Netvarp

R7 - Savn

Kvinnur við vón – tey ónáddu

TWR mai-juni 2021
Eitt orð um vón – eftir Maggan Johansson

Hvønn fríggjadag hittast Asmarinaog vinkonur hennara úr Eritrea í kirkju teirra í einum stórum býi í Svøríki til at biðja saman. Hesi seinastu mongu árini hava tær eisini verið partur av heimsumfatandi bønarbólkinum hjá TWR Kvinnur við vón. Søgan um teirra gudsóttandi eldhuga er kveikjandi.

”Tað var ein torfør tíð hjá mær, tá eg kom til Svøríkis sum flóttafólk, tí eg hvørkidugdi málið ella skilti, hvussu teirra samfelag var skipað. Tað var so øðrvísi enn í Eritrea,” segði Asmarina.

Asmarina fekk einki við sær, men fekk at sanna, at Gud Faðir okkara gevur aftur tað, sum hevur verið tikið frá okkum, og ger alt í lívi okkara aftur heilt. Asmarina kom við familju síni til Svøríkis í 1986 og sá skjótt, at hetta var ein ”góð og trygg tjóð, sum vísti menniskjakærleika og veruliga tók sær av sínum borgarum.” Familjan var takksom fyri alla ta hjálp og tann stuðul, tey fingu, og tey takkaðu Gudi fyri Hansara umsorgan.

Asmarina og vinkonur hennara úr Eritrea koma saman hvørja viku at biðja og lesa Guds Orð –undir korona farsóttini hevur hetta tó verið gjørt on-line. Saman hava tær eisini vitjað tey sjúku, tey sum hava mist alla vón ílívinum, tey sum hava mist onkran kæran, og mong onnur. Tær vitja eisini mammur, sum nýliga hava átt, og signa teirra nýføðingar. Kvinnurnar fara út til onnur enn bara tey, sum eru í teirra samkomu, tær vitja ein og hvønn, sum hevur tørv á hjálp og tørvar, at tað verður biðið fyri teimum.

Talið á luttakarum í hesum bønarbólki veksur støðugt, so hvørt sum vinir og grannar gerast ein partur av hesum felagsskapi. Allastaðni, har hesar bønarkvinnur fara, gera tær Guds verk og ávirka lívið hjá fólki.

Okkara svenski samskipari bjóðaði Asmarinu og tveimum øðrum at koma við sær til eina TWR Kvinnur við vónstevnu í Bratislava, so at tær kundu læra meira um tænastuna. Eggjaðar av tí, tær høvdu tikið til sín, fóru hesar tríggjar aftur til Svøríkis við tí endamáli at umseta bønarkalendaran til sítt hjartamál, sum er tigrinsk (enskt: tigrinya), sum er tjóðarmálið í Eritrea. Tær vildu luta hetta við onnur flóttafólk, sum vóru komin úr Eritrea til Svøríkis. Ein er komin afturat teimum trimum í hetta toymið, tvær av teimum umseta hvønn mánað, og tvær býta kalendaran út.

Tað, sum tær ikki vistu tá, var, hvussu víða teirra arbeiði rakk. Umsetingin av bønarkalendaranum er ikki bara til signing fyri mong, sum búgva í Svøríki, tá tey biðja fyri kvinnum um allan heim, men kalendarin verður eisini sendur til Etiopia og Eritrea í Horninum av Afrika (Horn of Afrika), har bønartoymini, sum tosa teirra mál, nýta hann.

Og signingin endar ikki har. Haben, sum er ein av umsetarunum, er íðin at biðja fyri, at fólk í Svøríki verða frelst.

”Gud hevur nomið við hjarta mítt, so at eg eri vorðin so takksom fyri tað svenska fólkið,” segði Haben. ”Bøn er blivin mín gáva.

”Upprunaliga vóru tað fólk úr Svøríki, ið bóru evangeliið til Eritrea. Men í dag er Svøríki eitt av teimum mest verðsliggjørdu londunum í heiminum.

Okkara TWR Kvinnur við vón samskipari í Svøríki er blivin so signað av hesum toyminum úr Eritrea, og hvussu tær í kærleika biðja fyri sínum vertslandi. Hesar kvinnur, sum hava verið fyri so stórum avbjóðingum, men eru endurreistar av Gudií hesum landi, sum gav teimum friðskjól, venda signingini við at biðja, at himmalski Faðir teirra frelsir fólkið í Svøríki.

*Dulnevni av persónligum ávum.

