Netvarp

R7 - Savn

1. mars 2022 Bønaráheitanir

  1. Góði Harri, vit biðja fyri fólkinum í býunum Petrinja, Glina og Sisak í Kroatia, sum vóru rakt av jarðskjálvta í december 2020. Mong av teimum eru í trongari støðu, eru køld og búgva í konteynarum og fáa lítla hjálp uttanífrá. (Sálmur 40:18)(en. 40:17)
  2. Nærum ein triðingur av kvinnum í Italia hava liðið undir kynsligum ella kropsligum ágangi, og tær flestu eru bangnar fyri at siga frá. Faðir grøð hesar kvinnur, og broyt av sonnum hjørtuni og sinnini á teimum, ið fremja hesar ógerðir. (5. Mósebók 31:6)
  3. Góði Gud, vek upp sjálvboðin kristiní Russlandi til at vitja muslimskar familjur hvønn mánað fyri at vísa teimum vinalag og fortelja teimum um Kristus. Ger, at muslimskar kvinnur ikki eru bangnar fyri sínum monnum, men í staðin eru opnar fyri hesum vitjanum og fyri Jesusi. (Orðtøkini 29:25)
  4. Harri, vit biðja fyri TWR Kvinnur við vóntoyminum í Spania, sum arbeiða við at framleiða sendingarnar Fjaldir skattir (Hidden Treasures).Fyrireika hjørtuni á kvinnum, sum eru offur fyri menniskjahandli, til at hoyra um Tín kærleika. (Rómbrævið 5:8)
  5. Umleið ein triðingur av kvinnum í Bulgaria hava verið offur fyri harðskapi heima við hús. Verj og ugga hesar kvinnur. Hjálp teimum at flýggja og veit teimum eitt trygt stað, har tær kunnu fáa hjálp, so at tær ikki noyðast at líða í tøgn og ótta. (Fyrra Korintbræv 10:13)
  6. Gud, vit biðja Teg senda eina veking yvir fólkið í Danmark, so at tey koma at kenna, at teimum tørvar Jesus sum sín Frelsara. Vit biðja, at ”Norea Radio Mission” gerst eitt amboð hjá Tær til at bera evangeliið til fólkið í Danmark. (Rómbrævið 13:11)
  7. Harri, vit biðja fyri roma fólkinum (sigoynarunum), sum búgva í Serbia. Hjálp teimum at halda fram í skúlanum, so tey kunnu finna hóskandi arbeiði og sleppa burtur úr fátækradømi. Vit biðja fyri, at siðurin við giftarmálum millum ómyndug Roma børn má steðga. (Fyrra Sámuelsbók 2:7-8)
  8. Faðir, Tú hevur kallað okkum sum trúgvandi at liva í samfelag heldur enn bara at hugsa um okkum sjálvi. Broyt hjørtuni á fólkinum í Niðurlondum og í Vesturheiminum sum heild frá ov nógvari sjálvgóðsku og til eyðmjúkleika og til at virða onnur. (Filippibrævið 2:3-4)
  9. Takkið Gudi fyri, at fýra nýggir bønarbólkar hjá TWR Kvinnur við vóní Finnlandi byrjaðu í 2021, hóast áhaldandi stongsilstiltøk (orsakað av korona). Takkið Gudi fyri, at talið á bønarbólkum í Finnlandi er nú 111. (Fyrra Tessalonikubræv 5:17)
  10. Faðir, vit biðja, at Tú vilt hjálpa teim kristnu kvinnunum í Rumenia til at vera góð fyridømi fyri síni børn og at handfarasínar avbjóðingar í lívinum eftir Tínum vilja. (Orðtøkini 22:6)
  11. Í 2021kom ein bók út á týskum, ein ævisøga um Marli Spieker, sum stovnaði TWR Kvinnur við vón.Gævi, at mong lesahesa bókina, koma at kenna boðskapin og vilja vera við í verkinum. (Ápostlasøgan 6:7)
  12. Faðir, máttu einligar kvinnur í Norra kent, at tær eru dýrabarar og elskaðar av Tær og funnið eitt endamál sum einligar og ein leiklut í samkomuni og í samfelagnum.(1.Jóhannesarbræv 4:19)
  13. Harri, so mong í Fraklandi liva ikki sum kristin, og enntá helmingurin av fólkinum trýr ikki, at tað er ein Gud. Harri, ger, at tey trúgvandi vísa sína trúgv í orði og verki, (Fyrra Pætursbræv 2:12)
  14. Góði Gud, leiðbein okkara TWR Kvinnur við vóntoymi í Portugal í at gera fleiri sendingar um viðkomandisamtíðarevni, sum eru ”skraddaraseymað” til kvinnurnar har. Nem við hjørtu teirra, broyt tær og leið tær, so at tær av sonnum koma at kenna Jesus. (Ápostlasøgan 4:12)
  15. Himmalski Faðir, vit biðja um vegleiðing og íblástur fyri TWR Kvinnur við vóntoymið í Pólandi, nú tey byggja upp tænastuna og gerasendingar. (Seinna Pætursbræv 1:21)
  16. Gud, vit biðja fyri ungum gentum í Svøríki, sum eru í kreppu viðvíkjandi sínum samleika. Hjálp teimum at fáa stuðul, og lat tær koma at kenna sín sanna samleika í Tær. (Seinna Korintbræv 5:17)
