Netvarp

R7 - Savn

Korona-kunning úr Ebenezer

Síðani koronufarsóttin tók seg upp kring heimin, eru vit í Føroyum sloppin sera væl. Tað eru vit Harranum takksom fyri. Fleiri av londunum í Evropa eru illa sperd av smittu, og tey ávara um støðuna.

Eisini í Danmark, har fleiri av okkara ungu eru í útbúgvingarørindunum, eru smittutølini methøg. Danska stjórnin hevur tí í vikuni hert almennu átøkini munandi, í eini roynd at tálma smittuni.

Nú jólini nærkast, og fleiri av útisetunum koma heim úr londum, sum eru merkt av koronasmittu, økist vandin fyri smittutilburðum í Føroyum, boða almennu myndugleikarnir frá. Áheitan er eisini komin frá løgmanni, millum annað til kirkjur og samkomur, um at vísa serlig atlit um høgtíðina.

Sum samkoma ynskja vit at vísa skynsemi og fylgja almennum tilmælum, so smittan ikki breiðir seg.

Tí er gjørt av, at eingi regluligu møti vera í Ebenezer frá hósdegi, 17. desember – fyribils til fyrst í komandi ári.

Hetta hevur við sær, at heldur eingi møti verða í Ebenezer um jólini. Hetta harmast vit um. Vit høvdu fegin viljað sæð og hoyrt tykkum, sum vitja heim á jólum.

Møguliga verða møti netvarpað úr Ebenezer um høgtíðina. Um so verður, kunna vit um tað á heimasíðuni ‘ebenezer.fo’.