Søga um vón, mai 2021 –eftir Maribeth Stevens, sjálvboðin hjálpari

Tá Ada møtti Ledi, okkara toymisleiðara fyri Kvinnur við vóní Albania, var tað fyrsta, hon segði, við tárum í eygunum: ”Pápi mín hevur dripið drongin hjá mær.” Hennara søga er ein søga um sera stóran miss, men eisini um endurreisn.

Aftan á lokna útbúgvingfór Ada heimanífrá at finna arbeiði. Hon møtti einum manni og bleiv forelskað. Tey ætlaðu at giftast, men hennara familja vildi ikki ganga við til tað, tí hann var fráskildur og áttibørn. Familja hennara royndi at buka hana fyri at fáa hana at geva eftir. Tá ið hon ikki vildi eftirlíka, stakk pápin drongin, so at hann doyði –og pápin endaði sjálvur í fongsli.

So fann Ada útav, at hon var við barn. Hon fekkonga hjálp heima og flutti tí til Svøríkis, har hon átti dóttur sína. Men sjey mánaðir eftir, at dóttirin var fødd, fekk Ada noktandi svar upp á uppihaldsloyvi og fór aftur til Albania. Lívið sum einlig mamma var trupult, og henni tørvaði hjálp. Ein vinkona í Svøríki, sum var trúboðari, hevði mælt henni til at leita upp Móðir og barn stovnin, sum vísti henni til okkara TWR Kvinnur við vóntoymi.

Tey í okkara toymi góvuhenni góð ráð og mat bæði til hennara og barnið og eitt sólorku radio og fortalduhenni um Kvinnur við vónsendingarnar. Hon noyddist at flyta aftur til heimbýin hjá sær, tí har var bíligari at búgva. Men áðrenn hon flutti, setti okkara toymi hana í sambandi við eina samkomu á staðnum og fleiri av okkara vinum har. Hesir vinir okkaravístu henni kærleika og hjálptu henni. Ada kom við teimum á møti, og umsíðir gav hon Jesusi lív sítt.

Ada segði við Ledi: ”Eg hevði aldri trúð, at eg kundi møta fólki sum tær í Albania. Tú hevur víst mær Guds kærleika við tíni umsorgan … Tú ert meir enn systir fyri meg.

”Lívið hjá Aduer endurnýggjað, og Ledi skrivaði fyri stuttum: ”Eg gjørdist bilsin í síðstu viku,tá Ada skrivaði til mín um, hvussu hon kundi biðja fyri mær!

”HVØRJI ERU TEY ÓNÁDDU?

EIN TRIÐINGUR AV OKKUM

Hetta merkið –tríggjar høgar strikur, har tann vinstrumegin er eitt sindur burturfrá –og útsøgnin EIN TRIÐINGUR AV OKKUM er fyri at fáa trúgvandi at boða evangeliið. Strikurnar gera vart við, at triðingurin av íbúgvunum í heiminum hevur lítlan og ongan møguleika at hoyra, hvør Jesus veruliga er. Samtakið aftan fyri rørsluna ”Ein triðingur av okkum” er umboðað av 43 trúboðanarsinnaðum felagsskapum, sum hava til endamáls at fáa øll, sum kenna Kristus, virkin, so at ónáddir ættarbólkar koma at kenna Frelsaran. TWR er ein av stovnandi felagsskapunum í hesari rørsluni, og tey í ’TWR Kvinnur við vón’ styðja av heilum huga royndirnar at boða evangeliið um allan heim. Kann vera , at onkur av tykkum hevur tikið lut í árliga altjóða degnum fyri teimum ónáddu, sum er Hvítusunnudagur (Pinsadagur) á hvørjum ári.

Hvørji eru so tey ónáddu?

