Netvarp

R7 - Savn

Hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu

Skírðishósdag, langafríggjadag og páskadag sendir Evangeliska Røddin hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu á útvarpsstøðini Radio.fo. Sent verður allar tríggjar dagarnar kl. 13:30. Endursent verður sama kvøld kl. 21.

Absalon Absalonsen skrivaði og Evr framleiddi. Tað vóru Bárður Norðberg, Martin Johannessen, Elisabeth Mortensen og Eli Smith ið løgdu til rættis. Leikarar eru fólk úr brøðrasamkomuni.