  17. Harri, vit bera fram fyri Teg í bøn teir nýggju leiðararnar fyri kvinnutænastuna hjá TWR í Ukraina. Vit biðja um vísdóm og vegleiðing fyri alt toymið og tænstuna har í framtíðini. (Sálmur 25:4-5)
  18. Harri, vitbiðja fyri teimum trúgvandi kvinnunum, sum tæna Tær í Grønlandi. Nógv har hava havt ein truplan barndóm, og teimum tørvar grøðing fyri tað trauma, tey hava upplivað. (Sálmur 147:3)
  19. Eitt stórt tal av kvinnum í Albaniauppliva harðskap heima við hús.Faðir, drag tær til Tín, frels tær og grøð tær. Fyll tey, sum arbeiða í skjólum fyri harðskapsrakt, við vísdómi og kærleika til hesar særdu kvinnur. (Jeremias 17:14)
  20. Góði Gud, gev teimum, sum umseta bønarkalendaran í Føroyum, styrki og vísdóm frá Tær. Gev øllum fyribiðjarunum at kenna eitt inniligt samband við Teg. (Orðtøkini 2:6)
  21. Faðir, vit biðja um einleika millum samkomurog kirkjurí Sveis. Harri, hjálp teimum at fáa í rættlag allar flokkadráttir og altíð seta evangeliið fremst. (Fyrra Korintbræv 1:10)
  22. Gud, vit biðja, at finska TWRKvinnur við vóntoymið má finna ein máta at fáa tað yngra ættarliðið at vera við í verkinum og í bøn fyri kvinnum um allan heim. (Jóel 1:3)
  23. Gud, vit biðja fyri kvinnum í Danmark, sum verða sæddar niðurá, misbrúktar og settar út á gøtuna og hava ongastaðni at fara. Gud, Tú sært tey, sum líða av órøttum, og vit líta á, at teirra líðingar verða ein partur av einariævigari ætlan til Tína æru. (1. Mósebók 16:13)
  24. Góði Harri, gev TWR Kvinnur við vóntoyminum í Rumenia vísdóm og íblástur til at gerasendingar, sum hava eina ávirkan á lívið hjá kvinnum, og sum eru til Tína æru. (Hebrearabrævið 13:2)
  25. Himmalski Faðir, vit biðja Teg um at gevavón, grøðing og ugga til tað vaksandi talið av familjum í Serbia, sum ikki kunnu fáa børn. Gev teimum ugga við at geva teimum møguleika at ættleiða, ella annars at hjálpa teimum børnum, sum eru umsorganarsvikin av teirra biologisku foreldrum. (Sálmur 113:9)
  26. Góði Gud, vit biðja, at roma (sigoynara) børnini í Bulgaria skulu fella tilí skúlanum á ein hátt, sum ger tey før fyri at læra førleikar uttan at verða noydd til at broyta sín mentanarliga samleika, og sum gevur teimum ein javnsettan og góðan møguleika at náa síni mál. (2. Mósebók 22:21)
  27. Faðir, loys Tú leinkjurnar,sum binda fólkið í Grønlandi til rúsdrekka og onnur rúsevni. Hesin óndskapur hevur mangan ført til fongsilsrevsingar, morð og sjálvmorð. Ger, at tey finna frælsi í Tær. (Efesusbrævið 2:18)
  28. Harri, vit biðja, at Tú reisir upp ung trúgvandi í Svøríki, sum kunnu ávirka onnur ung við Tínum boðskapi um vón fyri framtíðinaog ævinleikan. (Efesusbrævið 5:19-20)
  29. Gud, vit biðja fyri javnrættindum og líka løn fyri menn og kvinnur íPortugal. Hjálp teimum at finna javnvág í teirra ábyrgd fyri arbeiðsplássinum og at ansa børnum sínum og húsi og heimi. (Fyrra Timoteusarbræv 3:5)
  30. Faðir, verj og leið til frælsi hvørja kvinnu í Evropa, sum er offur fyri menniskjahandli. Ger, at sendingarnar Fjaldir skattir (HiddenTreasures)hjálpa lurtarum at koma at kenna sítt virði í Guds eygum. Gev teimum vísdóm, sum gera sendingarnar, og leið tey við Tínum Anda. (Sálmur 139:14)
  31. Góði Gud, nem hjørtuni á teimum, sum lurta eftir teim rumensku Kvinnur við vónsendingunum í Moldova. Veit toyminum í Moldova sjálvboðin, sum kunnu hjálpa til at økja um tænastuna har. (Sálmur 51:12) (en. 51:10)
    ”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn” (Eeva Vӓhӓsarja)
    KVINNUR VIÐ VÓN
    twrwomenofhope.org
    Hidden Treasureser tøkt á mongum tungumálum: Albanskum, bulgarskum, kekkiskum, enskum, hindu, ungarskum, rumenskum og russiskum. Ein koreansk umseting verður skjótt liðug, ein sponsk og ein brasiliansk portugisisk er á veg. Sjálvt um sendingin er tøk á heimasíðuni www.hishiddentreasures.com, brúka okkara samstarvsfelagar á gøtuni fyri tað mesta MP3 spælarar.