Jesus bað tey, sum fylgdust við Honum “at gera øll fólkasløg tillærisveinar”. Í flestu londum eru mangir ættarbólkar –til dømis í Nigeria eru 540 serstakir ættarbólkar. Av teimum 17.400 ættarbólkunum í heiminum eru umleið 7.400 ónáddir. Ein ónáddur ættarbólkur er ein ættarbólkur, har tað ikki eru nóg nógv kristin milllum tað upprunaliga fólkið og tørvur á tí, sum skal til fyri at boða evangeliið fyri hinum í ættarbólkinum uttan hjálp uttanífrá. Eitt nú tørvar teimum trúboðarar at koma til økið, læra málið og mentanina og síðan venja og læra leiðarar til at boða evangeliið fyri teimum, sum eftir eru av fólkinum í ættarbólkinum. Men tað er týdningarmikið, at gera okkum greitt, at um vit samskipa okkara virksemi, nýtist ’ónádd’ ikki at merkja ’at tey ikki kunnu verða nádd’. Meginparturin av hesum 7.400 ónáddu ættarbólkunum eru í Norður Afrika, Miðeystri og mongum pørtum av Asia. Í teimum 50 størstu ónáddu ættarbólkunum er islam ráðandi; hinduisma í 18; buddisma í 6; natúr religiónir í summum ættarbólkum.Hvat kunnu tit so gera fyri at gera ein mun? Farið inn á heimasíðuna athirdofus.com har tit kunnu:

Tekna tykkum til at fáa vegleiðingarskrivið til, hvussu tit skulu bera tykkum at, og hvussu tit kunnu nýta búmerkið hjá ’Ein triðingur av okkum’ (”A third of us”) til at gera vart við tey ónáddu. Tit finna eisini serstakar mátar til at gerast virkin til at bera teimum evangeliið.

Finna fram til, hvussu tit kunnu taka lut í Altjóða degnum fyri teimum ónáddu 23. mai 2021og koma at taka lut í hesum trúboðanarverkinum gjøgnum árið.

Biðið! Í vegleiðingarskrivinum er ein partur um bøn, har tit kunnu tekna tykkum fyri at fáa bønaráheitan fyri ”Tey ónáddu í dag”.

Saman kunnu vit bera teimum ónáddu lívgevandi sannleikan um Jesus.

Stuðul til TWR
Áheitan er komin frá høvuðsskrivstovuni hjá TWR um at stuðla sendingum til Moldova og har um leiðir fyrst og fremst við bøn um at gera útvegir til at halda fram við teimum sendingunum. Little Samaritan Radio (Lítla Samaritan Radio) sendinetið við 11 sendistøðum røkkur út til alt landið Moldova, partar av Ukraina og eystur Rumenia og ber teimum vón gjøgnum tanngóða boðskapin um Jesus Kristus. Ætlanin er at halda fram við hesari verkætlanini, ið mest er vend til kvinnur gjøgnum okkara Kvinnur við vón sendingum, sum náa út til kvinnuligar lurtarar. Vónandi fer at bera til at halda fram við hesari tænastu eisini til íbúgvararnar í Moldova.

Les meira á EvR.fo heimasíðuni hjá EvR um stuðul til sendingar. Evangeliska Røddin -EvR -hevur stovnað konto í Betri Banka nr. 9181 000 533 7145, har tað ber til at flyta pening tilskilaðtil TWR, kunning um hetta er á heimasíðuni Evr.foAllur stuðul, sum kemur inn á hesa konto fer óskerdur til arbeiðið hjá TWR. TWR PO Box 12, 82002 Bratislava 22 –Slovakia ––twre@twr.org

Eeva Vӓhӓsarja: ”Høvuðsstuðulin undir øllum kristiligum arbeiði er bøn”

KVINNUR VIÐ VÓN twrwomenofhope.org

TWR bønaráheitanir mai 2021

Tey ónáddu

  1. Faðir, gev teimum trúgvandi í Etiopia vísdóm til at boða gleðiboðskapin um Jesus til ónádd samfeløg. Hesi hava øll sínar egnu trúar og mentanar siðir. Ger at tey, sum ikki trúgva, verða drigin til Jesus,Hansara lív og sannleika. (Jákups bræv 1:5)

2. Norðurkorea er ein ónádddur fólkabólkur, og liggur ovast á listanum hjá ”Open Doors” fyri at forfylgja teim kristnu. Gud, brúka Kvinnur við vónútvarpssendingar til at boða gleðiboðskapin til hesa avbyrgdu tjóðina. (Fyrra Pætursbræv 4:15-16)

3. Mong í Bonaire (ein oyggj í Karibiska havinum, har ein sendari hjá TWR er) hava hoyrt Títt Orð, Harri. Signa tey, sum royna atboða gleðiboðskapin. Drag aftur til Tín tey, sum er farin av leið, og brót niður megina í teirra synd, so at tey játta Teg sum Frelsara og Harra. (Efesusbrævið 6:12)

4. Faðir, hjálp teimum trúgvandi í Finnlandi at liva eitt gudiligt lív, sum endurspeglar Jesus. Ger tey før fyri at luta sína trúgv og vón og at vitna um Tína kraft fyri teimum, sum ikki kenna Teg, ella sum eru vikin burturfrá síni kristnu trúgv. (Filippibrævið 1:6)

