnu høgtíðunum. Tað, ið skuldi vera dagar við friði, gjørdust til eitt blóðbað.
– Bið Gud um at ugga tey.
– Bið fyri øllum teimum, sum eru rikin heimanífrá vegna álopið
– Bið fyri at stjórnin tekur støðuna í álvara, og veitir øllum í økinum tryggleika.
Hjálp okkum at hjálpa teimum
Stuðla á kontu 6460-6058169 – viðmerkt “Nigeria”
Kelda: Open Doors Føroyar