Netvarp

R7 - Savn

Kunning til lurtarar hjá Evr

Sum fleiri kanska frættu í miðlunum í gjár, nýggjársaftan, steðgar útvarpsrásin R7. Tó hevur nýggja útvarpsstøðin Radio.fo gjørt avtalu við eigararnar av sendinetinum um at yvirtaka somu sendifrekvensir sum R7 sendi á. Evangeliska røddin hevur fingið møguleikan at royna at senda okkara vanligu sendingar á nýggju útvarpsstøðini. Tí koma tit, ið vanliga skrúva útvarpstólið frá til okkara sendingar, ikki at merkja nakra broyting í fyrsta umfari.

Sendingin Á Torginum verður send sum vant, týskvøld kl. 21 og endursend sunnudag kl. 12:30.

Sending Við Kelduvaðið verður send sunnukvøld kl. 21 – ikki kl. 20 sum hevur verið í nøkur ár, men kl. 21 sum var uppruna tíðspunktið – endursending er hóskvøld kl. 21.

Vit ynskja gott nýggjár við Guds signing!

Evangeliska røddin