Netvarp

R7 - Savn

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin 12. des.kl.12.00

Miðmøti og sunnudagsskúli – netvarp úr Ebenezer kl. 12

Koronustøðan ger, at vit ikki kunnu savnast á møti ella í sunnudagsskúla í Ebenezer sunnudagin 12. desember. MEN vit NETVARPA tó kl. 12.

Kl. 12 verður miðmøti netvarpað.
Tá verður sungið og Niels Pauli Nónstein talar.

Umleið kl. 12.30 verður sunnudagsskúli netvarpaður.
Vit fara at syngja sunnudagsskúlasangir, sum Randi og onnur skipa fyri. Hóast vit ikki kunnu savnast í Ebenezer, so kunnu vit sita heima – frammanfyri sjónvarpið – og syngja saman
.

Aftaná sigur Fríðgerð eina søgu.

Latið okkum fara á miðmøti og í sunnudagsskúla – í fjarstøðu – syngja væl við og lýða væl á.

Sigið øðrum frá netvarpingini.

Kelda: ebenezer.fo

Trýst á reyða knøttin Netvarp her omanfyri! – Síðan á VIDEOER