Netvarp

R7 - Savn

Minningarhald í gamla kirkjugarði í Havn

Fríggjadagin 25. juni 2021 kl. 16 var 150-ára minningarhald í kirkjugaðinum á Svínaryggi í Havn um Congotrúboðaran Daniel J. Danielsen, vanliga nevndur Dollin – Poul Jóhan Djurhuus talaði á grøvini:

“Omma mín í faðirætt kom av Hvítanesi, og varð tí ofta rópt “Poulina á Hvítanesi.” Hon og abbi búsettust Innan Glyvur.

Hon fór til Viðareiðis sum ung genta at tæna kanska umleið 1908, 18 – 19 ára gomul. Tað var norðuri á Viðareiði, at omma kom í samband við Brøðrasamkomuna.

Fyri at brúka ommusa egnu orð, so plagdi hon mangan at siga, at tað var norðuri á Viðareiði, “at hon játtaði persónliga trúgv á Jesus, sum Harra og Frelsara.” Hon plagdi eisini at siga frá, tá hon og tvær aðrar ungar gentur fóru av Viðareiði til Havnar at lata seg doypa í Ebenezer.

Alt hetta hevur skapt nakað av ambivalentum, blandaðum, kenslum, tá omma kom aftur til Havnar og til heimbygdina Hvítanes; og tað er í hesum høpinum, at omma kemur í samband við Dollan og konu hansara Linu.

Tað verður eitt tætt og inniligt vinarband teirra millum. Sum smádrongur hoyrdi eg ofta ommu tosa um Dollan og konuna, og hon tosaði altið um tey við eini serligari ærufrykt. Ommu dámdi ikki at brúka navnið Dollan, tí hon helt tað ljóðaði so niðursetandi, hon segði altið “Missionær Danielsen,” og tá segði hon tað altið við virðing í røddini.

Eg trúgvi, at í hesum ambivalentu umstøðum hevur omma, sum ung trúgvandi genta, havt nógv brúk fyri andaligum stuðuli, og hon hevur tí havt tveir góðar og dugnaligar og andaligar mentorar, stuðlar, í Danielsen-hjúnunum, sum búðu úti á Landavegnum.

Hon segði ofta fyri mær, at tá Missionær Danielsen var heimanífrá til møtir úti á bygd, so var hann ofta burtur í fleiri vikur, tá kom tað fyri ikki so sjálvdan, at omma gisti hjá frú Danielsen, konu Dollan, nakra dagar, kanska tí, at hon untist so illa at vera einsamøll í húsi so nógvar dagar. Tá lá húsið rættuliga langt uttanfyri Havnina.

Vinarbandið millum ommu og Danielsen-hjúnini var so tætt, at meðan Dollin lá sjúkur á Finsen í Keypmannahavn, skrivaði frú Danielsen fleiri postkort til ommu, har hon greiddi frá sjúkratilstandinum hjá manninum. Tvey av hesum postkortum eru í varðveitslu enn.

Tá Dollin var deyður ynskti Frú Danielsen at geva ommu bíbliuna hjá honum. Hesa somu bíbliu gav omma mær, sum eg havi í varðveitlsu í dag.

Eg veit, at Danielsen-hjúnini (Dollin og konan) høvdu stóran andaligan týdning fyri ommu, sum smittaði yvir á meg sum lítil smádrongur, og tí ynski eg at vera millum teirra, sum í dag heiðra minni eftir Missionær Danielsen, Dollan, við eini blomsturheilsan við hesi áskriftini: “TAKK GÓÐI GUD, FYRI ALT TAÐ, SUM DOLLIN OG LINA VÓRU FYRI OMMU MÍNA!””