5. Gud, vit prísa Tær fyri okkara toymi í Uruguay, fyri teirra trúfesti íat biðja fyri teimum ónáddu í landi teirra. Hetta hjálpir til at draga vantrúgvandi til boðskapin, tá toymislimirnir hvørt kvøld biðja í radio og útvarpaKvinnur við vón sendingar. (Kolossebrævið 4:3-4)

6. Harri, vit biðja Teg um at verja tey trúgvandi í Kambodja og tey vantrúgvandi frá at taka ímóti følskum lærum. Gev teimum vísdóm frá Tær til at koma at kenna sannleikan. (Jeremias 23:16)

7. Faðir, vit biðja fyri tí ónádda Batwa ættarbólkinum í Burundi í Afrika. Vanliga liva hesi fólkiniatskild frá øðrum samfeløgum, men nú eru teybyrjað at senda børn síni í almennar skúlar. Faðir, vek upp fólk til at umseta Skriftirnar fyri teimum og til at hjálpa teimum í teirra stóra tørvi. (Orðt. 19:17)

8. Í vónini um at uppnáa andaliga upplýsing og frígering falla væl lærdar familjur í India viðhvørt til tað okkulta, sum viðhvørt førir til sjálvmorð og morð. Harri, ger tey trúgvandi før fyri at náa út til hesi fólk og boða teimum endurreisn í Kristusi. (Orðt. 9:10-11)

9. Faðir, styrk samarbeiðið, sum TWR Kvinnur við vónhevur við aðrar kristnar felagsskapir, og vegleið okkum í okkara felags royndum, so at mong vilja venda sær til Jesus Kristus sum sín Frelsara. (Matteus 9:37-38)

10. Gud, ger tey trúgvandi í Albania før fyri at vera eitt ljós í myrkrinum og í kærleika at tæna fólkinum í Tínum navni. Ger, at tey vantrúgvandi koma at tráa eftir hesum lívsbroytandi samfelag við Teg. (Matteus 5:15)

11. Faðir, takk fyri atKvinnur við vónsendingar, sum verða útvarpaðar frá norður Kaukasus, kunnu náa út til grannalondini, sum dyrka aðrar religiónir. Ger, at ljóðgóðskan er góð, so atboðskapurin røkkur til teirra, sum hava tørv á at hoyra um Jesus. (Markus 16:15)

12. Góði Harri, send kvinnur, sum sjálvbodnar vilja hjálpaokkara toymi í Pólandi, sum eru ídnareftir at náa kvinnum í torførum umstøðum við boðskapinum í útvarpssendingini Tú ert dýrabar (You are Precious). (Galatarbrævið 6:10)

13. Góði Faðir, útvega bæði fíggjarliganstuðul og fyribiðjarar til okkara samstarvsfelaga Norea Noregi sum tey boða gleðiboðskapin til tey ónáddu ígjøgnum hendanmiðilin. (Kolosssebrævið 4:2)

14. Harri, Kina hevur næststørsta talið av ónáddum fólkabólkum í heiminum. Gev teim trúgvandi í Kina evni og skynsemi og dirvi til at boða gleðiboðskapin uttan mun til, hvussu politiska støðan er. (Seinna Timoteus bræv 4:2)

15. Faðir, leið samkomurnar í Paraguay til á skilagóðan hátt at fyrireika og venja síni starvsfólk til tænastuna, so at enn fleiri verða nádd við teim góðu tíðindunum um Títt evangelium, og at heilar familjurvenda sær til Kristus. (Seinna Timoteus bræv 3:16)

16. Vit prísa Tær, Gud, fyri okkara TWR samstarvsfelagar í Týsklandi í teirra arbeiði at náa út til tey, sum ikki trúgva, í miðlum og við bønarkalendarum og øðrum tilfari, sum er lætt skilligt hjá fólki, ið ikki kenna Bíbliuna. (Rómbrævið 10:14)

17. Harri, brúka TWR Kvinnur við vóntoymið í Ukraina, teirra útvarpssendingar og annað tilfar, til at náa hjørtuni á vantrúgvandi kvinnum í teirra landi. (Rómbrævið 10:9)

18.Gud, gev okkara toymi á Filipsoyggjunum vísdóm, so at tey kunnu troysta og lívga tey, sum eru tyngd og uttan vón. Gev teimum vísdóm til at svara teimum rætt, sum hava aðra trúgv. (Orðtøkini 2:6)