    Fíggjarstuðul: EvR hevur stovnað nýggja konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145 til at flyta pening tilskilað til TWR. –Allur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. –TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org

    Søga um vón–Til Harrans æru – Eftir Hana Melinscak, samskipari fyri Kvinnur við vón í Kroatia

    Vit kunnu als ikki ímynda okkum, hvagar Harrans miskunn kann leiða okkum. Sanniliga hevur Gud eina ætlan fyri ein og hvønn av okkum. Eg eiti Hana, og eg arbeiði við TWR Kvinnur við vóntænastuni í Kroatia.Fyri umleið 23 árum síðani var eg rúsevnis misnýtari, men Gud fríaði meg frá míni rúsevnis trongd. Í 15 ár arbeiddi eg við rúsevnis misnýtarum á viðgerðarstøðum í Spania, Fraklandi, Kroatia og Serbia. At tæna Gudi er nakað, ið liggur mær nógv á hjarta, tí eg trúgvi fult og fast, at tað, sum eg havi fingið, skal eg eisini geva víðari.Tá ið eg hoyrdi um hesa tænastuna og hesar útvarpssendingar, kendi eg tað, sum at Gud kallaði meg, og eg svaraði.Fyri einum mánaði síðani skuldi eg greiða frá TWR Kvinnur við vón tænastuni fyri pastorum og leiðarum. Aftaná gekk eg runt millum fólkið og gav bønarkalendarar til øll, sum eg kom í samband við. Ein pastorur steðgaði mær og segði: ”Áhugavert, hvussu Gud fyrr ella seinni ger tað, sum Hann hevur ætlað við okkum.”Bilsin segði eg: ”Orsaka, men eg skilji ikki, hvat tygum meina.”Hann smíltist og segði, at fyri 20 árum síðani hevði hann hoyrt eina samrøðu við meg, tá eg var gestur í eini útvarpssending. Óivað hevði eg tosað um rúsevnismisnýtslu og hevði givið mín vitnisburð. Útvarpsverturin spurdi meg, um eg nakrantíð hevði hugsað um at arbeitt við útvarpssendingum, tí hon dugdi at síggja, at eg hevði talent fyri tí. Tá ið hesin pastorurin minti meg á hesa samrøðuna, var eg so bilsin og so rørd.Hann segði: ”Gud gav tær eitt talent, og nú 20 ár seinni gert tú tað, sum Hann alla tíðina hevurætlað fyri sítt ríki.” Og hann signaði meg og tænastuna.Eg hevði ongantíð kunnað ímyndað mær, at eg skuldi gera útvarpssendingar. Eg hevði ivast, um eg var nóg góð til hesa tænastu. So hesi orðini frá honum vóru ómetaliga upplívandi og eggjandi.Eg vil fegin uppmuntra ein og hvønn, sum lesur míni orð. Tit skulu vita hetta: Gud gav tykkum evni, og Hann vil brúka tey til sína æru. Tit fara at vera so signað at vita, at tit tæna Kongi Konganna, og at tit eru útvald og virðismett!