Netvarp

R7 - Savn

Bók um lív og vitnisburð Jim Elliots

Mynd: Meta av Fløtum við bókini “Skuggi hins Alvalda”, sum hon hevur týtt

Øssur Berghamar skrivar:
Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma inn til Auca-ættarbólkin í frumskóginum í Ekvador fyri at boða evangeliið um Jesus. Í Føroyum var nakað eftir hendingina greitt frá hesum djørvu, ungu monnum við orðum, myndum og tónum, og tað kundi ikki annað enn grípa hjørtu okkara, sum vóru ung í fimtiárunum.
Nú er bókin, sum á enskum eitur “Shadow of the Almighty” útkomin á føroyskum við heitinum “Skuggi hins Alvalda”. Tað er Forlagið Leirkerið, sum hevur útgivið hana, og har verður m.a. sagt:

Tríggir av trúboðarunum við lítla flogfari teirra  – Jim sæst høgrumegin

“Bókin fevnir um lív og vitnisburð Jim Elliots, ið var ein av fimm trúboðarum, sum í 1956 vórðu dripnir av aucaindiánum inni í frumskóginum í royndini at fáa samband við hetta frumskógarfólk til tess at bera teimum evangeliska boðskapin.
Allur tann kristni heimurin varð skakaður av hesi hending, og mong í Føroyum minnast ta grípandi ljóð- og myndafrásøgn, sum fólk her heima gjørdu um hesar fimm trúboðarar, ið liðu blóðvitnisdeyðan langt inni í frumskógi Ekvadors.
Høvundurin Elisabeth Elliot, kona Jim, hevur skrivað bókina, har hon hevur nýtt úttøkur úr brøvum og dagbókum hansara at lýsa tráan Jims at yvirgeva alt lív sítt til Gud.”


Bókin er ein sterkur vitnisburður um ein ungan mann, sum var fult halgaður Kristusi. Sagt verður, at hon er ein av mest gitnu trúboðarafrásøgnum í samtíð okkara.
Skuggi hins Alvalda, við sínum mongu áhugaverdu fotomyndum er komin í handlarnar og kostar 250 krónur og kann eisini fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo.

Bókin kann vera ein eggjan til okkum øll – ikki minst yngra ættarliðið – at fylgja Kristusi og vera millum teirra, sum bera gleðiboðini víðari til ein doyggjandi heim, hóast tað stundum kann koma at kosta nógv, ja í summum førum kosta alt.
Meta av Fløtum hevur týtt bókina úr enskum, sum telur 384 blaðssíður.

Kelda: Berghamar.com