19. Faðir, brúka trúboðanar felagsskapirnar 40-plus, sum á Altjóða degnum fyri tey ónáddu, sum á hvørjum ári er Hvítusunnudag, í ár 23. mai, eru sameind fyri at eggja tey trúgvandi um allan heim at boða gleðiboðskapin. Vitja www.athirdofus.com(Matteus 28:19)

20. Takk, Harri, fyri teir mongu møguleikar, sum fólkið í Danmark hevur at hoyra evangeliið og verða frelst. Biðið um, at tey í hesi tjóð, sum ikki eru frelst og sum leita eftir meining við lívinum, mugu hoyra evangeliið og verða frelst.(Rómbrævið 1:16)

21. Gud, lat eyguni upp á teim vantrúgvandi í Spania, sum líða undir hesi alheims farsóttini. Ger tey før fyri at síggja Tín kærleika, sum Golgata krossur ber boð um. (Jóhs.ev. 3:16)

22. Vit biðja, Harri, at Heilagi Andin má virka í lívinum á svenskt-talandi fólki, sum ikki trúgva á Teg, og sum hoyra sendingina Hjartans urtagarður (The Garden of the Heart), so at tey skilja Tín stóra kærleika til teirra. (1. Jóhs.bræv 4:16)

23. Faðir, vit biðja fyri teim vantrúgvandi í Suðurafrika, sum hava valt at herða hjarta sítt og lata síni andaligu oyruaftur fyri Tíni rødd. (Hebrearbrævið 3:8)

24. Talið á teimum, sum liva kristindómin í USA, er fallið niður í helvt síðani ár 2000,(siga hagtøl), meðan talið á ateistum og agnostikarum er nærum tvífaldað síðani 2003. Faðir, vek upp hjørtuni á fólki til at søkja Teg. (Rómbrævið 13:11)

25. Harri, ger at fólk fáa hug til at hoyra Kvinnur við vónsendingar á albanskum, og koma at tráa eftir at vita meira um Teg og koma at kenna Kristus. (Orðtøkini 8:17)

26. Faðir , vit biðja fyri kvinnum í India, sum flyta úr einum stati í annan, tí tær skulu giftast, ella søkja sær útbúgving ella arbeiði. Varðveit Tú teirra andaliga lív ígjøgnum kristnar felagsskapir á staðnum, sjálvt tá tær koma út fyri harðskapi og freistingum. (Hebrearbrævið 10:24-25)

27. Í farnu øld varSuðurkorea ein ónáddur fólkabólkur, men nú er tað blivið ein kraftdepil, sum sendir út trúboðarar. Biðið at samkoman í Suðurkorea vil nýta hesar royndir til at vera fyridømi fyri onnur til at uppbyggjaeina haldgóða trúboðanartænastuí at bera evangeliið til ónáddar fólkabólkar. (Sálmur 32:8)

28. Harri, vit biðja, at innihaldið í Kvinnur við vónútvarpssendingum, sjónbondum og Facebook, sum okkara toymi í Kambodia framleiðir, máverða bæði til lívgan og eggjan fyri tey trúgvandi, og nema við hjørtuni á teim vantrúgvandi, so tey geva Orðinum gætur og taka ímóti Jesusi. (Sálmur 86:11)

29. Gud, meir enn 10 avbyrgdir ættarbólkar í Indonesia hava ongar skúlar, onga heilsurøkt og einki samband við umheimin. Harri, send fólk at hjálpa til við teirra likamliga tørvi og fólk, ið kunnu hjálpa teirra andaliga tørvi við at umseta Skriftirnar til teirra hjartamál. (1.Jóhs.bræv 3:17-18)

30. Harri, takk fyri ta kærleiksfullu tænastu, sum okkaraKvinnur við vóntoymi í Etiopia veita kvinnum, sum hava bakgrund í øðrum religiónum. Við at lurta eftir sendingini Lekjandi røddog viðatfáa aðrar heilsutænastur eru mangar kvinnur komnar til trúgv á Jesus. (Fyrra Pætursbræv 4:10)

31. Faðir, ger at tey, sum fáa Bíbliur ókeypis, sum okkara samstarvsfelagi í Fraklandibýtir út, vilja lesa Títt Orð, koma at kenna Teg og taka ímóti boðskapinum um frelsu í Jesusi Kristusi.(Rómbrævið 10:17)