Netvarp

R7 - Savn

Minningarorð um Levi Joensen

Osmundur Justinussen skrivar:

Tað gráðaði undan Borðoyarnesi av útsynningi-vestri hendan dagin, nú Levi Joensen bleiv lagdur til hvíldar úti í í Grøv við Borðoyarvík .

Í 1965 kom eg at sigla saman við Levi við nótabátinum Kletti. Hann var skipari og eigari av skipinum. Klettur var ein línubátur, sum Levi keypti, og bleiv hann umbygdur til at fiska við nót. Vit møttust umborð á Sildrekanum, har Levi var komin við til at læra seg nótafiskiskap, saman við Júst í Túni, sum var skipari. Tá Levi fór í land aftur, bað hann meg, sum nú hevði roynt nakað við nót, um at koma við sær sum annar bestimaður, meðan Olgar Hansen var 1. bestimaður, nú Levi skuldi verða skipari á Kletti at royna við nót á fyrsta sinni.

Eftir at Klettur var liðugt umbygdur á Tórshavnar skipasmiðju, fóru vit til Ísland á Reykjavík at taka nótina umborð og at royna snurpuspæli. Haðani fóru vit út á Eysturdjúp at royna, hvat vit dugdu til.

Nakað av byrjunartrupulleikum vóru, men skjótt var komið á lagið at kasta nótina og fáa sildina í, ja, nógva sild. Øll sildin skuldi avhøvdast, magadragast, saltast og leggjast í tunnur. Tá ið vit fingu hesi stóru køstini av sild, vóru vit ikki altíð samdir, um hvussu nógv kundi takast inn á dekkið ísenn, tí alt skuldi fáast til høldar, og eingin frívakt bleiv, fyrr enn alt var komið undir dekk. So nógv bleiv vakt, men ongantíð bleiv ósemjan okkara millum meir enn so, at vit blivu vinir restina av lívinum, ja, til Levi bleiv lagdur í mold.-

Eg var við Kletti, til út á heysti, og fingu vit fleiri túsund sildatunnur.

                                             —

Ikki meira um sild og fisk – hetta skuldi ikki blíva ein siglingarsøga. Nei, nú er alt í baki, og nú kann hann siga sum pápin, Dávur í Gerðum, segði á sinni við Kaj og Hans Paula Jóhannesen,  tá teir komu at vitja, meðan hann lá á deyðastrá: “Nei góðu tit, nú hugsar Dávur einki um tosk meira. Nú er tað alt í baki”!

Lívssøguna hjá Levi kenna mong av okkum, hann var ikki bert fiskimaður sum fiskaði tosk, hýsu, sild og kalva, o.a. Nei, hann egndi eisini aðra línu. Hon rann greið út, ikki var tað fløkjustampar.  Hann var sera greiður, tá hann boðaði Guds Orð, og var ein sjáldsama góður menniskja-fiskari.

Tað hevur mangan undrað meg,  tá Harrin Jesus fór at finna sær manning. Hví fór hann ikki á universitetið í Jerusalem at finna sær manning? Har vóru jú bæði Rabinarar og skriftlærdir, sum dugdu uttanat og kundu útleggja allar skriftir heilt frá Adam og Evu í fyrstu Mósibók og til Malakiasar bók. Men hetta gjørdi Hann ikki, nei, Hann leitaði sær manning niðri við Genesaret sjógvin, bæði fyrstu og aðru ferð Hann bað fólk. Ja, tað seinnu ferð lesa vit um Zebedeus synirnar, at teir fóru frá pápanum, bátunum, og gørnunum og fylgdu Honum.

Levi var ein av hesum, sum fór frá gørnunum. “Eg skal gera tykkum til menniskjafiskimenn”. Hann var heilt óræddur, eins og vit eisini lesa um Dollan, tá hann var í Afrika.

Her hevði hann eini heilt serlig fiskievni og var ótroyttiligur, tá hann setti lívsins línu, og mangur hevur bitið á og minnist hann nú í takksemi. Soleiðis kann mangur siga:  Tú bjargaði vrakinum áðrenn tað sakk, eg sigi tær takk!

Levi dámdi eisini væl sang og hevði góða rødd. Fyrstu ferð, eg hoyrdi hann syngja í radio, var eitt illveðurskvøld yviri á Kappanum í Grønlandi í 1962. Vit lógu uppankraðir inni á einum fjørði nakað  norðan fyri Prins Kristians Sund við línubátunum Vesturvón. Stormur var um Kappan, so skipini lógu og andøvdu. Nógv varð tosað á fiskabylgjuni, enskar, týskar, norskar…  røddir, men í øllum hesum meldrinum kemur ein føroysk rødd, sum syngur hetta niðurlagið í einum sangi. “Legg teg í Frelsarans armar, hvílu tær fá við hans bróst, Hoyr sum tað stormar har úti, her her er friðfult og ljóst”. Tá var tað Levi, sum sang, og lá hann tá við einum av bátunum hjá P/F Stella í Klaksvík inni á einum fjørði sunnan fyri okkum, men vit vistu tað ikki.

Tann, sum ynskir at vita meira um Levi, kann ogna sær bókina: Lív mítt á sjógv og landi, sum hann skrivaði um lív sítt.

Hendan serstaka røddin er nú tagnað, og hann ringir ikki meira at biðja um kajpláss, men hvílur nú trygt í Harrans Paradísi til uppreisnardagin, tá hann fær at hoyra hesi orð, sum Jesus segði við fiskimenninar frá Genesaret:

Men tit eru teir, sum hava hildið út við mær í freistingum Mínum, og eg tilsigi tykkum ríki, og tit skulu eta og drekka við borð Mítt í ríki Mínum.                                

Kæra Greta, Jóhan Páll, Malan, Rógvi Jóna og Miriam— og øll familja tykkara

Harrin verið hjá tykkum og varðveiti tykkum á komandi døgum

Æra verið minni um vin mín Levi Joensen

Kelda: Norðlýsið