Netvarp

R7 - Savn

á Torginum týskvøldið

Á TORGINUM týskvøldið 17. november kl. 21.00 Á R7 – FM102 og FM107,1.

Áhugaverd sending, har hjúnini Hanna og Sámal Jákup Hansen úr Klaksvík koma á gátt. Tey greiða frá ymiskum í lívi teirra. Sámal Jákup er kendur sum skipari í mong ár, bæði uttanlands so væl sum innanlands hjá Strandfaraskipum Landsins.
Tað er áhugavert at hoyra, alt tey hava at fortelja okkum.

Sangir í sendingini eru:
“Eg sigli fram yvir lívsins hav,” – (nr. 1266)
“Sunnudagsskúlin” – Ólavur á Váli syngur.
“Langa leið vit í lívi saman” – (nr. 1487) – Brita á Váli Smith og Eli Smith syngja.
“Ein sjálvvilligur gekk.” – (nr. 173) – Finnur Hansen syngur.
“Dýrur er fyri hans hjarta,” – (nr. 569) – Ingálvur av Reyni syngur á Íslendskum.
“Mær er sagt um ein stað handan támið,” – (nr. 1366) – Tey á Váli syngja. Abide with me – Horntónar.
Enn ein góð, upplýsandi og gevandi sending frá Evangelisku Røddini.

Sendingin verður endursend sunnudagin 22. november kl. 12.30.