Netvarp

R7 - Savn

FYRSTA BRØÐRASAMKOMAN 140 ÁR

15 ár uttan ítøkilig úrslit!

Leygardagin 31. oktober 2020 eru liðin 140 ár síðan fyrsta dópin innan Brøðrasamkomurnar í Føroyum. Um tað mundið byrjaði regluligt samkomuvirki í Tórshavn, sum skjótt spreiddi seg um alt landið. Skotski trúboðin William Gibson Sloan, sum á fyrsta sinni kom til Føroya í 1865 at prædika evangeliið, virkaði her á landi í 15 ár áðrenn hann sá tað fyrsta veruliga úrslitið av arbeiði sínum.

Við teimum avmarkaðu ferðamøguleikum sum tá vóru, ferðaðist hann tó um landið alt, har hann, undir húsahornum og inni í roykstovum, sang og kunngjørdi evangeliið fyri bygdarfólkunum.

Fyrstu árini búsettist hann ikki í Føroyum, men ferðaðist ofta millum Føroyar og Hetland, sum eisini var hansara evangeliska virkisøki. Seinnu árini sá hann tað vera neyðugt at festa búgv í Føroyum.

FYRSTI SALUR Í FØROYUM
Í 1879 byggir Sloan møtisal í Havnini. Hetta er á Tinghúsvegnum, beint yvir av Tinghúsinum, har Klubbin og Havnar Bio eru í dag. Hann gav salinum navnið Ebenezer, men millum manna varð salurin róptur Sloans-salur. Hetta var fyrsti evangeliski møtisalur í Føroyum. Nú kundi Sloan hava reglulig evangelisk møti og sunnudagskúla í egnum hølum, men enn væntaði regluligt samkomuvirki innan brøðrasamkomuna í Føroyum.

“HEIMSKENDIR” SMÁDREINGIR
Ímillum smádreingirnar, sum komu í sunnudagsskúla hjá Sloan, vóru brøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus og Kristin í Geil. Sannlíkt er, at smádrongurin William Heinesen eisini er komin har. Hetta var fyrsti sunnudagsskúli í Føroyum, og hann hevur hildið á líka til í dag, og er framvegis í Ebenezer, sum er framhald av Sloans Sali. William Gibson Sloan innrættaði sær íbúð í salinum, har hann húsaðist einsamallur inntil hann giftist.

FYRSTI DÓPUR
Leygardagin 31. oktober 2020 eru liðin 140 ár síðan fyrsta dópin innan brøðrasamkomurnar í Føroyum. Sunnumorgunin 31. oktober í 1880 fór ein tilburður fram í Havn niðri við ósan og sandin á Eystaru vág, tað sum vit í dag kalla “á Kongabrúnni.” Tveir menn fara gangandi út eftir sandinum og vaðaðu út á sjógv. Annar er kendi havnarmaðurin Andrias Isaksen, vanliga róptur Dia í Geil, og hin er enskur trúboði, sum starvaðist eitt skifti í Føroyum saman við Sloan.

Dia í Geil var komin til persónliga trúgv á Harran Jesus Kristus, og nú ynskti hann, eftir síni egnu persónligu játtan av trúgv at lata seg doypa, sum sín persónliga vitnisburð um deyða og uppreisn Kristusar. Tað var hesin enski trúboðin, sum doypti Dia henda sunnumorgunin, tí Sloan var ikki staddur í Havn um hetta mundið.

Hetta, sum fór fram á Eystaru vág í Havn henda sunnumorgunin 31. oktober 1880 vakti mikla øsing millum fólk, bæði í Havn og um alt landið, men við hesum byrjaði tað regluliga samkomuvirkið hjá Brøðrasamkomunum í Føroyum, sum gjørdist størsta frísamkoma uttan fyri fólkakirkjuna. Sostatt eru tað 140 ár í november mánaði, at Brøðrasamkoman byrjaði sítt fasta og regluliga samkomuvirki í Føroyum.

Tvær bøkur eru skrivaðar um William Gibson Sloan, ein á føroyskum, ein á enskum og ein av fyrstu døgunum kemur bók út á týskum máli um Føroya-trúboðaran William Gibson Sloan.

Hoyr eisini samrøðuna við Poul Jóhan Djurhuus í kringvarpinum.

https://kvf.fo/gmf?sid=115765

Kelda:
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Tlf: +298 228314
Skrivað: pjd, Glyvrar 25.10.2020